Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 nr. 8 I 27. oktober 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Airport 19 Sjóvegis samband týdningar- miklari enn flogsamband etraði møguleikin at flyta feskan fisk skjótt út í heim loft­ vegis verður ofta fram­hevjaður sum eitt høvuðs­argument fyri at bøta um flog­vallar­viður­ skiftini í Føroyum, so flúgvast kann við størri flogførum og betri regu­lariteti. Soleiðis var eisini, tá stór­ sligna og ambisjøsa verk­ ætlanin Airport 19 varð almannakunngjørd á Hotel Føroyum hósdagin 9. oktober. Fiskaútflutningur fylti nógv í argumenta­ sjón­ini, og eftir ætlanini, sum nú liggur á borð­inum, skal flogoyggin í Tangafirði hava langan kajkant, har tað skal kunna bera til at landa feskfisk at kalla beinleiðis upp í flogfør, sum kunnu flúgva fiskin langvegis, meðan hann enn er spillfeskur. Men hesin tørvurin tykist vera rættiliga yvirmettur av stigtakarunum – og øðrum agitatorum fyri nýggjum altjóða flogvølli við. Tørvurin nøktaður Gamaní hevur tørvur verið á at fáa fiskin so skjótt sum gjørligt út til keyparan, líka síðani flakavinnan tók seg upp í Føroyum fyri einari hálvari øld síðani og spakuliga trokaði salt­ fiskin burtur sum okkara høvuðsfiskavøru. Og ikki minni, tá alivinnan síðani av álvara tók seg upp í 1980-árunum. Alivinnan hevur gingið á odda at menna marknaðir fyri feskum fiski, í hesum førinum laksi, og her er logistikkurin – flutningsnetið – eisini avgerandi, so fiskurin kann koma skjótt fram. Men hesin tørvurin er longu væl og virð­ iliga nøktaður sambært Regini Jacobsen, stjóra á Bakkafrost. Bakkafrost er Føroya størsta alifyritøka, og hon útflytir árliga 20.000 – 30.000 tons av laksi loftvegis – tó ikki beinleiðis úr Føroyum, men úr Stóra­ bretlandi. – Tað er so skjótt at sigla til Stóra­ bretlands, og vit hava í dag gott sjóvegis sam­band tann vegin tvær ferðir um vikuna. Tað sam­bandið er sera týdningarmikið, tí fáa vit fiskin skjótt til Stórabretland, hava vit har atgongd til eitt loftvegis flutningsnet, ið fevnir um allan heimin. Vit kunnu koma í hvønn krók í heiminum haðani, serliga úr London, og yvirkapasiteturin er so mikið stórur, at fraktin verður bíligari á henda hátt, enn um vit til dømis sjálvir skuldu leiga eitt flog­far, sigur Regin Jacobsen. Spjaddir keyparar Hann vísir eisini á, at tað ikki gevur nógva meining fyri Bakkafrost at fylla eitt stórt flogfar við laksi, sum flýgur til dømis bein­leið­ is úr Føroyum til New York í USA, tí keyp­ar­ arnir eru spjaddir um alt USA. Tí ræður tað um at kunna senda smærri nøgdir til nógvar ymsikar destinasjónir, heldur enn eina stóra nøgd til eitt stað. – Stóri kapasiteturin í London og vítt greinaða flutningsnetið har gevur møguleikar, sum tað verður sera trupult at kappast við her, líka mikið hvussu stórur flogvøllurin er, og hvussu góður regulariteturin er, sigur Regin Jacobsen. Hann leggur tó dent á, at hann bara hyggur at, hvussu støðan sær út nú, og at hon kann broytast. – Tað er altíð gott, tá onkur torir at koma við djørvum hugskotum, eisini um tey kunnu tykjast svøk í løtuni. Støðan kann broytast, og okkara støða viðvíkjandi flutningstørvi er full­komiliga broytt í mun til tað, hon var fyri bara 5-6 árum síðani, og tí kann tað eisini hugsast, at hon aftur broytist grundleggjandi næstu 5-6 árini, sigur stjórin á Bakkafrost. Støðan broyttist Við hesum sipar Regin Jacobsen til eitt sakar­ mál um prísdumping, sum ES førdi móti føroyskum laksaútflutningi í 2001. ES hótti tá við at leggja strafftoll á føroyskan laksa­út­ flutning. – Vit vunnu málið, men tað lat okkara eygu upp fyri, at tað var ikki vandaleyst at dúva ov nógv upp á bara ein marknað. Okkurt um 95 prosent av øllum útflutninginum av før­oyskum alifiski fór tá til ES-marknaðin, men hendingin fekk okkum at leita eftir øðrum marknaðum, og er beinleiðis atvoldin til, at vit nú útflyta so stórar nøgdir av feskum loft­vegis. Vit selja millum annað til Malaysia, Japan, Kina og Taivan í Asia, til bæði eystara og vestara part av USA umframt Hawaii, til Miðeystur og Arabisku Emiratini, og nú er Evropa bara ein lítil marknaður hjá okkum, greiðir hann frá. Ov lítið av rávøru Dávid Jacobsen, stjóri á Faroe Origin, sum er størsta flakavirkissamtakið í landinum, dugir heldur ikki at síggja, hvussu ein nýggj flogoyggj í Tangafirði kann tæna út­flutning­ inum av feskfiski, og hann er sum heild sera ivasamur um verkætlanina. – Vit útflyta ikki eitt kilo av fiski loftvegis í dag, men tað er ikki orsakað av vánaligum flogsambandi ella flogvallarviðurskiftum. Vit fáa einfalt ikki nóg mikið av rávøru til at tað loysir seg at senda feskan fisk loftvegis út í B Fyri Bakkafrost, Føroya størsta laksaútflytara, er ein nýggjur altjóða flogvøllur sum Airport 19 ikki áhugaverdur, sum støðan er nú. Fyritøkan flytir nógvan laks loftvegis úr Stórabretlandi, har yvirkapasitetir er á rutunum, og flogið verður til øll støð í heiminum. Heldur ikki hjá Faroe Origin, ið er landsins størsti útflytari av flaki, verður ein nýggjur altjóða flogvøllur hildin at verða átrokandi, tá tað snýr seg um útflutningin av feskum fiski Ingolf S. Olsen – PRESS