Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 nr. 8 I 27. oktober 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum eilt síðan seinasti arbeiðsdagur var á virkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun hin 18. novemb­er í fjør, hava nøkur fólk alla tíðina síðan verið í starvi og soleiðis verið knýtt at felag­num. Tey fýra fólkini, sum ongan­tíð eru søgd úr starvi og sum framvegis arbeiða hjá Sandoy Seafood, eru Tórmóður Dalsgaard, maskin­maður, Jón Hentze, sum starvast í innan­eftirlitinum, Martin Olsen, virkisleiðari og Hedvig Winther, sum heilt síðan Sandoy Seafood sá dagsins ljós fyri 17 árum síðan hevur verið fíggjarleiðari á virkinum. Kanska 17 ár aftrat 49 ára gamla Hedvig Winther var hin fyrsta, sum sett varð í starv hjá Sandoy Seafood, og stendur tað upp til hana, tekur hon gjarna 17 ár á virkinum aftrat. – Um 17 ár nærkist eg pensjónsaldrinum, og tá kundi kanska verið passandi at givist, sigur hon brosandi. Hedvig vísir á, at hon øll árini hevur stór­ trivist á virkinum og við leiklutinum sum fíggjarleiðari, tó at tað ikki altíð hevur verið ein so ógvuliga løtt uppgáva. – Minnist eg rætt, varð eg sett í starv hjá Sandoy Seafood galdandi frá 8. august í 1997, og eg haldi, at framleiðslan á virkinum byrjaði í oktober sama ár. Virkisleiðarin flestu árini síðan byrjan, Martin Olsen, kom í starv fá ár eftir byrjan og hevur soleiðis starvast hjá felag­num næstan líka leingi sum eg. Hedvig Winther tók sína skriv­ stovuútbúgving á bókhaldsvirkinum hjá Terja Dalsgaard, og hon sigur, at hetta var eitt gott lærupláss. – Áðrenn eg fór í starv hjá Sandoy Seafood sum fíggjarleiðari, hevði eg arbeitt í umleið eitt ár í fiskivinnuumsitingini í landsstýrinum. Leiðslan álit á mær Spurd, hvussu tað kennist at hava havt tann heiður framvegis at vera knýtt at virkinum í Skopun, sum hevur ligið uttan fisk tað mesta av einum ári, sigur hon: – Tað er sjálvandi eitt sindur avmarkað, hvat gerast kann, tá eingin framleiðsla er. Men, mín uppgáva hevur eitt nú verið at arbeitt við roknskapinum fyri seinasta ár, umframt ymiskum øðrum, sum eg havi tikið mær av fyri felagið. Haraftrat havi eg verið tøk hvønn dag, um okkurt hevur verið, sum eg skuldi taka mær av ella vera partur av. Í aðrar mátar heldur Hedvig, at henda tíðin, har einki fiskaarbeiði hevur verið, og hon kortini hevur verið í starvi hjá felagnum, vísir, at tey, sum standa aftanfyri felagið, eru nøgd við tað arbeiði, sum hon hevur gjørt hesi 17 árini. – Jú, eg føli, at leiðslan hevur havt og fram­ vegis hevur álit á mær og heldur, at eg havi dugað míni ting. Tað er ikki sørt, at tú undir slíkum umstøðum kennur teg virðis­mettan – um tað nú er rætta orðið, leggur hon aftrat. Hedvig ivast onga løtu í, at bæði tey, sum hava staðið aftanfyri virkið øll hesi ár og tey, sum nú stuðla undir fyri at fáa virkið upp at koyra aftur, vilja Sandoynni væl. – Vit hava sum so ongar bátar havt knýttar at virkinum seinnu árini, og tað er altíð ein avbjóðing í sær sjálvum, nú skip og virkir alt meira eru vorðin knýtt at hvørjum øðrum. Bara á skrivstovuni Hedvig Winther hevur ongantíð verið í føstum starvi sum flakakvinna á fiskavirkinum í Skopun, men sum skúlanæmingur í sínari tíð plagdi hon í frítíðini at arbeiða á Sólarris, sum flakavirkið tá kallaðist. – At mín leiklutur hevur verið á skriv­stov­ uni øll hesi ár merkir tó ikki, at eg ikki eisini eri komin millum flakafólkið og arbeiðsfólkið á virkinum annars. Øll kenna hvønn annan, og tá eg havi sitið nógv einsamøll á skriv­ stovuni, havi eg í pausum mangan sitið eina løtu og prátað við tey, sum arbeiða inni á virk­inum. Hon sigur, at hóast hennara leiklutur hevur verið í fíggjarleiðsluni, hevur hon ongan­tíð kent seg at vera oman fyri tey, sum starvast á fiskavirkisgólvinum. – Nei, tað havi eg so bestemt ikki. Eg havi bara havt mína uppgávu og mín leiklut, og onkur skal gera tað, sum eg havi gjørt, eins og onkur so sanniliga eisini skal gera tað virðis­ mikla arbeiði, sum hini øll hava gjørt. Nú fiskaframleiðslan hjá Sandoy Seafood hevur ligið still tað mesta av einum ári, hev­ ur eitt nú verið arbeitt við at viðlíkahalda maskin­ur, bond og virkið í síni heild. Ein stór jólagáva Gongur alt, sum ætlað, letur fiskavirkið í Skopun uppaftur um ikki so langa tíð og tey, sum eru bjartskygd, vænta, at latið verður upp­aftur seinni í hesum árinum. – Fiskavirkið í Skopun er ein stórur partur av mínum lívi, og vit eru mong í Sandoynni sum gleða okkum til, at gongd kemur aftur á fiska­framleiðsluna. At virkið letur uppaftur, verður ein stór jólagáva til okkum í oynni, sum hava verið knýtt at hesum virksemi í nógv ár, sigur fíggjarleiðarin á Sandoy Seafood í Skopun. Hedvig Winther er gift Hallmari Winther, sum fæst við maskingrevstur. Tey eiga børn­ ini, Hansu Mariu (19), sum gongur sein­asta árið á studentaskúla, Heina (21), sum er sjó­ maður og siglur við Nærabergi – og Hall (25), sum í summar fekk sína maskin­meistara­ útbúgving og hevur siglt við Róki og Lerki. – Fiskavirkið í Skopun er ein stórur partur av mínum lívi, og vit eru mong í Sandoynni sum gleða okkum til, at gongd kemur aftur á fiskaframleiðsluna. At virkið letur uppaftur, verður ein stór jólagáva til okkum í oynni, sum hava verið knýtt at hesum virksemi í nógv ár, sigur fíggjarleiðarin á Sandoy Seafood í Skopun, Hedvig Winther Vilmund Jacobsen gleða seg at sleppa til arbeiðis aftur H – Eg havi bara havt mína uppgávu og mín leiklut, og onkur skal gera tað, sum eg havi gjørt. Onkur skal so sanniliga eisini skal gera tað virðismikla arbeiði, sum hini øll hava gjørt, sigur Hedvig Winther, sum hevur verið fíggjarleiðari hjá Sandoy Seafood øll árini síðan byrjan