hósdagur 24. juni 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 118 - 24. juni 2004
Nr. 118 - 24. juni 2004
9
Randarsól: Stevnan eydnaðist væl
Eini 45 fólk eru skrá-
sett at búgva í Hesti,
men bert fýra børn
eru undir skúlaaldur
HESTUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eini 45 fólk eru skrásett at
búgva í Hesti, og av hesum
eru
fleiri
menn
enn
kvinnur.
Barnaskúli er í bygdini,
men har er bert ein skúla-
næmingur. Fýra børn eru
undir skúlaaldur, harav tað
eina
barnið
táttar
í
skúlaaldur.
Útlitini fyri, at barnatalið
veksur, eru einki serlig. Eitt
ungt par við einum barni er
í bygdini, men sum skilst,
er ivasamt, um tey vera
verandi í Hesti.
Hestur hevur havt dugna-
ligar útróðrarmenn, og enn
er nakað av útróðri úr
bygdini. Teir, ið rógva út,
selja
fiskin
um
upp-
boðssølu ella leggja hann
upp í Skopun, har Sandoy
Seafod keypir. Nú eru fleiri
ár síðan, at fiskakjallarin í
bygdini læt aftur. Nakað av
landbúnaði er eisini og út-
oyggjaumboðið í Hesti,
Sanna Silvurstein, hevur
sína
dagligu
gongd
í
fjósinum.
Inni í havnini í Hesti
liggja nakrir aliringar. Her
gongur fiskur hjá Fiska-
aling, og er hetta ein liður í
lívfiskaarbeiðinum,
sum
annars fer fram í Skopun.
Bert eitt barn í skúlaaldri
Í Hesti er gott havnalag, og
stutt er um fjørðin
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Einasta, sum kanska
ikki riggaði júst, sum
vit ætlaðu, var flutn-
ingurin, tí trýstið um
fjørðin lá eitt sindur
øðrvísi, enn vit høvdu
væntað. Men hetta
lagaði seg við teimum
eykatúrum, sum
Teistin og Norðlýsið
sigldu, sigur Erla
Matras Jensen, for-
maður í ungmanna-
felagnum, Randarsól
ÚTOYGGJASTEVNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hóast fólkið í Hesti er
fáment, hevur bygdin fram-
haldandi eitt virkið ung-
mannafelag. Tað var hetta
felag, ið ber heitið, Randar-
sól, sum stóð fyri teimum
praktisku viðurskiftunum í
samband við útoyggja-
stevnuna í Hesti seinasta
leygardag.
Randarsól
hevur
eitt
hampiliga stórt limatal,
men í løtuni búgva øll, sum
manna nevndina, í mið-
staðarøkinum
í
Suður-
streymoy. Nógv fólk, sum
hava sínar røtur í Hesti,
men ikki búgva á staðnum,
eru limir í felagnum. Fel-
agið hevur sjálvsagt eisini
limir í Hesti og tey, sum
búgva í Koltri, eru eisini
limir í Randarsól.
Alt lagaði seg
Erla Matras Jensen, sum er
gift hestmanninum, Hans
Jákupi Niclasen, er for-
maður í ungmannafelagn-
um.
Hon heldur, at stevnan
eydnaðist væl. Veðrið var
gott, og tað var turt, tó at
høgættarlotið kanska kend-
ist eitt sindur kalt.
– Eg haldi ikki, vit kunnu
siga, at nakað kiksaði. Tað
einasta, ið kanska kundi
verið skipað eitt sindur øðr-
vísi, var flutningurin um
Hestfjørð stevnudagin. Vit
høvdu væntað, at trýstið at
sleppa um fjørðin fór at
liggja eitt sindur øðrvísi,
enn tað gjørdi. Tí komu
fólk at bíða á Gomlurætt.
Erla sigur, at hetta kortini
lagaði seg við teimum
eykatúrum, sum Teistin og
Norðlýsið sigldu.
Smá túsund fólk
Formaðurin í Randarsól
heldur,
at
seinnapartin
stevnudagin vóru eini 700-
800 fólk í Hesti, men sum
dagurin leið, komu og fóru
fólk.
Erla heldur, at út við tús-
und fólk tilsamans vitjaðu í
oynni hendan dagin, tá ið
tey eru íroknað, sum búgva
í Hesti og tey, sum vóru í
bygdini uppundir viku-
skiftið.
– Nú so nógvar stevnur
eru kring landið alt summ-
arið, eru vit væl nøgd við,
at so nógv fólk nýttu høvi
at vitja út higar.
Ungmannafelagið Rand-
arsól skipar annars fyri
ymiskum tiltøkum gjøgn-
um árið. Afturvendandi til-
tøk eru nýggjársveitsla,
tunnusláing og ruddingar-
dagur í samband við aðal-
fundin. Onkuntíð hevur
eisini verið skipað fyri
jólaborðhaldi og útferðum.
Erla Matras Jensen sigur,
at Randarsól ynskir at takka
øllum, sum tóku hond í við
útoyggjastevnuni, ið man
vera størsta einstaka til-
takið, sum ungmannafel-
agið hevur verið við til í
nýggjari tíð.
- Nú so nógvar stevnur eru kring landið alt summarið, eru vit væl nøgd við, at so nógv fólk nýttu høvi at vitja út higar, sigur
Erla Matras Jensen, formaður í ungmannafelagnum, Randarsól
Mynd: Vilmund Jacobsen
Steffi Sager úr Sveits
hevur seinasta árið
verið skiftisnæming-
ur í Føroyum. Hon
hevur nógvar góðar
upplivingar við sær
aftur til heimlandið.
Millum annað hevur
hon verið og rikið
seyð í Vatnsdali,
hildið røðu á fólka-
fundi og verið við í
sangleikinum Jósef
SAMRØÐA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Deymurin av turrum fiski
stendur út í gangin, tá hurð-
in verður latin upp. Turran
fisk og fiskafrikadellur
ynskti 18 ára gamla Steffi
úr Sveits sær nevniliga til
døgurða hennara seinasta
kvøld í Føroyum.
Síðani august í fjør hevur
Steffi Sager úr Sveits verið
í Føroyum sum skiftisnæm-
ingur. Hon hevur gingið í
2.ð í Hoydølum og búð hjá
eini familju uppi í Hoyvík.
Mikumorgunin
settist
Steffi so aftur umborð á
flúgvaran. Árið í Føroyum
er liðugt, og nú gongur
leiðin aftur til heimbygdina
Hochdorf, sum liggur beint
uttanfyri býin Luzern í
Sveits. Við sær í kuffertin-
um hevur hon eitt nýtt mál,
eina nýggja mentan og er
hon hópin av upplivingum
ríkari.
Ikki bara lætt
Steffi tosar føroyskt uttan
trupulleikar. Men málið er
ikki komið av sær sjálvum,
og tað hevur ikki bara verið
lætt.
– Í byrjanini skilti eg
onki, og tá var tað ógvuliga
torført. Eg skilti ikki, hvat
mínir floksfelagar søgdu og
hugsaðu. Men so hvørt sum
eg eri farin at skilja meira,
so er tað vorðið stuttligari
og stuttligari, sigur Steffi
við einum smíli.
Tað er ein farri av suður-
oyarmáli at hoyra í tosing-
arlagnum á Steffi. Hetta
kemst av, at vertsforeldrini
koma bæði úr Suðuroy.
Og tað skerst ikki burtur,
at Suðuroynni er Steffi
serliga hugtikin av.
– Vit hava verið fleiri
ferðir í Suðuroy. Abbin
hevur ein bát har, sum vit
onkuntíð hava verið úti við,
greiðir hon frá.
Harafturat hevur hon
verið í Vatnsdali og rikið
seyð, sum hon helt verða
ógvuliga spennandi.
Við í Jósef
Umframt at hava rikið seyð,
so hevur Steffi eisini roynt
mangt annað. Hon sigur
sjálv, at flokkurin, ið hon
gekk í í Hoydølum, hevði
ógvuliga gott oyra fyri tón-
leiki. Og tað speglast eisini
aftur í seinasta árinum,
Steffi hevur verið í Føroy-
um. Hon dugir fleiri før-
oyskar sangir, og harafturat
sang hon eisini í kórinum
til sangleikin »Jósef og
ótrúliga litfagra dreyma-
kotið«.
– Eg helt, tað var ótrúligt,
hvussu professionelt tey
kláraðu at gera tað. Sjálvt
um tað bara vóru amatørar,
so eydnaðist tað teimum
heilt ótrúliga væl, heldur
Steffi.
Tað er stórur munur á
skúlanum í Sveits og Før-
oyum, heldur gentan úr
fjallalandinum. Hon heldur
nevniliga, at sambandið
millum lærara og næming
er minni hátíðarligt í Før-
oyum enn heima í Sveits.
– Her tosar tú við læraran
hjá tær, sum tú tosar við ein
vin. Í Sveits sigur lærarin
»tygum« við teg, og tú
sigur »tygum« við læraran,
greiðir Steffi frá.
Nú meðan royndirnar
hava verið, hevur Steffi
verið í starvsvenjing í tvær
vikur á dagstovninum í
Hoyvík. Og hetta dámdi
henni ógvuliga væl.
– Vit vóru á legu í Norða-
dali í tveir dagar. Tað var
ordiliga stuttligt.
Helt røðu
Ætlanin hevur verið at ferð-
ast nógv í Føroyum, men
fyri hetta skuldi lata seg
gera, hevur familjan í Hoy-
vík sitið og bíðað, til veðrið
gjørdist betri. Men eydnan
kann ikki sigast at hava
verið við teimum. Lítið og
onki av summarveðrið hev-
ur verið, og í skrivandi
stund er Steffi á veg avstað
aftur.
Tó hava onkrir góðveð-
ursdagar verið. Til dømis,
tá bygdastevna var í Hvalba
fyrr í ár. Tá var eisini ein
fólkafundur í bygdini, og
mitt á einum stórum gras-
vølli helst Steffi eina røðu
fyri hvalbingum – á før-
oyskum.
– Eg var ordiliga nervøs.
Eg
hevði
lisið
taluna
ígjøgnum fleiri ferðir, sigur
hon smæðin.
Vertsmamman Elisabeth
Holm leggur stolt afturat, at
Steffi kom væl frá tí, og
fólk í Hvalba vórðu ógvu-
liga bergtikin av, hvussu
væl hon dugdi at tosa før-
oyskt.
Vil aftur
Steffi sigur, at familja
hennara vil eisini fegin
síggja Føroyar, og tey eru
ógvuliga spent uppá at
síggja landið.
Í heyst ætlar hon sær eis-
ini at síggja fótbóltsdystin
millum Føroyar og Sveits,
og sigur hon, at um tað ber
til, so hava foreldur henn-
ara
helst
langt
síðani
tryggjað sær atgongumerki
til dystin.
– Eg fari at sakna nógv,
men mest av øllum fólkini,
sum eg eri vorðin so góð
við. Og havið, tí í Sveits
hava vit jú onki hav.
Mikumorgunin fór flúgv-
arin so avstað við Steffi og
tí
vakumpakkaða
turra
fiskinum aftur til Sveits.
– Tað er við blandaðum
kenslum, at eg fari avstað
aftur. Eg eri bæði kedd og
glað. Fái ilt í búkin og eri
spent. Men eg ætli mær
heilt víst aftur til Føroya.
Vónandi næsta summar,
sigur Steffi Sager úr Sveits.
Steffi Sager, skiftisnæmingur úr Sveits:
Veittrar farvæl við blandaðum kenslum
Síðani august í fjør hevur 18 ára gamla Steffi Sager úr Sveits verið í Føroyum sum skiftisnæmingur. Hon hevur gingið í 2.ð í Hoydølum og búð hjá eini familju
uppi í Hoyvík
Mynd: Álvur Haraldsen
Steffi er her avmyndað saman við vertsfamiljuni uppi í Hoyvík og ommuni og abbanum av
Tvøroyri. Aftast f.v: Judith Holm, Palli Mortensen (vertspápi), Elisabeth Holm (vertsmamma),
Leivur Holm. Fremst f.v: Lilja, 13 ár, Lý, 4 ár, Steffi og Sólja, 8 ár
Mynd: Álvur Haraldsen.
C
M
Y
K
9
8