mánadagur 27. oktober 2014síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
nr. 8
I
27. oktober 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
arita Rasmussen, stjóri í
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
veit ikki rættiliga, hvat hon
skal halda um hugskotið
at útbyggja Flesjarnar í
Tangafirði til eina flog
oyggj við tveimum langum,
krossandi flogbreytum.
Verkætlanin, ið ber navnið
Airport 19, er ein tøknilig
avbjóðing av teimum stóru, og samlaði
kostnaðurn er mettur til 5,6 milliardir krónur.
– Enn hava vit bara sæð eina tekning, so
óvissa valdar um allar lutir og smálutir í verk
ætlanini, men vit kunnu skjótt verða samd
um, at hon er bæði vill og svøk samanborið
við allar aðrar háfloygdar ætlanir, ið hava
verið frammi um nýggjan altjóða flogvøll í
Føroyum – og júst tí kann ein slík verkætlan
eisini flyta mørk, sigur Marita Rasmussen.
– Men tá tað er sagt, so haldi eg als ikki,
at tørvur er á nakrari nýggjari flogvallarverk
ætlan í hasari dimensjónini. Ætlanin er løgd
alment fram av stigtakarunum og er spenn
andi, men vit mugu tó staðfesta, at verk
ætlanin ikki frammanundan var eftirspurd, í
øllum førum ikki av útflutningsvinnuni, slær
hon fast.
Irrelevant
Eins og stjórarnir á Bakkafrost og Faroe
Origin dugir stjórin í Føroya Arbeiðsgevara
felag heldur ikki rættiliga at síggja, at Airport
19 yvirhøvur skal verða nakar stórur fongur
fyri føroyska vinnulívið.
– Tað verður tosað so nógv um at flyta
feskan fisk loftvegis út á marknaðin, men
orsøkin til, at tað er vorðið ein sólskinssøga
hjá alivinnuni, at hon í stórum mátistokki er
farin at flyta feskan laks loftvegis til fjar
skotnar marknaðir, er júst tann, at alivinnan
hevur so góða atgongd til bíligan yvirkapa
sitet á flogrutunum úr London til restina av
heiminum. Hvørki Vágar ella ein møgulig
nýggj altjóða floghavn í Føroyum klára ta
kappingina sum er, og tí er Airport 19 eisini
irrelevant í tí samanhanginum, sigur Marita
Rasmussen.
Hon ivast tó ikki í, at ein verkætlan sum
Airport 19 fer at verða brúkt, um hon verður
gjørd:
– Tað verður hon, men spurningurin er,
um hon verður brúkt so nógv, at íløgan kann
forrentast og geva avkast. Tað er eisini møgu
ligt, at onkur fær hug at gera íløgur í hesa
verkætlanina, men tað verða neyvan føroyskir
íleggjarar.
Lítið at vinna
Marita Rasmussen hevur eisini lagt til merkis,
at stigtakararnir til Airport 19 hava argu
menterað við, at flogoyggin fer at hava ein
regularitet á 100 prosent.
– Men nakrar fáar dagar áðrenn fram
løguna boðaði Vága Floghavn frá, at regulari
teturin har er komin heilt upp á 99,3 prosent,
síðani vøllurin var longdur, og tey fingu betri
flogtøkniliga útgerð har vesturi. So har er ikki
nógv at vinna upp á regularitetin hjá einari
nýggjari floghavn, staðfestir hon.
Møguligur miðdepil
Hóast ivan, so sær Marita Rasmussen eisini
nýggjar, lønandi møguleikar, ið kunnu fylgja í
kjalarvørrinum á ein nýggjum altjóða flogvølli
við langum breytum og einari atknýttari
skips-transitthavn.
– Føroyar liggja jú geografiskt sera væl
fyri á farleiðini yvir um Atlantshavið – bæði
loftvegis og sjóvegis. Tí eru kanska møgu
leikar fyri at blanda seg í kappingina við aðrar
stórar flogvallir, samstundis sum tað kanska
verða onkrir nýggir møguleikar í sambandi
við skipaferðsluna, tá tað verður fríari at sigla
í arktiska økinum, sigur hon.
Stór ávirkan
Tó at Airport 19 er hugsað í trimum byggi
stigum, sum til samans strekkja seg yvir nógv
ár, so er greitt, at verkætlanin fer at hava
stóra ávirkan á alt samfelagið og ikki minst
byggivinnuna, meðan arbeiðið verður gjørt.
Samanlagt er verkætlanin metta at kosta 5,6
milliardir krónur, og tað er ein ovurstór verk
ætlan samanborið við støddina á tí lutfalsliga
lítla føroyska búskapinum.
– Tað hevði verið sera áhugavert einaferð
at sæð eina kost-nyttu kanning av allari verk
ætlanini. Hyggja vit bara at byggifasuni, so
eru tað nógvir pengar, sum skulu brennast
av har, og tá er altíð vandi fyri ovurhiting í
vinnuni ella pørtum av henni, men eg beri
tó onga bangheit fyri, at byggivinnan ikki fer
at tillaga seg til støðuna, um henda verk
ætlan nakrantíð fer í gongd, sigur Marita
Rasmussen.
Airport 19-verkætlanin kann sjálvsagt brúkast, um hon verður gjørd, men ongin
tørvur er á henni nú, heldur Marita Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Hon væntar, at byggivinnan skjótt hevði lagað seg til støðuna, tó at vandi altíð
er fyri ovurhiting í vinnuni, tá ein so stór verkætlan verður framd í verki
Ingolf S. Olsen – PRESS
Vinnuhúsið er ivasamt
M
Airport 19
Airport 19 er ein bæði vill og svøk verkætlan,
og júst tí kann hon flyta mørk, heldur Marita
Rasmussen, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Men hon heldur tó ikki, at tørvur er á
einum nýggjum altjóða flogvølli.
ohan Dahl, vinnumálaráð
harri var til staðar, tá Airport
19-flogvallarverkætlanin varð
almannakunngjørd á Hotel
Føroyum 9. Oktober, men hóast
hann eisini helt talu, har hann
rósti stigtakarunum fyri teirra
dirvi til at hugsa stórt, so vissar
landsstýrismaðurin um, at hann
og Vinnumálaráðið absolutt onki
hava við verkætlanina at gera.
– Vit eru bara áskoðarar eins og flest
onnur. Eg síggi hetta eisini meira sum eina
visjón enn eina veruliga verkætlan, tí enn
eksisterar hon bara sum eitt hugskot. Men
um verkætlanin yvirhøvur kann fremjast
við atliti til til dømis prís, logistikk og flog
teknikk, og onkur hevur áhuga í at byggja
og fíggja eina slíka flogoyggj, so er einhvør
menning av samferðslukervinum og harvið
føroyska samfelagnum sjálvsagt kærkomin,
og myndugleikarnir vilja hjálpa til, sigur
Johan Dahl.
Jóannes Petersen, stigtakari til verkætlan
ina, segði við Sosialin 15. oktober, at hann
fyrsta dagin fór at søkja landsstýrið um loyvi
at brúka økið við Flesjarnar til verkætlanina,
mest fyri at tryggja, at ongin annar fer avstað
við økinum, men enn hevur Johan Dahl ikki
fingið nakra umsókn um hetta.
Privat verkætlan
Tað verður neyvan nakar stórur trupulleiki
at fáa eitt prinsipielt loyvi til at brúka ætlaða
økið, men fíggjarliga fer tað almenna ikki at
bjóða seg fram.
– Í útgangsstøðinum haldi eg als ikki, at
landið skal taka lut í verkætlanini fíggjarliga,
um hon einaferð gerst meira ítøkilig. Í so
fall verður tað ein privat verkætlan. Vit hava
júst brúkt út ímóti 400 milliónir krónur til
at útbyggja og modernisera verandi flog
vøllin í Vágum. Hann nøktar væl tørvin, sum
er, so tað almenna fer ikki at binda seg til
nýggjar, stórar flogvallaríløgur í bræði, sigur
vinnumálaráðharrin.
Hann sigur tó eisini, at um tað skuldi
komið har til, at verkætlanin stendur og
fellur við, um landið vil stuðla henni við
nøkrum milliónum krónum um árið í eitt
áramál, so verður tað upp til politisku
skipanina at taka støðu til tað til ta tíð.
– Men um kjakið um ein flogvøll afturat
skuldi tikið seg upp aftur einaferð, tí tørvur
kanska verður á einum nýggjum vølli, so má
tað kannast, um henda flogoyggin yvirhøvur er
ein brúkbar loysn. Landsverk hevur gjørt fleiri
kanningar av støðum, har ein nýggjur flog
vøllur møguliga kann leggjast, og eg vænti, at
teir eisini fara at kanna henda møguleikan, um
tað einaferð verður aktuelt, sigur Johan Dahl.
Vinnumálaráðið er bara áskoðari
J
– Vit hava júst brúkt út ímóti 400
milliónir krónur til at útbyggja og
modernisera verandi flogvøllin í Vágum.
Hann nøktar væl tørvin, sum er, so tað
almenna fer ikki at binda seg til nýggjar,
stórar flogvallaríløgur í bræði, sigur
Johan Dahl, vinnumálaráðharri.
Tað almenna er á ongan hátt við í Airport 19-verkætlanini, slær Johan Dahl,
vinnumálaráðharri, fast. Men um onkur hevur áhuga í at byggja og fíggja, og
ætlanin kann realiserast, so er einhvør menning kærkomin, sigur hann