mánadagur 27. oktober 2014síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 8
I
27. oktober 2014
Stjórnirnar
kring okkum
Í Danmark
Av teimum 20 donsku ráðharrunum, hava 16 teirra longri útbúgving
(frá bachelor, og upp til Ph.D.), harav heili seks eru cand.scient.pol.
Tvey hava miðallanga útbúgving (miðnám ella samsvarandi) og tvey
hava stutta útbúgving (fólkaskúla). (Kelda: http://www.stm.dk/)
Í Noregi
12 av teimum 16 norsku ráðharrunum hava í minstalagi útbúgving
á bachelorstigi, tey restandi fýra hava bæði eina miðal
langa útbúgving. (Kelda: http://www.regjeringen.no/)
Í Íslandi
Allir teir níggju ráðharrarnir hava útbúgving á minst
bachelorstigi. (Kelda: http://www.stjornarrad.is/)
Í Svøríki
21 av teimum í alt 24 ráðharrunum hava í minstalagi útbúgving á bachelorstigi.
Tey restandi trý hava minst eina miðnámsútbúgving. (Kelda: http://www.regeringen.se/)
Í Grønlandi
Millum tey – í løtuni – fáu landsstýrisfólkini í Grønlandi, er eitt við longri, tvey
við miðal langari og eitt við styttri útbúgving. (Kelda: http://naalakkersuisut.gl/)
Í Føroyum
Í Føroyum, millum tey sjey landsstýrisfólkini, er einans Annika
Olsen við longri útbúgving, meðan hini seks hava nomið sær
útbúgvingar uttanfyri universiteti. (Kelda: http://tinganes.fo/)
Føroysku landsstýrisfólkini
Landsstýrið:
Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen
Skipsførari
Almannamálaráðharri Annika Olsen
Cand.mag. í donskum og religión. Exam art. í føroyskum
Fíggjarmálaráðharri Jørgen Niclasen
Studentsprógv
Heilsumálaráðharri Karsten Hansen
Løgreglumaður
Mentamálaráðharri Bjørn Kalsø
Studentsprógv, húsasmiður, lærari og stakgrein á
hægri handilsskúla í roknskapi og virkisbúskapi
Vinnumálaráðharri Johan Dahl
Bankaútbúgving og ávís prógv innan merconomútbúgving
Fiskimálaráðharri Jacob Vestergaard
Løgreglumaður
Fólkið í Føroyum (25-64 ár)
Prosent av teimum, sum svaraðu
Kandidat/master ella Ph.D
6,00%
BA, Bsc, Diplom og samsv.
29,00%
Miðnám og yrkis útb.
41,00%
Styttri enn 1 ár eftir fólkaskúla
23,00%
*GG einans fólk millum 25-64 ár av teimum 37.965 svarandi eru íroknað
Javnaðarfl.
Sjálvstýrisfl.
Tjóðveldi
Miðflokkurin
Framsókn
1
4
1
2
2
2
1
1
1
1
6
1
6
2
1