hósdagur 24. juni 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 118 - 24. juni 2004
Nr. 118 - 24. juni 2004
7
Ungir rokktónleikarar gera innrás
Nýggja rokktiltakið
Rox 2004 dróg 400
áhoyrarar niðan í
Badmintonhøllina
leygarkvøldið, og fyri-
reikarin Karl Anton
Klein sigur, at onnur
tiltøk eru á veg fyri at
fáa ungar tónleikarar
á pall. Fríggjakvøldið
gera ungir tónleikarar
innrás í Mentanarhús-
inum, seinni í summ-
ar gongur leiðin til
Íslands, áðrenn
pumpandi rokktónar
vera at hoyra í Norð-
urlandahúsinum í
heyst
TÓNLEIKUR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Spildurnýggja rokktiltakið
Rox 2004, sum manningin
á Margarinfabrikkini skip-
aði fyri, var á fyrsta sinni
hildið leygarkvøldið í Bad-
mintonhøllini í Havn, og
sambært Karl Antoni Klein
fyrireikara og tónleikalær-
ara eru teir væl nøgdir við
konsertina.
– Vit byrjaðu at práta um
konsertina afturi í desem-
ber mánaði, men arbeiði
gerst sjálvandi meiri intenst
seinasta mánaðin, sigur
Karl Anton Klein. Hann
heldur, at hóast nógv ar-
beiði krevst, er tað at skipa
fyri eini konsert ikki øll
verðin, og tað kann ikki
nýtast sum undanførsla til
vantandi
live-tónleik
í
Føroyum.
Yvirskot
– Fluffy Toys var fyrsti
bólkurin á palli, meðan
Side Effect setti punktum
við einum rimmar braki.
Ljóðgóðskan
var
góð,
skiftini gingu væl, og hóast
vit vóru nakað seinir at
byrja konsertina, eru vit
sum heild væl nøgdir, sigur
Karl Anton. Hann vil fegin
undirstrika, at teir 400 ungu
áhoyrararnir uppførdu seg
fyrimyndarliga
leygar-
kvøldið. Hóast alt ikki er
gjørt upp, mól tiltakið sam-
bært Karl Antoni eisini runt
fíggjarliga, og peningurin
verður nýttur til nýggj
tiltøk fyri ungar tónleikarar.
– Tað er ov lítið av før-
oyskum live-tónleiki, og
ein av uppgávum okkara er
at kunnað bjóða góðan og
livandi live-tónleik til fólk-
ið, sigur Karl Anton. Tá alt
hetta er sagt, kastar hann
eisini ljós viðurskifti, hann
ikki var heilt nøgdur við
leygarkvøldið.
– Eg má tó leggja afturat,
at WC-umstøðurnar í Bad-
mintonhøllini eru alt annað
enn nøktandi. Tvey lítil WC
til 400 fólk er synd at bjóða
ungdómi okkara, serliga tá
talan er um eina høll, sum
er góðkend til 640 fólk,
slær Karl Anton fast.
Rox 2004 stóð sostatt
sambært honum royndina,
og í summar og heyst eru
nýggj tiltøk á skránni hjá
Karl Antoni og teimum,
sum stríðast fyri føroyska
tónleikin.
Fleiri konsertir
Karl Anton sigur, at eitt
aðalendamál teirra er at
geva ungum tónleikarum
og nýggjum bólkum nýggj-
ar møguleikar og avbjóð-
ingar, og eftir øllum at
døma verður nógv gjørt at
náa hesum málum.
– Fríggjakvøldið verður
ein minni útgáva av Rox
2004 í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, og tiltakið byrj-
ar klokkan 23, greiðir Karl
Anton frá. Bólkarnir á palli
fríggjakvøldið verða 48
Pages, Speaker, Einkikann-
d i s k u t e r a s t a l t k a n n ,
Lamasea, Zink, og DJ
Switch, og so verður ein
bólkur úr Eysturoynni, sum
ikki luttók á Rox 2004 við
navninum Glitch eisini at
hoyra.
– Umframt hetta arbeiða
vit við einum størri og
kanska meiri krevjandi
konsert í heyst, har ætlanin
er at skipa fyri rokktiltaki í
Norðurlandahúsinum, og
vónandi fáa vit hesar ætl-
anir í eina fasta legu, sigur
Karl Anton.
Ísland bíðar
Men Karl Anton Klein og
aðrir fara seinni í summar
eisini at geva ungum tón-
leikarum møguleikan at
royna seg uttanfyri land-
oddarnar. Teir hava sam-
skipað eina konsertferð til
Íslands við nýggju havnar-
bólkunum Speaker og 48
Pages.
– Hetta eru ungir og
evnaríkir tónleikarar, sum
hava brúk fyri avbjóðing-
um. Tað vísir seg at vera
sera torført hjá nýggjaru
bólkunum at sleppa framat,
og tí steðgar menning teirra
ofta. Ferðin til Íslands er so
eisini ein roynd at betra um
hetta, sigur Karl Anton
Klein.
Saman við hesum bólk-
um hevur Karl Anton eisini
stovnað
útgávufelagið
Sprel Rex, og seinasta
mánadag kom nýggja fløga
teirra Ampaljóð á markn-
aðin. Spurdur, hvussu tíðar-
krevjandi arbeiði hansara er
fyri ungu tónleikararnar, er
Karl Anton greiður.
– Tað verður helst
eingin summarfrítíð í ár
fyri okkara viðkomandi,
sigur
hann
at
enda
flennandi.
Zink á palli í
Badmintonhøllini
leygarkvøldið undir stóra
tiltakinum Rox 2004
Mynd: Eyðun MüllerThomsen
Streingjatónar frá guitarspælaranum í Paradox undir Rox
2004, sum sum manningin á Margarinfabrikkini skipaði fyri.
Sambært Karl Antoni Klein fyrireikara eru bæði Ísland,
Mentanarhúsið og Norðurlandahúsið á skránni í næstum
Mynd: Eyðun Müller Thomsen
Søgan tykist júst verða byrjað fyri trummuspælaran í The Story Ends, sum her roynir seg frammanfyri teimum 400
áhoyrarunum leygarkvøldið
Mynd: Eyðun Müller Thomsen
Formaðurin í Útoyggjafelagnum:
Tað kann tykjast vónleyst og tungt
– Tað kann tykjast
vónleyst og tungt at
stríðast fyri at halda
lív í útoyggjunum,
serliga tí úrslitini ikki
tykjast liggja beint
um húsahornið. Men
tað hevur ongantíð
verið so týdningar-
mikið sum nú at
halda fast og ikki
missa takið, segði Óla
Jákup úr Dímun á
útoyggjafundinum í
Hesti
ÚTOYGGJAFUNDURIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Triðji aðalfundurin hjá Út-
oyggjafelagnum varð hildin
í Bygdarstovuni í Hesti
seinasta leygardag. Nógv
fólk vóru komin saman, og
bygdarstovan var á tremur.
Fundurin valdi Abraham
Mikladal til orðstýrara og
Óla á Geilini til skrivara.
Formaðurin í felagnum,
Óla Jákup úr Dímun, setti
fundin og las formansfrá-
greiðingina.
Hann legði dent á týdn-
ingin, ið felagið hevur fyri
at styrkja samanhaldið og
samstarvið millum tey, sum
búgva á útoyggj og fyri at
menna útoyggjarnar.
– Tað kann tykjast vón-
leyst og tungt at stríðast fyri
at halda lív í útoyggjunum
– ikki minst, tí úrslitini ikki
tykjast at liggja beint um
húsahornið. Men tað hevur
ongantíð verið so týdn-
ingarmikið sum nú at halda
fast og ikki missa takið.
Óla Jákup vísti á, at ein
vælvirkandi útoyggjamenn-
ingarstova (skrivstova) er
eitt sera avgerandi amboð í
hesum arbeiði.
– Hetta noyðast vit at fáa
myndugleikarnar
til
at
viðurkenna og stuðla, segði
hann.
Á fundinum útgreinaði
Olga Biskopstø, samskip-
ari, tær uppgávur, sum
felagið hevur arbeitt við
seinasta árið.
Hon greiddi eisini frá,
hvat liggur fyri framman at
fremja í hesum árinum.
Olga vísti á, at felagið
hevur ikki ta neyðugu
arbeiðsorkuna, sum skal til,
um munagóð tiltøk skulu
setast í verk – útoyggjunum
at gagni.
Á fundinum lýsti Tumm-
as Frank Joensen úr Skúvoy
gongdina í "oljutunnumál-
inum" og vísti á, hvussu
trekt tað hevur gingist við
at fáa loyst hetta máli.
– Eingi ítøkilig úrslit eru
enn, men vónandi verður
tað ikki so leingi, til okkurt
munagott hendir.
Hann vísti á, at skal nak-
að munagott henda í hesum
máli, er neyðugt, at landið,
kommunur, oljufeløg og
møguliga SEV gerast part-
ar í málinum.
At enda á fundinum varð
eitt skriv lagt fram, sum fel-
agið ætlar at senda Jógvani
við Keldu, landsstýrismann
í innlendismálum.
Í skrivinum verður heitt á
innlendismálaráðið um at
geva
Útoyggjafelagnum
betri arbeiðsumstøður. Tað
er umboðsráðið í felagnum,
sum hevur tikið stig til
hetta.
Á aðalfundinum varð
nýggja umboðsráðið stað-
fest, og val var av starvs-
nevnd. Úrslitið gjørdist, at
starvsnevndin heldur fram
óbroytt, og tað sama er
galdandi fyri umboðsráðið.
Sostatt heldur Óla Jákup
úr Dímun fram sum for-
maður í Útoyggjafelagnum.
Enn er ikki endaliga av-
gjørt, hvar næsti aðalfundur
felagsins verður, men lagt
er upp til, at hann verður
hildin í Svínoy.
- Ein vælvirkandi útoyggjamenningarstova – ein skrivstova - er eitt sera avgerandi amboð í ar-
beiðinum at menna útoyggjarnar. Hetta noyðast vit at fáa myndugleikarnar at viðurkenna og
stuðla, segði formaðurin í Útoyggjafelagnum, Óla Jákup úr Dímun
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Skal nakað munagott henda í málinum um oljutunnurnar, er neyðugt, at landið, kommunur,
oljufeløg og møguliga SEV eru við til at loysa málið, segði Tummas Frank Joensen
Mynd: Vilmund Jacobsen
Útoyggjafelagið held-
ur, at stevnan í Hesti
leygardagin eydnaðist
sera væl
ÚTOYGGJASTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
– Stevnan var framúr væl
fyriskipað, og ungmanna-
felagið í Hesti og hestfólk
eiga stóra tøkk uppiborna
fyri tað. Øll kendu seg væl
komnan, og umframt gesta-
blídni var eisini góður mat-
ur og undirhald, og ein hóp-
ur av upplivingarmøguleik-
um. Veðrið var til vildar, og
tað gjørdi eisini sítt til, at
dagurin var so væl eydn-
aður.
Felagið sigur, at góðir
møguleikar vóru at koma
til og av oynni, tí umframt
Teistan, sigldi eisini Norð-
lýsið við stevnugestum.
Brimil tryggjaði, at norð-
oyingar sluppu út í Hest
fyrrapartin og norður aftur
á midnátt.
– Fleiri útferðir vóru. Ein
í Koltur, ein niðan á oynna
og ein gongutúrur norður á
Sund. Frásagnir vóru við
minnisvarðan og í kirkjuni.
Á skúlaloftinum var søla av
heimavirkaðum lutum.
Undirhald var fyri børn-
um á bryggjuni og uppi í
bygdini. Og ikki at gloyma
ta góðu suppuna, kókað í
serstøku
"fiskagrýtuni",
sum var gjørd á Tórshavnar
Skipasmiðju til endamálið.
Tað var Birgir Enni, sum
stóð fyri suppuni. Um
kvøldið var dansur.
Felagið vísir á, at ein
spennandi
kapping
var
fyriskipað.
– Tað var togtogan mill-
um útoyggjarnar. Fugl-
oyggin fór avstað við sigr-
inum, men luttakararnir
stríddust manniliga fyri at
vinna sær heiðurin sum
sterkasta lið.
Útoyggjafelagið takkar
hjartaliga øllum teimum,
sum fyriskipaðu og stuðl-
aðu tiltakinum úti í Hesti.
Útoyggjafelagið:
Ein sera væl fyriskipað útoyggjastevna
Útoyggjafelagið er sera væl nøgt við fyriskipingina av útoyggjastevnuni í Hesti leygardagin
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6