Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-27, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. oktober 2014síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 8 I 27. oktober 2014 heim, og tann støðan broytist ikki av, at ein stórur altjóða flogvøllur verður bygdur, stað­ festir Dávid Jacobsen. Hann ásannar eisini, at sjálvt um rávøru­ grundarlag var fyri størri útflutningi loftvegis, ella allir feskfiskaútflytararnir gingu saman um at fylla flogfør við fiski, so høvdu tey í so máta verið í júst somu støðu sum Bakkafrost, nevniliga at tað kortini vildi verið fíggjarliga skilabest at flutt feska fiskin sjóvegis til Stórabretlands og síðani kobla seg upp á vítt­greinaða altjóða loftferðslunetið og bíliga yvir­kapasitetin har. Stuttur teinur Sjóvegis teinurin til evropiska meginlandið er eisini so mikið stuttur, at tað ber væl til at út­ flyta feskt tann vegin, vísir Dávid Jacobsen á. – Vit flyta nógv størsta partin av okkara fiski til evropeiskar marknaðir. Nú fer megin­parturin avstað sum frystir úrdráttir, men sjálvt um vit skuldu lagt okkum eftir at útflutt meira av feskum, so hevði tað eisini loyst seg betri at gjørt tað sjóvegis. Tann mongdin av feskum, vit senda á marknaðin, fer við Norrønu hóskvøld og er á evropeiska marknað­inum mánamorgun, og tað er ongin trupul­leiki við tí, tá tað ræður um góðsku, sigur hann. Stjórin á Faroe Origin heldur ikki, at tað hevur so nógv at siga, sum summi vilja gera tað til, um fiskurin kemur feskur á marknaðin sama dag, sum hann er landaður, ella 2-4 dagar seinni. Hann vísir á, at eisini í heims­ høpi verður nógv tann størsti parturin av fiskinum, eisini tí feska, fluttur sjóvegis ella yvir land við kølibilum. – Tað er bara í Íslandi, at eg havi sæð fiskaútflutning í stórum stíli við flogførum, men Ísland er eisini í tí støðu, at teir eru tættari at Amerika enn restin av Evropa, so tað er bíligari hjá teimum at flúgva fisk á ameri­kansku marknaðirnar. Og hinvegin liggur Ísland so mikið langt frá bæði evropeiska fastlandinum og Amerika, at tað verður ov langt hjá teimum at flyta feskan fisk sjó­vegis, sigur stjórin á Faroe Origin. Faroe Origin útflytir árliga á leið 5000 tons av flaki, porsjónum, nakkastykkjum og øðrum fiska­úrdráttum, harav tey 1500 tonsini eru feskir úrdráttir. Hjá Bakkafrost hevur tað týdning at hava gott sjóvegis samband til Stórabretlands. Haðani kann feski laksurin flúgvast til øll støð í heiminum, og yvirkapasitetur á flutningsrutunum ger, at fraktin er lutfalsliga bílig. Tí gevur ein nýggjur altjóða flogvøllur í Føroyum ikki meining fyri útflutningin hjá Bakkafrost, sigur Regin Jacobsen, stjóri, sum tó leggur dent á, at støðan kann broytast Mynd: Hilmar Jan Hansen Dávid Jacobsen, stjóri á Faroe Origin, er sera ivasamur um, hvørt flakavinnan fær nakra nyttu av stóru flogvallarverkætlanini Airport 19, um henda verður framd í verki. Faroe Origin flytir ikki ein stert út loftvegis, men tað er ikki orsakað av vánaligum flog­ sambandi ella flogvallarviðurskiftum, men tí rávøru­grundarlag ikki er fyri tí, sigur hann