Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juni 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 118 - 24. juni 2004 Nr. 118 - 24. juni 2004 11 Hvast orðaskifti hevur tikið seg upp í kjalarvørrinum á tilmælinum frá ICES um niðurskurð í toskaveiðuni við Føroyar. Metingin hjá Fiskirannsóknarstovuni ber á sama borðið. So eru tað onnur, ið mæla til status quo ella eitt sindur minni veiðutrýst. Orðaskifti hevur verið millum íslendskan fiskifrøðing og okkara egnu. Vit hava hoyrt umboð fyri fiskivinnu og myndugleikar siga sína hugsan. Tað vil so vera, at fiskifrøðingar og fiski- vinnufeløgunum ikki altíð eru á einum máli. Men her hava vit so eisini ein íslendskan fiskifrøðing, sum gongur beint ímóti okkara egnu. Tað skapar turbulens og ótryggleika. Ikki tí – fremmandi fiskifrøðingurin hevur áður ráð- givið fiskivinnufeløgunum og hava myndugleikarnir eisini tikið ta ráðgevingina til eftirtektar, eitt nú í fjør. Nú hoyra vit so okkara fiskifrøðingar seta spurnartekin við hesa ráðgeving. Teir halda ikki, at hansara meting- ar og ráð byggja á haldgóða dokumentatión, men eru meira at meta sum leysir tankar frá einum einstaklingi. Tað er einki skeivt í, at umboð fyri okkara fiskivinnu søkja sær ráð hjá útlendskum fiskifrøðingi. Heldur er tað positivt. Men tá ráðini eru í so stórari andsøgn til bæði tað, sum ICES og okkara egnu fiskifrøðingar koma til, er rætt at rópa varskó. Okkara politikarar og serstakliga landsstýrismaðurin eigur at gera sítt fótarbeiði og forarbeiði til lítar. Hellur hann seg bara til tað, ið ein íslendskur fiskifrøðingur sigur, setir hann okkara egnu fakligu ráðgeving til viks. Tá talan er um ráðgeving, ið eisini byggir á metingar, má tað vera uppgávan hjá teimum, ið vara av, at viga ráðini neyvt og ikki taka ta lættastu avgerðina, ið oftani er at ganga teimum á møti, ið rópa harðast. Tað er greitt, at tað ber ikki til at skerja alla veiðuna frá degi til annan. Men tað kann gerast ein vanlukka at síggja burtur frá okkara egnu ráðgevum. Eingin ynskir, at støðan verður soleiðis, at tað eina ferð verður neyðugt í einum høggi at skerja ógvusligt. Hvussu tað ber so til, at okkara myndugleikar fylgja einum fremmandum fiskifrøðingi meiri, enn teir fylgja okkara egnu. Um okkara fólk ikki eru nóg dugnalig og neyv, hví skal so nógv tíð og fíggjarlig orka brúkast uppá at varðveita stovnin. Íkomna støðan birtir undir spurningin, um dialogurin millum fiskifrøðina her á landi og okkara myndugleikar er ov vánaligur, og um so er, hvør er so orsøkin? Vit kenna hana ikki, men vit vilja minna landsstýrismannin á, at tað er uppgáva hansara ikki at geva seg undir trýst frá ávísum áhuga- feløgum, tí tað er lættast fyri hann. Tað er greitt, at reiðararnir og Fiskimannafelagið, tá hesi standa saman, viga sera tungt, og tí er sannlíkt, at landsstýrismaðurin kann koma í eina støðu, har hann ikki heldur seg kunna standa ímóti slíkum trýsti. Her má hann so gera sær greitt, at um somu tíð sum hann sjálvandi eisini skal viðgera sjónarmið og áhuga- mál hjá vinnuni sakliga og við vælvild, so má hann eisini hugsa um, at fiskastovnarnir eru fólksins ogn, og orsøkin til at vit hava ein stovn við fiskifrøðingum, er nettup at tryggja, at henda fólksins ogn verður troytt á rættan hátt, soleiðis at hon kann koma okkum øllum til góða í dag og í framtíðini. DAGSINS MEINING Sosialurin Ráðgeving, tilfeingi og áhugabólkur VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Vánalig fyrireiking av? Seinastu tvær vikur- nar hevur verið skriv- að í bløðum og heimasíðum, hvussu lítið skil er á avgreið- anini av kappróðrin- um her í Føroyum. Havi við stórum áhuga fylgt kjakinum, og má siga at eg als ikki eri bilsin av nið- urstøðunum hjá ymisku pørtunum Fróði Waag Tá tað er sagt, skal beinan- vegin verða sligið fast, at tað týðuliga hoyrist, hvør ið rør, hvør er áskoðari, og hvør bara skrivar. Uttan at siga at tey fara skeiv í øllum sum hevur verið sagt, so má eg siga at nógvar av ákoyringunum eru langt við síðuna av. Men tað er ikki nemt, tá ið man ikki veit hvussu ein stevnukappróður verður fyriskipaður. Havi sjálvur verið við til at fyriskipa kappróðurin á Norðoyastevnu í 10 ár, so eg haldi meg kunna tosa uppi í. Fari at byrja við úttalils- inum hjá Dimmu: Tað líkist púrasta ongum, at ein stevnuróður skal taka so drúgva tíð at avgreiða. Hetta er triðju ferð vit skriva tað í ár og vit hava bara havt tríggjar stevnur enn… Í Føroyum hevur altíð verið, er, og fer altíð at vera óstøðugt veður. Í Føroyum hevur altíð verið og eru ymiskar róðrarlongdir. Í Føroyum eru róðrarøkini ymisk. Summi hava ein dunnuhyl við bergi/brim- garði at seta fast í, og ein róðrartein, -meðan onnur hava streymasjógv, við trim- um ymiskum róðrarteinum, har tons tung drekk skulu niður á 50 favna dypi, fyri at spenna fasta starta startin upp .Leggja vit øll hesi viðurskift saman, so er greitt at vit fáa eitt ótal av kombinatiónum, sum antin kann gera tað til ein frálíkan dag, seint á árinum, við frálíkum fyrireikingum, frá- líkum róðrum har øll akta, og eingin tjóðstartar. Askoð- arar, Róðrarfólk, fyrireikar- ar og Róðrarsamband eru nøgd. Hinvegin kann tað vera ein stevna sum liggur tíðliga á árinum, við keði- ligum veðri, trimum ymisk- um róðrarteinum, "bert" dregg at seta fast í, antin má hanafótur nýtast ella bátar- nir reka upp í fasta startin, bátarnir akta illa, og fleiri tjóðstartir eru. Róðrarfólk eru ónøgd, áskoðarar eru ónøgdir, Róðrarsambandið kann ikki annað enn verða ónøgd (tá veit man kanska ikki hví tað tók so langa tíð) og fyrireikarar hanga við "Nevinum" Hvat hendi? Eitt er tó vist; Bløð og heima- síður gotta sær, tí nú hava tey okkurt at skriva um. Sjálvandi eru til tíðir vánaligar fyrireikingar, og skal tað eisini viðgerast á røttum stað, tá ið tað hendir. Men latið vera við at draga tey óseku við niður! Oman- fyri nevnda støða kann meiri enn so koma fyri, utt- an at tú kanst lasta fyrireik- arunum fyri tað! Minnist í Miðvági í 1998. Tá klappaði alt sum tað skuldi, og fyri- reikarar skulu eisini fáa UG fyri tað. Alt varð avgreitt uppá minni enn ein tíma. Ber hettar til í eitt nú Klakksvík ella Runavík? Trúgvi ikki at eg livi at síggja tann dag. Tað er eisini ógvuligani ymiskt hvussu krøvini eru til avgreiðan av einum róðri. Hettar, alt eftir hvønn tú tosar við. Tosar tú við ein áskoðara, -ja so skal tað taka stutta tíð. Tosar tú við RSF, so er tað av størsta týdningini at alt fer rættvíst og gott framm. Og róðrar- fólk: Summi siga at tað tekur alt ov langa tíð, meðan onnur siga at tað skal ikki hastast ígjøgnum. So seint sum kvøldið fyri Norðoya- stevnu sigur ein rógvari við meg: Nú mugu tit syrgja fyri at brúka neyðugu tíðina til alt, tí her stendur nógv uppá spæl. Einki við at forhasta tykkum! Minnir meg mest um tá ið eg rópti upp í bingospæli fyri árum síðani, eg gjørdi tað einaferð, og geri tað nokk ongantíð aftur. Líkamikið hvat, so rópti tú anti ov títt ella ov seint, ella rópti tú ov hart ella ikki nóg hart. Sjálvandi verður einki hastað ígjøgnum. Fólk frá Róðrarsambandinum skulu nokk syrgja fyri at róðurin fer fram so rættvíst sum til ber. Einasta vit sum fyri- reikarar kunnu gera, er at royna at hava alt so væl fyri- skipað, sum til ber áðrenn, og so royna at hjálpa sum frægast á stevnudegnum. Tað er keðiligt at hoyra, at summi leggja líka í fyrireik- ararnar, sjálvt um summir biðja sær frí upp í 10 dagar áðrenn stevnu, fyri at alt skal koma uppá pláss. Fari at hyggja eitt sindur eftir, hví kappróðurin á Norðoyastevnu tók "so langa tíð". Hettar hevði man fingið at vita, um man sum journalistur hevði gjørt sær tann ómak at ringt til okkum! M.a. hendi hetta: Old Girls róðurin byrjaði ov seint, og seinkaði tískil Fípuni Føgru og Teklu í at koma út á startin til drein- gjaróðurin. Her er í ordan at kritisera okkum fyrireikarar. Tveir tjóvstartir vóru. Ein leggur lættliga 10 til 15 min pr. tjóvstart til totalu tíðina. Tað skal steðgast, vendast, og allir leggjast av nýggjum. Tá ið barnaróðurin við gentum skuldi byrja, var ein bátur mannaður av dreingj- um ístaðin fyri gentum. Í samráð við RSF valdu vit at lata bátin rógva inn fyri at skifta manning. Hettar eru jú ungir rógvarar, og hevði tað eisini verið keðiligt at sent tey til hús, uttan at tey sloppu at rógva. Aftur her fara nógvir minuttir. Til seinast: Í fleiri ár hava tilburðir við brotnum árum, tollum o. ø. Verið á Norð- oyastevnu. Her hava vit, í tann mun vit hava kunnað, hjálpt bátum við at stima inn í neystið eftir tí vit hava haft. Aftur her steðgar róðurin upp. Hettar er ikki okkara uppgáva, men føla vit við rógvarunum. Tað stendur jú nógv uppá spæl. Alt hetta hoyra bløð og heimasíður sjálvandi einki um, men siga seg kortini hugsa mest um rógvarar og áskoðarar. Men tað er nú einaferð so, at ring tíðindi "selja" betur enn góð!? Tað er sjálvandi gott at summi hugsa mest um rógvarar, og ikki leggja eftir feløgum og persónum. Men hvat nyttar tað, tá man fyrst dregur felagið niður, fyri síðani at tváa seg sjálvan um hendurnar? Fari at enda við broti úr grein hjá Sveini Tróndars- yni: Felags fyri allar tríggjar stevnurnar hevur verið, at róðrarnir, sum sambært øllum skráum skuldu byrja klokkan 15.00, ongantíð eru byrjaðir fyrr enn klokkan er farin av hálvgun fýra. Helst væl av. Og tað er ov galið. Mær vitandi byrjaði kappróðurin á Norðoya- stevnu átta minuttir yvir trý. Orsøkina sært tú oman- fyri. Hvussu nógv hevur ein tá sett seg inn í viður- skiftini, áðrenn skrivað varð? Gevi tær rætt Svein- ur: Tað ER ov galið. Við vón um eitt gott róðrarár (Í øllum førum tað sum er eftir av tí): Alfred Olsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Tann politiski myndugleiki hevur lóggivið soleiðis, at tilráðingarnar frá fiskifrøðingunum og fiskimonnunum, kunnu vera brúktar sum grund- arlag hjá landsstýris- manninum, til áseting av fiskidøgum, men higartil hava tilráðingarnar verið so langt frá hvørji aðrari, at ein samansjóving ikki hevur verið gjørlig, og tað letur til, at støðan verur tann sama aftur í ár. ICES ICES mælir til, at fiski- skapur eftir torski minkar við 66%, eftir hýsu við 17% og eftir upsa við 30 %. Ein slík tilráðing kann illa takast í álvara, og ser- liga tá ICES samstundis sigur, at fiskastovnarnir undir Føroyum antin eru heilt væl fyri, ella yvir mið- al. Fiskirannsóknarstovan Fiskirannsóknarstovan mælir til at minka fiski- skapin eftir torski við 50%, men hetta gerst ikki eftir einum árið, uttan við total- um veiðubanni, men um- ráðandi er at veiðutrýstið eftir torski beinanvegin minkar niður í helvt og at tað síðani verður hildið á tí støðinum. Her vísa teir á eina ætlan sum fevnir um 3-5 ár, og ein máti at náa málinum, er at minka daga- talið hjá húkaflotanum við 30%. Fiskirannsóknarstov- an mælir eisini til, at skerja fiskidagatalið eftir upsa við 25 %. Fiskirannsøknarstovan roynir eisini í sínum tilmæli í ár at seta teir ymisku part- arnar av veiðuflotanum upp ímóti hvørjum øðrum, við at siga, at ein máti at minka veiðutrýstið, er at minka dagatalið hjá húkaflota- num, t.v.s útróðraflotanum og línuskipunum við 30%, grundað á at fiskurin nú tekur húkin. Ein onnur loysn hjá Fiskirannsóknarstovuni fyri húkaflotan miðar ímóti 25 % skerjing, umframt stórar skerjingar av fiskileiðum fyri teir eftirverandi fiski- dagarnar. Ein slík tilráðing kann illa takast í álvara og eg havi eina kenslu av, at pan- ikkur er komin í ICES og Fiskirannsóknarstovuna, tí tilráðingin hjá Fiskidaga- nevndini, føroysku vinnuni og Jóni Kristjansyni hesi seinastu árini hava víst seg at verið meira eftirfarandi enn tilmælti niðurskurður hjá ICES og Fiskirannsókn- arstovuni. Seinasta ár reisti Fiskidaganevndin spurn- ingin, um tíðin ikki var koma til at hækka fiskidag- arnar. Línuflotin Nú verður línuflotin gjørd- ur til syndabukk og skal ofrast, men vit sum eldri eru minnast tíðina, tá mangan var sagt, at høvuðsgrundin fyri at so lítið av fiski var undir Før- oyum, var fiskiskapurin hjá teimum ensku trolaranum á landgrunninum. Mær vitandi hava føroy- ingar ongantíð hildið at út- róðrabátar og línuskip, hava verið nøkur hóttan fyri fiskastovnarnar undir Før- oyum, men nú letur til, at serfrøðin er komin til tað úrslitið, og mælir tí til at minka húkaveiðuna við 30%. Fiskidagaskipanin Ráðstevnan á Hotel Før- oyum fyri kortum vísti, at fiskidagaskipanin, ið hevur verið í gildið í Føroyum síðani 1996, er besta skipan sum finst, umframt at burðardyggasta fiskiveiða í Evropa ferð fram undir Føroyum við verandi fiski- dagaskipan. Fiskidagaskipanin hevur sostatt roynst vinnuni væl, men hevur hinvegin verið við til at reist spurning viðv. trúvirðinum í tilráð- ingunum hjá fiskifrøðing- um og ICES. Eg vóni ikki, at tær góðu royndirnar við fiskidaga- skipanini eru orsøk til teir drastisku niðurskurðirnar hjá fiskifrøðingunum, tí hvat nú, um fiskidagaskip- anin, sum ein sjálvreguler- andi skipan skal hava frið, og um Fiskidaganevndin hevur rætt í tí, at møguliga er tíðin komin til at hækka fiskidagarnar undir Før- oyum? Fylgjurnar Men eitt er sikkurt, verður veiðan eftir torski, hýsu og upsa minkað við ávíkavist 66%, 17% og 25 %, so vera fylgjurnar katastrofalar fyri ta føroysku fiskivinnuna, sjófólkið og tey sum ar- beiða við fiski á landi. Sama verður galdandi, um dagatalið til allan línuflot- an, sum umfatar útróðra- flotan og línuskipini, verð- ur minkað við 30% ella um loysnin uppá 25% minking verður vald. Tær fíggjarligu fylgjur- nar koma at merkjast í øll- um tí Føroyska samfelag- num og kanska eina mest í Als-skipanini. Ásetingin av fiskidøgum Verður tilmælið hjá Fiski- daganevndini í ár nøkun- lunda tað sama sum sein- asta ár, so vera tilmælini aftur hesa ferð so langt frá hvørjum øðrum, at tann politiski myndugleikin verður noyddur at skera ígjøgnum, og út frá sínum metingum áseta fiskidagar- nar v.m. fyri 2004/2005. Í hesum arbeiðið er neyð- ugt, at vit taka atlit til allar partar í fiskivinnuni, fiska- stovnarnar, veiðuflotan, fiskiøkir v.m. og at vit koma burtur frá tí, um tað vera fiskifrøðingarnir ella fiskivinnan sum er vinnari ella tapari, tá fiskidagarnir vera ásettir. Áseting av fiskidøgum VIÐMERKINGAR Marjus Dam løgtingsmaður Føroyar er ein songfuglur. Ein lítil tjóð við egnum máli og mentan. Egnari vinnu og sambondum til onnur lond. Á jøvnum føti í einum ríkisfelagsskapi. Nakrir royna at drepa song- fuglin Føroyar, við at greiða frá ósannindum fyri fólkum í og uttan fyri Før- oyar. Tjóðveldisflokkurin tapti valið í Føroyum og endaði í andstøðu. Undirtøkan er víkjandi millum manna til øll seinastu valini. Hvat megnaði Tjóðveld- isflokkurin at gera í sam- gongu - undantikið at øsa føroyingar ímóti hvørjum øðrum og at seta kílar í Ríkisfelagsskapin? Jú Tjóðveldisflokkurin megnaði at gera tað ómøguliga - nevniliga at tøma landskassan í bestu tíð føroyingar vita um. Teir hava megna tað fyrr - men at endurtaka sama „bragd” sýnir flestu føroy- ingum, at tá talan er um fíggjarpolitikk, so má Tjóð- veldisflokkurin ikki sleppa framat. Tí tá verður lands- kassin ósvitaliga tømdur - hóast nógv reyp og gora- gang um tað mótsatta. Nú eru ikki øll viðurskiftir tey somu, men felags er, at áðrenn valið segði Tjóð- veldisflokkurin at alt stóð til at bresta av peningi, men eftir valið kom fram, at ongin peningur var - eins og útlitini vóru døpur. Nú Tjóðveldisflokkurin rýmdi undan ábyrgd, brýtur í bæði borð. Fíggjarligu út- litini eru ikki góð. Tað sum Tjóðveldisflokkurin gjørdi av ovurhuga, nevniliga at skerja ríksiveitingina er av- gjørt mest skaðiliga inn- trivið í føroyskari søgu í nýggjari tíð. Tjóðveldispolitikkur er at blæsa við munninum fullum av mjøli: Rokið stendur frá. Øll onnur duga at síggja tað. Men ikki teir sjálvir, tí teir blunda - fyri ikki at fáa mjøl í eyguni! Men hvat er at gera, tá føroyingar ikki týma at hoyra meira um loysing. Og landskassin er tómur? Jú, so fer Tjóðveldis- flokkurin til útlond og held- ur „konferancur” um Før- oysk órættvísi og ríkidømi. Har kunnu teir so „upp- lýsa” óvitandi fólki, um føroysk viðurskiftir. • At vit liva í einum sonn- um skattaparadisi. Men teir gloyma at siga, at skatta- trýstið rokna á sannan hátt er hægri í Føroyum enn í Danmark. • At sjómenn okkara dusa sær í luksus. Men teir gloyma at siga, at fiski- vinnan er grundarlagið undir okkara samfelagi og at teir eru løn sína uppi- bornir. • At ætlanin við skatta- lættanum, ið sjómenn fingu, bert var byrjanin til ein skattareform, har øll skuldu fáa skattin lækkað- an. Til allar hesa skeivu loys- ingar upplýsingar til fólk, ið ikki búgva her á landi er bert at siga, at harmiligt er, at Tjóðveldisflokkurin er sokkin so djúpt. Eg fari at heita á leiðslu Tjóðveldisfloksins um at leggja á annan bógv. Tí føroyingar vita betur: • Vit liva ikki í einum skattaparadísi í Føroyum. • Allir sjómenn í Føroy- um hava sína løn uppiborna - og er lønin høg, so er tað tí at teir hava arbeitt tað meira - og tað skal vera teimum væl unt. • Eg kundi hugsa mær at fingið at vita frá Búskapar- ráðnum, hvussu stendur til við játtanini til eldraøkið í Føroyum í mun til hini norðurlondini? • Hvussu játtanin er til skúlaverkið í Føroyum í mun til hini Norðurlondini? • Hvussu fyritíðarpen- siónir og fólkapensiónir eru í Føroyum í mun til hini Norðurlondini? • Hvussu útlitini eru fyri arbeiðsloysi í Føroyum í mun til Norðurlondini • Hvussu útlitini eru fyri rækjuvinnuni í Føroyum - nú hendan í donsku press- uni, eftir „kunning” frá Tjóðveldisflokkinum verð- ur løgd undir at verða eitt satt gullnám? • Og sjálvt um formað- urin í Búskaparráðnum ikki higartil hevur vilja úttala seg um avleiðingarnar av niðurskurðinum av ríkis- veitingini, so fari eg enn einaferð at heita á Búskap- arráðið um at úttala seg fakliga um stutttíðar og langtíðarávirkanina av nið- urskurðinum av ríkisveit- ingini. Og um gangnið av ríkisveitingini fyri tað før- oyska samfelagið Higartil hava vit mist 1200-1500 milliónir smb Tórbirni Jacobsen. Føroyar hava sungið í øldir. Latið okkum halda fram at syngja - okkara lag - fyri børnum arbeiðandi og eldri. Við Tjóðveldisflokkin havi eg bert eitt at siga. Lat vera við at skjóta ein sang- fuglin Føroyar úr úr øðrum londum, tí undirtøkan ikki fæst fyri politikki tykkara í Føroyum Fróðskaparsetrið mennir føroyskan førleika Tøkk til Magna Christiansen Tíðindaskriv frá Fel- agnum MBD/DAMP Bára F. Johansen, form. Vit vilja við hesum takka Magna Christiansen og tónleikarum fyri dyggan stuðul við tí frálíku stuðulskonsertini, ið var í Høllini á Hálsi tann 13. juni. Eisini takka vit øllum áhoyrarum fyri peningaliga stuðulin. Ætlanin við hesi innsavnan er at gera tað møguligt at seta á stovn eitt viðgerðarstað fyri børn, ung og vaksin við ósjónligum breki. Endamálið er at sleppa undan áralangum oyði- markagongdum og at seta DAMP og onnur ósjónlig brek á Føroyakortið. Tað vit vilja er at mið- savna vitan - "Videns- center"- og at víðariút- búgva fólk til at taka sær av okkara børnum, ungu og vaksnum, ið hava funktiónstrupuleikar. At veita ráð og vegleiðing til foreldur, lærarar, pædagogar og onnur, ið eru um hesi fólk. Ynskiligt er eisini at staðið kann virka bæði sum ein dagstovnur og eitt stað, har vitan og royndir verða miðsavnaði. Felagið ásannar at til- boðini til okkara børn, ungu og vaksnu enn ikki eru nøktandi. Vit vita, at tað kunnu vera uml. 2000 fólk í Føroyum, sum bera hetta brek, og enn eru bert eini 10-20 við diagnosu, so enn er langt á mál. Fyri at hetta kann gerast veruleiki, tørvar okkum tykkara stuðul. Til ber hjá einstaklingum og fyritøk- um at lata stuðul til bundna konto hjá felagnum MBD/DAMP í Føroya Sparikassa konto nr. 9181-7240076. Vinarliga og enn einaferð hjartans tøkk. C M Y K 11 10