mánadagur 27. oktober 2014síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
nr. 8
I
27. oktober 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Andstøðan
betri
útbúgving enn
samgongan
ambært hagtølunum hjá
Manntali frá 2011, hava 6% av
føroyingum millum 25-64 ár
eina útbúgving á kandidat/
master stigi ella hægri, og
heili 29% í hesum aldursbólk
inum hava eina BA ella diplom
útbúgving. Vit kunnu sostatt
staðfesta, at meiri enn ein
triðingur – ella 35% – av føroy
ingum hava miðhøga til høga útbúgving.
Til samanberingar, hava 18,2% av løgtings
limunum útbúgving á kandidat/master stigi
og 36,4% hava eina bachelor ella diplom út
búgving. Sostatt hava fleiri enn helvtin - ella
54,6% - av teimum 33 løgtingslimunum eina
miðhøga ella høga útbúgving. Sostatt er løg
tingið, sum heild, betri útbúgvið enn fólkið í
Føroyum. Býta vit tó upp løgtingið í sam
gongu og andstøðu, sær øðrvísi út.
Samgongan verri fyri
Samgongan eigur bert eitt løgtingsfólk við út
búgving samsvarandi við kandidat ella master
útbúgving, meðan andstøðan teknar seg fyri
fimm av hesum. Andstøðan hevur sostatt
lutfalsliga fleiri kandidatútbúgvið fólk í løgting
inum enn tað eru fólk við kandidatútbúgving í
Føroyum – 35,7% av andstøðuni hava kandidat
útbúgving í mun til tey seks prosentini av
føroyska fólkinum sum heild. Til saman
beringar, er ta eina kandidatútbúna sam
gongutingfólkið um 5% av samgonguni, sum
ikki er langt frá teimum seks prosentunum av
føroyingum, við kandidatútbúgving.
Hugsa vit um longdina av útbúgvingunum
(samsvarandi við flokkingarnar av út
búgvingarstigunum hjá Hagstovuni), kunnu
vit hyggja nærri at flokkunum hvør sær.
Skift á størru flokkarnar, stendur Tjóðveldi
útbúgvingarliga sterkast, meðan Fólkaflokk
urin eigur tinglimirnar við fæstu árum av
útbúgving fyri hvørt tingfólkið. Av teimum
seks tinglimunum fyri Tjóðveldi eru tvey við
miðhøgari útbúgving og fýra við kandidat
útbúgving. Millum tey níggju sitandi ting
fólkini hjá Fólkaflokkinum, eru fimm við
miðhøgari útbúgving, trý við miðnámi ella
yrkisútbúgving og ta eina tingfólki hevur
minni enn eitt ára útbúgving eftir fólkaskúla.
Fyrivarni
Øll hagtøl skulu takast við ávísum fyrivarni,
og ikki er øðrvísi við hesum hagtølunum.
Fyrst og fremst eru hagtølini frá 2011, umframt
at vit hava tikið hagtøl frá Hagstovu Føroya
sum einans fevna um aldursbólkin 25-64 ár.
Hetta er fyri at sleppa av við hagfrøðiligar
skeivleikar, sum t.d. at tey, sum eru millum
15-25 ár í allarflestu førum framvegis eru
undir útbúgving.
Harafturat ber til at seta spurnartekin við
flokkingarnar av ymsu útbúgvingarstigunum.
Nógvar av útbúgvingunum, sum eru flokkaðar
saman við BA og BSc. útbúgvingum, krevja
einans fólkaskúlaprógv fyri upptøku – sum
eitt nú skipsføraraútbúgvingin. BA of BSc
útbúgvingarnar krevja bæði fólkaskúla og
miðnám – altso minst 2-3 ára útbúgving
undan møguligari upptøku á lærustovninum.
Hóast vanbýti í útbúgvingartíðini, eru
útbúgvingarnar flokkaðar á sama stig.
Tá ið vit nýta tølini hjá Hagstovu Føroya
at samanbera útbúgvingarstøði hjá Føroya
fólki við landsins politikarar, verða vit
sostatt noydd at flokka útbúgvingarstøði
hjá politikarunum eftir sama leisti, sum
hagstovan hevur. Tølini kundu hugsast at
hava sæð øðrvísi út, um flokkingarnar av
útbúgvingunum vóru neyvari.
S
Samlað er løgtingið útbúgvingarliga betri fyri enn fólkið í Føroyum. Taka vit
samgonguna einsamalla, er hon verri fyri útbúgvingarliga enn andstøðan
umframt at vera verri lítið vet verri fyri enn føroyska fólki sum heild
Mortan Absalonson Østerø
Seinasta óteknokratiið
Løgting skift á útbúgving
Samgonga
Andstøða
Samlaða løgtingið
Kandidat/master ella Ph.D
1
5
6
(18,2 %)
BA, Bsc, Diplom og samsv.
8
4
12
(36,4 %)
Miðnám og yrkis útb.
9
3
12
(36,4 %)
Styttri enn 1 ár eftir fólkaskúla
1
2
3
(9 %)
Tilsamans
19
14
33
*GG Útbúgvingarnar eru flokkaðar smb. hagtølunum hjá Hagstovuni.
**GG Einans hægsta, loknað útbúgving er tikin við, smb. Logting.fo
Løgting skift á flokkar
Fólkaflokkurin
Sambandsfl.
Kandidat/master ella Ph.D
BA, Bsc, Diplom og samsv.
5
3
Miðnám og yrkis útb.
3
5
Styttri enn 1 ár eftir fólkaskúla
1
Tilsamans
9
8