Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 nr. 8 I 27. oktober 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum eysliga týtt til føroyskt førdi Winston Churchill, víðagitni fyrr­ verandi stjórnarleiðarin í Stóra Bretlandi, fram, at »Besta sjónar­ miðið í móti fólkaræði finnur tú í einum fimm-minuttir prátið við miðal­hampa veljaran.« Um ímyndin av fólkaræði er, at fjølbroytni millum veljararnar skal endurspeglast í teimum fólka­valdu politikkarunum, so eru føroyingar væl við. Millum føroysku politikarnar eru fólk við ótrúliga fjølbroyttum førleikum, royndum og út­búgvingarstigum. Spurningurin, sum stingur seg upp, taka vit støði í Churchill, er hvørt »miðalhampa veljarin« skal sita í landsins ovastu leiðslu. Eiga førleikar at raðfestast framum fólka­ræði ella fólkaræði fram um førleikar? Spurningurin eigur í veruleikanum ikki at vera so polemiskur og einfaldur; ein fólka­ ræðisliga valdur politikkari kann vera betri fyri, enn eitt vælútbúgvið landsstýrisfólk, sum er sett uttan um politisku skipanina. Kappingarførur statur Ole Therkildsen, granskari við Dansk Institut for Internationale Studier, hevur sett sær fyri at eftirkanna tey førleikakrøvini, sum ein kann loyva sær at seta sínum lands­stýrisfólkum í tráð við hugtakið um »kappingar­statin«. Kappingarstaturin skal skiljast sum tann búskaparliga kappingin, ið statir hava við hvønn annan. Logiski frymilin fyri kappingarstatin er sostatt, at ein statur gerst alsamt kappingarførari umvegis vaksandi førleika­menning – oftast tulkað at vera útbúgvingarlig førleikamenning. Við øðrum orðum, so fáa vit, gjøgnum betri útbúgvið fólk eina førleikasterkari arbeiðs­ megi, sum kemur statinum til góðar í búskapar­ligu kappingini við hini. Hyggja vit at tølum frá Manntal í 2011, sum Hagstova Føroya hevur greinað, sæst eisini, at høgar inntøkur eru í sterkum samsvari við høga útbúgving. Góðtaka vit hendan logikkin, so kunnu vit siga, at útbúgvin arbeiðsmegi í Føroyum kann javnsetast við búskaparliga virðis­øking – altso, hægri inntøkur til løntakaran og sostatt hægri skattainntøkur til landið. Evsti politiski myndugleikin í Føroyum, landsstýrið, hevur skyldu at skapa karmar fyri, at føroyski »staturin« er kappingarførur við skynsomum búskaparligum politikki. Ole Therkildsen, sum í hesum førinum finst at útbúgvingarstøðinum hjá donsku ráðharrum sigur, at sostatt átti fólkið at kravt eitt vælútbúnað stjórn. Í Danmark sita 20 ráðharrar harav heili 16 teirra – ella 80% – hava útbúgving á kandidats­stigi ella hægri. Til samanberingar, er tað bert eitt av teimum sjey – ella 14,3% – sitandi landsstýrisfólkunum í Føroyum, sum hava kandidat­útbúgving. Fólkaræði skal tryggjast Troels Krarup, sosiologur, vísir tó á vandan við einari ov vælútbúnari stjórn. Høga talið av vælútbúnum politikarum í Danmark hevur ført við sær eina 'serfrøðingagerð' av kjak­málinum. Sambært honum, so førir eitt ser­frøðinga­veldi við sær, at fólkið ikki verður ført fyri – í sama mun sum áður – at luttaka í almenna kjakinum. – Heilt inni í miðfyrisitingum, síggja vit eitt vaksandi tal av »serligum ráðgevum« og »miðlafólkum«. Hesi starvsfólkini koma beinleiðis at spunasmíða orðingar og mein­ ingar hjá einum ráði, sum sostatt er við til at »serfrøðingagera« politiska málburðin, skrivar Krarup á information.dk. Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur tekur, í aðrari grein, lutvíst undir við hesum, skift á føroysk viðurskifti. Føroysku landsstýrisfólkini eru verri fyri útbúgvingarliga enn norðurlendsku grannarnir. Spurningurin er, hvørt hægri krøv skulu setast teimum, ella um tað skal roknast sum ein fólkaræðislig dygd Mortan Absalonson Østerø seinasta norðurlendska »óteknokratiið«? L Seinasta óteknokratiið – Parlament kring demokratiska heimin eru ákærd fyri at flyta seg burtur frá veljarum teirra í tann mun, at elitan og tey vælbjargaðu ikki í sama mun kunnu representativt umboða ella avspegla fólkasamansetingina, tey smíða lógir fyri, sigur Súsanna Olsen