Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-24, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juni 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 118 - 24. juni 2004 Nr. 118 - 24. juni 2004 5 Eftir at hava ligið í verkfrøðingaloysi í fleiri ár, hevur Tvøroyar Býráð aftur sett býarverkfrøðing BýARVERK- FRØÐINGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú hevur Tvøroyrar komm- una aftur fingið býarverk- frøðing. Á seinasta fundi samtykti Tvøroyrar Býráð at seta Tom Silvurdal í starvið sum býarverkfrøðingur og hann er longu byrjaður í starvin- um. Um hetta skal vera eitt tekin um nýgjar tíðir í Suð- uroy, skal vera ósagt, men Tom Silvurdal er vágbingur og hann býr í Vági. Og Býráðið hevur heldur ikki sett sum treyt, at hann skal flyta á Tvøroyri at búgva. Í øllum førum skerst ikki burtur, at fyri nøkrum árum síðani hevði tað politiskt verið trupult at sett uttan- bíggjafólk í so týðandi kommunalt starv í ymsum kommunum í Suðuroy - undir øllum umstøðum hevði verið ringt at sloppið undan kravinum um at hann skuldi búsett seg í kommununi, har hann fekk sína løn. – Eg veit ikki, hvussu onnur hugsa, men vit meta Suðuroynna sum eina eind og tí hava vit ikki ikki hugt eftir, hvaðani best skikkaði umsøkjarin var ættaður og ei heldur hava vit kravt, at hann skal búseta seg á Tvøroyri, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri. Býarverkfrøðingurin skal røkja tær verkfrøðiligu uppgávur, sum eru á Tvør- oyri. Men býráðið væntar eis- ini, at hann fer at fáa nakað av avlopstíð, so at hann eis- ini kann røkja uppgávur fyri aðrar kommunur í oynni. – Vit ætla í hvussu so er, at tað skal bera til hjá øðr- um at keypa sær tænastur frá býarverkfrøðinginum á Tvøroyri, sigur Kristin Michelsen. Sostatt skuldi borið til at røkt fleiri av teimum ar- beiðsuppgávum í oynni, sum dag verða sendar norð- ureftir. Tom Silvurdal er 40 ára gamal. Í 1991 tók hann prógv sum byggiverkfrøð- ingur og síðani hevur hann havt sjálvstøðugt virki. Hesi seinastu árini hevur hann arbeitt í Danmark. Hann sigur, at av tí at Tvøroyrar Kommuna ikki hevur havt verkfrøðing í nøkur ár, verður arbeiðið í fyrstuni at fáa tekniska økið dagført og at byggja upp eina tekniska deild á Tvør- oyri. – Tá ið vit eru komin uppundan við tí, skuldi onki verið í vegin fyri at átikið okkum uppgávur fyri aðrar kommunur í oynni eisini, sigur hann. Trý fólk arbeiða á tekn- isku deild hjá Tvøroyrar Kommunu. Higartil hevur kommunan goldið ein part av húsaleiguni hjá næmingunum á Almanna- og heilsuskúlanum, men nú er liðugt við tí NÆMINGABÚSTAÐIR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú tímir Tvøroyrar komm- una ikki meir! Í eina tíð hevur kommun- an betalt ein part av húsa- leiguni hjá næmingunum, sum ganga á almanna- og heilsuskúlan á Tvøroyri. Uttanbíggja næmingar á skúlanum, hava betalt eina ávísa upphædd fyri bústað. Hendan upphæddin hevur oftani verið minni enn tað, sum húseigarin, hevur kravt í leigu. Sostatt hevur kommunan betalt munin í millum tað, sum næmingurin hevur betalt í leigu og so tað, sum húseigarin hevur kravt í leigu. Kommunan metti hesa útreiðsluna til einar 50.000 – 60.000 krónur um árið. Kortini vísa veruligu ú- treiðslurnar seg at verað eitt sindur minni enn tað. Men minni útreiðslur ella ikki: Nú vil kommunan ikki betala meiri. Á seinasta býráðsfundi samtykti býráðið at steðga hesum studninginum til næmingarnar á skúlanum. Tað fráboðanina fær Mentamálaráðið so frá kommununi nú. Hava víst góðan vilja Kommunan hevur ikki havt skyldu at veita næmingun- um hendan studningin, men hetta var eitt tiltak, sum kommunan setti í verk av sínum eintingum, fyri at vísa sín góða vilja mótvegis skúlanum og fyri at vísa áhuga fyri at fáa ein veru- ligan skúla bygdan á Tvør- oyri. Hetta eru ikki einastu útreiðslur, kommunan hev- ur havt av skúlanum. Eitt nú hevur kommunan brúkt stórar upphæddir uppá at útvega skúlanum høli og at innrætta tey, eins og skúlin eisini sleppur at brúka høli frá kommunuskúlanum á Tvøroyri, hóast fólkaskúlin hevur tørv á hølunum sjálvur. Men býráðið hevur ongantíð fjalt, at orsøkin til, at kommunan tók hesa sjálvbodnu ábyrgdina á seg, var fyri at vísa áhuga fyri at fáa gongd á skúlan og fyri at varðveita hann á Tvør- oyri. Og býráðið hevur heldur ikki fjalt, at hetta var bara at meta sum fyribils hjálp til skúlan, til landsstýrið útvegaði skúlanum hósk- andi høli og næmingunum hóskandi bústaðir. – Einasta orsøkin til, at vit hava stuðla skúlanum so væl, er, at vísa, hvussu høgt, vit raðfesta, at skúlin verður verandi á Tvøroyri, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri. Men hann sigur, at í landsstýrinum vísir tað seg sum at als onki hendur við- víkjandi skúlanum. – Tí fer kommunan eisini at traðka á bremsuna, sigur hann. – Tað er eisini eitt mark fyri vælvildini hjá býráðn- um og tað er ikki kommun- an, sum hevur biðið um at fáa skúlan á Tvøroyri. Eitt sindur bjartskygd Kortini er kommunan eitt sindur bjartskygd um, at okkurt fer at henda. – Landsstýrismaðurin í skúlamálum hevur verið á Tvøroyri og hugt eftir um- støðunum. Hann hevur eis- ini boðað frá, at hann vil hava hølistrupulleikarnar hjá skúlanum loystar. Kortini hevur Tvøroyrar Kommuna fingið at vita frá landsstýrismanninum, at í løtuni eru ikki útlit fyri, at nýggjur skúli verður bygd- ur. Men í løtuni húsast skúl- in í fleiri hølum og tað er rættiliga óliviligt hjá teim- um. Samstundis eru tey eini húsini, sum skúlin brúkar, lýst til sølu. Higartil hevur skúlin bara verið fyri heimahjálp- ir, sum hava verið til skúl- ingar til heilsuhjálpara. Men í næstum er eisini ætl- anin at seta tað fullu heilsu- røktarabúgvingina í verk. Hetta er ein útbúgving, sum tekur næstan tvey ár afturat heilsuhjálparaútbúgvingini og tá verður talan um nógv fleiri næmingar á skúlanum enn tað eru nú. Tí eru ymsir møguleikar kannaðir fyri at leiga høli til skúlan. Men ongi høli eru til taks, sum eru so fræg, at tey kunnu metast at vera ein varandi loysn. – Sostatt heldur býráðið, at talan bara kann vera um leigu í eina avmarkaða tíð, kanska í eini tvey ár, ímeð- an nýggjur skúli verður bygdur. Men borgarstjórin vil ikki siga enn, hvørji høli, talan er um. Eitt skifti var talan um at húsa skúlanum í gamla heilsølubygninginum hjá Poul Hansen, men hóast endalig avgerð ikki er tikin, hevur býráðið skilt á lands- stýrinum, at hildið verður ikki, at tey húsini eru hósk- andi. Vágbingur verður býarverkfrøðingur á Tvøroyri Tvøroyrar kommuna smekkar lokið á kassan Tom SIlvurdal er longu byrjaður í nýggja starvinum sum býarverkfrøðingur á Tvøroyri Hetta er høvuðssætið hjá Almanna- og heilsuskúlanum. Tvøroyrar Kommuna hevur víst skúlanum stóra vælvild, men nú eru tolið við at vera uppi Býráðið skal kunnast Byggi-og býarnevnd- in hjá Tórshavnar býráð hevur viðgjørt mótmælisskrivið hjá íbúgvarunum í Tork- ilsgøtu. Seinni í dag skal skulu allir bý- ráðslimir kunnast um málið BÝRÁÐSFUNDUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Á fundi í Byggi- og býarnevndini varð avrátt, at vit eiga at kunna allar 13 býráðslimir um málið. Ætlanin er at hava ein so- nevndan forfund til bý- ráðsfundin hósdagin, sig- ur Heðin Mortensen, for- maður í Byggi- og býar- nevndini í Tórshavnar býráð. Í farnu viku kom undan kavi í Sosialinum, at fleiri íbúgvarar í Torkilsgøtu í Hoyvíkshaganum ilskast á byggiætlanirnar hjá Tórshavnar býráð í Maritugøtu. Ónøgd er um, at Tórs- havnar býráð hevur ætl- anir at byggja høg raðhús í Maritugøtu, sum koma at standa tætt at húsunum hjá íbúgvarunum í Torkilsgøtu. Tá raðhúsini í Torksils- gøtu vórðu bygd fyri trimum árum síðan, varð noktað byggiharranun at byggi raðhúsini við eini reising á 45 stig, men kortini ætlar býráðið at byggja raðhús í Maritu- gøtu í tveimum fullum hæddum. Í seinastu viku sendi Eigarafelagið í Torkils- gøtu mótmælisskriv til Tórshavnar býráð um byggingina í Maritugøtu. Á fundi í Byggi- og býar- nevndini hjá Tórshavnar býrað varð mótmælis- skrivið viðgjørt. Eingin niðurstøða Heðin Mortensen sigur, at á fundinum mánadagin varð kjakast um mótmæl- isskrivið, men enn er eingin niðurstøða gjørd í málinum. – Vit hava fingið kunn- ing í málinum og hava kannað innihaldið í mót- mælisskrivinum, men eingin niðurstøða er gjørd enn, sigur Heðin Morten- sen. Nýtt samkomuhús komandi summar Fyristøðumaðurin hjá Meinigheitini í Hoyvík, Jóni Johanne- sen, vónar, at nýggja samkomuhúsið í Hoyvík verður klárt at taka í nýtslu kom- andi summar NÝTT SAMKOMUHÚS Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Byggingin í Hoyvíkshagan- um grør um gangandi fót. Komandi summar verður eftir ætlan eitt nýtt og stási- ligt samkomuhús klárt at taka í nýtslu. Tað er Mein- igheitin í Hoyvík, ið skal hava nýtt samkomuhús. Jóni Johannesen er fyri- støðumaður hjá Meinig- heitini í Hoyvík, og hann vónar, at nýggja samkomu- húsið kann takast í nýtslu um komandi summari. – Byggingin er júst byrj- að. Formarnir eru fyri stutt- um settir upp í kjallaranum. Ætlanin er, at jørð- og be- tongarbeiðið verður liðugt um 23. juli í ár, og tíðar- ætlanin hjá okkum heldur rímuliga væl, sigur Jóni Johannesen. Tað er felagið, Articon, ið stendur fyri jørð- og be- tongarbeiðinum. Meinig- heitin í Hoyvík hevur ikki gjørt nakran sáttmála um timburarbeiðið enn, men hesin spurningur verður loystur í næstum Sjálvfígging Meinigheitin í Hoyvík er góð 20 ára gomul. Fyrstu mongu árini varð hildið til í Hoyvíkarskúla, men síðan 2002 hevur samkoman havt innivist í einum gomlum húsum upp á Brekku í Hoyvík. Virksemi hjá Meinigheit- ini í Hoyvík er munandi økt seinnu árini, og tørvurin á einum nýggjum og størri samkomuhúsi er stórur. Í dag eru millum 80-100 vaksin knýtt at samkomuni. Sunnudagsskúlin telir um 100 børn, og millum 40-70 ung eru føst fús at taka lut í ungdómsvirkseminum hjá samkomuni Spurdur, hvussu nýggja samkomuhúsið verður fíggjað, svarar Jóni Jo- hannesen, at nýggja sam- komuhúsið verður fíggjað við lántøku og gávum frá privatum fólki. Fylgið manningini á Skálaberg í stovuni Nú ber til beinleiðis at fylgja manningini hjá Skálaberg á alnót- ini. Eitt talgylt myndatól er sett um- borð á Skálaberg, har tú dagliga kanst fylgja við, hvat fyriferst umborð TALGILT MYNDATÓL Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Mangt broytist á mansins ævi. Hesum mugu flestu fiskimenn taka undir við. Nýggjasta tøknin ger, at tað er ikki longur neyðugt at vera til staðar á einum fiskifari fyri dagliga at fylgja við, hvar fyriferst umborð. Á heimasíðuni hjá Norð- lýsinum ber nú til at fylgja við manningini á Skála- berg. Við hjálp av einum talgyltum myndatóli á brúgvatakinum inni á brúnni ber nú til at fylgja Skálaberg alt samdøgrið. Í løtuni er Skálaberg staddur í Irmingarhavinum. Í Irmingarhavinum er óstøðugt Internetsamband, og tí kunnu myndirnar blíva burtur til tíðir. Skálaberg fer seinni í Barentshavið, og tá skuldi eingin trupul- leiki verið við samband- inum. – Byggingin er júst byrjað. Formarnir eru fyri stuttum settir upp í kjallaranum. Ætlanin er, at jørð- og betongarbeiðið verður liðugt um 23. juli í ár, og tíðarætlanin hjá okkum heldur rímuliga væl, sigur fyristøðumaðurin hjá Meinigheitini í Hoyvík Jóni Johannesen. Mynd Jens Kristian Vang Mynd frá myndatólinum um- borð á Skálaberg í Irmingar- kvøldið mánakvøldið Mynd: www.nordlysid.fo C M Y K 5 4