hósdagur 24. juni 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 118 - 24. juni 2004
Nr. 118 - 24. juni 2004
3
Arbeitt verður av
øllum alvi við at
fáa sjósavnið á
seglloftinum í
Stóra Pakkhúsi í
Vági liðugt
uppsett, so klárt er
til jóansøkuna. Og
hósdagin klokkan
17 fara dyrnar upp
og skoðast kann
aftur í tíðina til
sjólív og
gerandislív
SJÓSAVN
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Stóra Pakkhús er fjøl-
táttað hús, ið hýsir al-
skins feløgum og til-
tøkum. Ein partur av
virkseminum er eitt sjó-
savn, sum arbeitt hevur
verið við og nú verður
dúgliga arbeitt á segl-
loftinum, so klárt er til
jóansøku. Fyrireikarar-
nir siga í tíðindaskrivi,
at nú er um at vera klárt.
Hósdagin kl. 17.00
letur sjósavnið í Stóra
Pakkhúsi í Vági upp fyri
almenninginum.
Sjó-
savnið er partur av Vágs
Sóknar Bygdasavni. Í
longri tíð hevur verið ar-
beitt við at seta upp sjó-
savnið, og nú er komið á
mál.
Sjósavnið er á sokall-
aða Seglloftinum, har
seglini hjá Garðamonn-
um (A/S J. Dahl á Gørð-
unum í Vági) vórðu
seymað. Á Segllofti-
num, har m.a. Kristin á
Økrum og Julius við
Kikslið seymaðu segl,
eigur mangur vágbingur
fótaspor. Hesin parturin
av Stóra Pakkhúsi ein
søga fyri seg sjálvan. Á
veggjunum hava fólk
síðan fyrst í 1920unum
skrivað navn sítt og árs-
tal. Seglloftið var eitt
sera væl umtókt savn-
ingarstað fyri dreingja-
ungdómar í Vági, og
funnu hesir hvør í sínum
lag upp á at skriva navn
sítt við kriti á veggirnar
og gjørdust sostatt ótil-
vitað
týdningarmikil
partur av bygdarsøgu
okkara.
Fyrsta framsýningin í
sjósavninum fevnir um
fiskivinnu á sjógvi og
landi í Vági í tíðarskeið-
inum frá mitt í 1800tali-
num fram til seinna
heimsbardaga. Hetta tíð-
arskeið var merkt av, at
Vágur var fyri stórum
vøkstri
og
millum
fremstu vinnupláss í
landinum. Søgan frá
hesum tíðarskeiði í Vági
er rík, og sýnir Sjósavn-
ið í Stóra Pakkhúsi fram
ein brotpart av hesum í
framsýningini, sum letur
upp tórsdagin, verður
m.a. sagt í tíðindaskrivi.
Framsýningin er skip-
að soleiðis, at vitjandi
skulu fáa eina heild-
aruppliving fevnandi um
lutir, myndir og frá-
sagnir, umframt møgu-
leikan at síggja ein film
frá 1927 og hoyra eina
øðrvísi ljóðmynd, sum
helst ikki finst á nøkrum
øðrum savni í landinum.
Eftir summarfrítíðina
2004 verða várkonfir-
mantarnir í Suður-
streymi undirvístir
um heystið, og heyst-
konfirmantarnir um
várið
KONFIRMATIÓN
Tíðindaskriv
Higartil hava konfirmant-
arnir í Suðurstreymi gingið
at lisið nakrar vikur í skúla-
tíðini sama hálvár, teir
vórðu konfirmeraðir, men
soleiðis er ikki longur.
Á fundi 12. januar í ár
millum prestar og skúla-
leiðarar í Suðurstreymi
varð avgjørt at fara undir
eina nýggju lesiskipan, har
hvør
konfirmantflokkur
fær undirvísing tveir skem-
alagdar tímar um vikuna í
eitt hálvár.
Várkonf irmantarnir
2005 møta eftir hesi nýggju
skipan
fyrstu
ferð
týsmorgunin 24. august
2004 kl. 8.00 - 9.30 og
soleiðis hvønn týsmorgun
til
og
við
desember.
Konfirmantar
í
Suður-
streymoyar eystara presta-
gjaldi møta í Havnar kirkju,
og teir í vestara prestagjaldi
í Vesturkirkjuni. Markið
millum eystur- og vestur-
býin er Tróndargøta, Varða-
gøta og Villingardalsvegur.
Havið dóps- ella navna-
bræv við.
Heystkonfirmantarnir
2005 ganga til prest eftir
hesi somu ætlan hvønn týs-
morgun somu tíð frá januar
2005 til juni. Nærri verður
lýst, nær hesir konfirmant-
ar skulu møta.
Prestarnir í Suðurstreymi
eru:
Bjarni Bæk
Sonja Klein
Sverri Steinhólm
Jóannis Fonsdal
Heri Joensen
Bergur D. Joensen
Aftur í ár verður sølu-
framsýningin Glugga-
glæma á skránni í
Müllers pakkhúsi, har
eisini úrslitið av sjals-
kappingini, sum varð
útskrivað í januar,
verður avdúkað
LIST
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Í september í ár verður søl-
uframsýningin
Glugga-
glæma við livandi verk-
støðum aftur í Müllers
pakkhúsi, har øll áhugað
kunnu luttaka.
Talan er um eina fram-
sýning, sum verður í átta
dagar við skiftandi fram-
sýnarum. Fyrireikararnir,
Jónhild
Johannesen
og
Randi Vang, siga, at miðað
verður eftir at skapa eina
framsýning, ið fevnir um
tað gamla siðbundna eins
og tað nýggjasta innan før-
oyskt snið, handverk og
handverkslist.
Gluggaglæma er tó ikki
bara livandi verkstøð eina-
ferð um árið. Hendan sølu-
framsýningin finst eisini
sum tann einasta í Føroyum
á
internetinum.
Á
www.craft.fo
finst
ein
spennandi heimasíða, sum
er eitt gallerí, sum eisini er
eitt sølutorg fyri handverk
og sniðgeving á interneti-
num. Gallaríið er óheft av
sjálvari søluframsýningini
og bjóðar pláss fyri øllum
hand- og listhandverksfólk-
um, ið ynskja at gera sítt
handverk sjónligt fyri al-
menninginum við sølu fyri
eygað.
Áhugin fyri luttøku í
sjalskappingini tykist at
vera stórur, og eru fyrireik-
ararnir sera spentar at
síggja úrslitini. Øll sjalini
verða nevniliga at síggja á
dagligu mótasýningunum
allar dagarnar, meðan sølu-
framsýningin er opin.
Endamálið er at eggja til
nýskapan við íblástri úr
gomlum, føroyskum snið-
um. Treytirnar eru, at sjalið
er gjørt úr føroyskum tilfari
og vaksnamannastødd.
Tríggir dómarar koma at
kjósa tað besta uppskotið,
og verður dømt út frá ný-
skapan við íblástri úr goml-
um føroyskum sniðum,
nýtsluháttin av føroyska til-
farinum, hegni og hand-
verksdygd. Tríggjar virðis-
lønir verða latnar, og verða
vinnararnir avdúkaðir á tí
seinasta degnum í sølu-
framsýningini í Müllers
pakkhúsi.
Seinasta freist at lata sjal
inn til Randi er tann 15. au-
gust.
Gluggaglæma hevur tvey
byggistig, um ein kann
kalla tað so. Fyrsta stigið er
framt við, at heimasíðan er
komin. Á hesi heimasíðuni
ber til at síggja privatar lýs-
arasíður við vørumyndum
og
persónsupplýsingum.
Tað vil siga, at um onkur
hevur hug at fáa síni verk
meiri sjónlig, so ber tað til
umvegis internetið. Alt
hetta er ókeypis í eini fyri-
bils royndartíð.
– Kostnaðurin er tó ikki
endaliga settur enn, sigur
Jónhild.
Annað stigið er ein út-
bygging av skipanini til
tess at rúma vørufrágreið-
ing, prísir og annað bæði á
føroyskum og enskum. Ella
eitt slag av privatum heim-
asíðum
undir
Gallarí
Gluggaglæma.
Jónhild Johannesen og
Randi Vang vænta, at tað
arbeiðið fer í gongd aftaná
royndartíðina seinni í ár.
Hugskotið við Gallerí
Gluggaglæma á interneti-
num er sprottið úr sølu-
framsýningini
Glugga-
glæmu september 2003.
Hendan søluframsýningin
er stuðlað av Vinnuframa-
grunninum.
Seinasta freist at boða frá
luttøku til søluframsýning-
ina í Müllers pakkhúsi er
tann 1. juli. Tilmeldingar-
blað fæst á heimasíðuni
www.craft.fo. Eru spurn-
ingar kunnu teir setast til
Randi Vang á tlf 514265
ella
umvegis
teldupost
ransiva@post.olivant.fo
Gluggaglæma og
sjalskapping
Gallerí Gluggaglæma er tann einasta føroyska heimasíðan av
sínum slagi
Sjósavnið í Vági
letur upp í dag
Hósdagin kl. 17.00 letur sjósavnið í Stóra Pakkhúsi í
Vági upp fyri almenninginum. Sjósavnið er partur av
Vágs Sóknar Bygdasavni
Jónhild Johannesen og
Randi Vang skipa fyri
søluframsýningini
Gluggaglæma
Várkonfirmantarnir í Suðurstreymi:
Ganga til eftir summarfrítíðina
Í kvøld, hóskvøldið kl
18, verður stórsligin
møttøka við Saltsølu-
na á Vestaru bryggju í
Havn, tá ið heimsins
elsta ferðamannaskip,
trúboðanarskipið
Doulos kemur, við
føroyinginum Árna
Jensen á brúnni
SKIPAVITJAN
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Í kvøld kl 18 leggur havn-
armaðurin, Árni Jensen,
skipari, heimsins elsta ferð-
amannaskip,
trúboðara-
skipið Doulos at bryggju
við Saltsøluna á Vestaru
Bryggju í Havn
Sjálv móttøkan verður, tá
ið skipið hevur lagt til
bryggju. Bjarni Djurholm,
landsstýrismaður, varaløg-
maður, og Osmundur Jus-
tinussen fara at bera fram
vælkomstheilsanir. Song-
kórið í Ebenezer fer at
syngja, hornorkostrið úr
Frelsunarherinum fer at
spæla, sína vøkru tónar, ið
fara at runga, út frá Vestaru
bryggju, fyri 40 ymiskum
tungumálum.
Beint aftan á verður stutt
móttøka fyri løgtingslimum
og landstýrismonnum, har
Jógvan á Lakjuni, menta-
málaráðharri, letur upp
heimsins størstu flótandi
bókasølu, fyri almenningi-
num.
Við skipinum eru umleið
300 fólk frá fleiri enn 40
tjóðum, harav ein annar
føroyingur, klaksvíksgent-
an Margith Olsen, ið hevur
verið umborð nærum eitt
ár.
Nakrir føroyskir gestir
eru eisini umborð, onkur
fyri at hjápa til at sigla
skipið heim, onnur ið eru
uttanlands, koma heim við
skipinum at ferðast.
Doulos, ið bert er tvey ár
yngri enn kenda ferða-
mannaskipið Titanic, er
bygt í 1914 og er sostatt
elsta siglandi ferðamanna-
skip í heiminum.
Nógv tiltøk eru á skránni.
Fyrireikararnir siga, at
samkomur, ið ynskja at fá
vitjan, kunnu siga frá á tlf.
585841 ella 585840, um
tær ynskja tað.
Skipið er opið allan dag-
in fyri almenninginum,
heimsins størsta flótandi
bókasøla er opin allar dagar
frá 10 - 22. Kaffistova er
umborð í hugnaligum um-
hvørvi.
Nógv tiltøk verða um-
borð, t. d. kvinnumøti, møti
fyri menn og fyri fyrrver-
andi Om’arar, og tiltøk fyri
børn - eisini saman við
familjuni.
Eitt av tiltøkunum í landi
er Ítróttarhøllini á Hálsi,
har verður tiltak fyri ung.
Skipað verur fyri ymisk-
um í landi fyri manningina,
gongutúrar í náttúruni ella
bil túrar, túrar í opnum
bátið o. m. a.
Mikukvøldið 30. juni
verður farið til Klaksvíkar,
har eisini verður skipað fyri
móttøku.
Nógv áhugaverd tiltøk
verða eisini har, sum verða
kunngjørd seinni.
Faldari um tiltøkini eru at
fáa runt um í landinum ella
við at venda sær til oman
fyri nevndu telefonnumm-
ur.
Miðsummarhaldið,
sum hvørt ár síðani
1989 hevur verðið
hildið í Klaksvík,
verður í morgin,
fríggjadagin 25. juni
MIÐSUMMARHALD
Tíðindaskriv
_ Tað má sigast, at tað
hevur viðrað stak illa at
kunna skipa fyri nøkrum
uttandurða í Klaksvík
hesar dagarnar um mið-
summarleitið, tí vit hava
havt
alt
annað
enn
summarveður. Í veður-
forsagnunum sær tó sær
út til at ein glotti verður
nú fríggjadagin, og er tí
avgjørt at taka henda
dagin til hetta tiltak, siga
Norðoya Fornminnafelag
og Skótaliðiðini í Klaks-
vík.
Sum vanligt tendra
skótarnir eldarnar kl. 15 í
Grøvini, har høvi verður
hjá børnum og vaksnum
at hugna sær til kvøldið
kemur.
Klokkan 19 verður
miðsummarrøðan, og í ár
verður tað Kári Purkhús,
studentaskúlalærari, ið
kemur at halda røðuna.
Eisini verður sungið úr
sangheftinum.
Verður veðrið til tað
verður farið ein gongutúr
út í náttúruna, har øll eru
vælkomin at vera við.
Hvar farið verður verður
upplýst á fundinum.
Tað eru skótaliðini í
Klaksvík og Norðoya
Fornminnafelag,
sum
skipa fyri tiltakinum við
stuðli frá Klaksvíkar
kommunu, og ynskja tey
øllum vælkomnum til
miðsummarhaldið
í
Klaksvík.
Miðsummarhald í
Klaksvík í morgin
Miðsummarhaldið í Klaksvík, sum Fornminnafelagið og
skótaliðini skipa fyri, verður úti í Grøv í annaðkvøld
Doulos kemur á Havnina í kvøld
90 ára gamla ferðamannaskipið, »Doulos«, ið nú er trúboðaraskip, hevur heimsins størstu flótandi bókasølu
Eftir tvey ár í Handils-
kjarnanum í Havn, gevst
Alma á Lava við ítróttar-
handlinum Sporty. Or-
søkin er, at hon hevur valt
at brúka tíðina til annað. Í
hesum sambandi verður
afturlatingaútsøla,
ið
byrjar hósmorgunin og
heldur fram alla vikuna.
Alma á Lava, sum eigur
handilin, nýtir høvi at
takka øllum viðskifta-
fólki fyri gott samstarv.
»Sporty« letur aftur
C
M
Y
K
3
2