hósdagur 24. juni 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 118 - 24. juni 2004
Nr. 118 - 24. juni 2004
13
Tórsdagin 24. juni
Kl. 19.00
Skemtidystur
millum:
Suðuroyar
Sjúkrahús, Suðuroyar Røktarheim og
Heimarøktina.
Fríggjadagin 25. juni
Kl 15.00 - 21.00 Printa myndir á t-shirt, meðan tú bíðar, -
í høli við høvðusvegin.
Kl 17.00 - 20.00 Sjósavnið á Seglloftinum í Stóra
Pakkhús.
Kl 17.00 - 23.00 Vatnskutarar á fjørðinum - leigast á
kaiøkinum.
Kl. 18.00
VB - Sumba - Old Girls
Kl.19.00
Pisufundur vid Minnisvarðan, Rakul
Borg
fyri
studentanar,
og
JóanesEidisgaard,
Løgmaður, flyta fram røðu.
Kl 19.00
VB - TB, 2.deild - menn
Kl.19.30
TIVOLI letur upp á kaiøkinum.
Kl 21.00
OPEN BY NIGHT, handlarnir í Vági
lata aftur.
Kl 21.00
VB - TB, oldboys.
Kl.21.00
Bethel, útimøti.
Kl 21.30
Livandi tónleikur í TIVOLI.
Kl.24.00
Dansur í VB húsinum. Strange Fruit
spælir.
Leygardagin 26. juni
Kl 10.00 - 23.00 Vatnskutarar á fjørðinum - leigast á
kaiøkinum. Steðgur meðan róð verður.
Kl 12.00
Handlarnir í Vági lata aftur.
Kl 12.00 - 13.45 Binding av blómukransum fyri gentur
og dreingir undir skúlaaldur uttanfyri
Gamla skúla. Heitt verður á tey
luttakandi um at hava eitt blómutyssi við
(t.d sóljur, summardáar og hagasólju).
Tað er eitt ynski at foreldur hjálpa til.
Ókeypis atgongd. Kunningarstovan
skipar fyri.
Blomsturbørnini verða við í skrúð-
gonguni út til setanina av Jóansøkuni.
Kl.12.00
Café One Way, hevur sølu av breyði o.ø.
í Zion.
Kl.13.45
Skrúðgonga frá Gamla skúla út til
Minnisvarðan, við luttøku av yrkis- og
áhugabólkum.
Allir luttakarir møta kl. 13.00.
Kl. 14.00
Óli Holm setur Jóansøkuna. Tvøroyar
Hornorkestur og Ljómur luttaka við
sangi og tónleiki.
Kl 14.00 - 21.00 Printa myndir á t-shirt, meðan tú bíðar, í
høli við høvðusvegin.
Kl. 14.30
TIVOLI letur upp á kaiøkinum.
Kl. 14.30
Skótarnir hava loppumarknað og Café /
Grill á kaiøkinum.
Kl. 15.00 - 18.00 Rundvísan í Suduroyar Ullvirki - søla av
Sirri klæðum.
Kl. 15.00
FM kappróður. Aftaná kappróðurin
handar Jóanes Eidesgaard, løgmaður,
steypini.
Kl 15.00
Fiskasuppa fæst til keyps umborð á
Johannu TG 326.
Kl 15.00 -18.00 Ponyríðing á skúlalagnum
Kl 16.00-20.00
Suðuroyar RC-felag. Framsýning í
svimjihylinum.
Kl. 17.00 - 20.00 Skálin vid Skálá hevur framsýning av
Ruth Smith-savninum í Gamla skúla.
Kl 17.00 - 20.00 Sjósavnið á Seglloftinum í Stóra Pakk-
hús.
Kl. 17.00 - 20.00 Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir hevur máln-
ingaframsýning í Kunningarstovuni
(Gamli skúli).
Kl 18.00
Livandi tónleikur í TIVOLI (eftir
steypahandanina). Ymiskir tónleikarar.
Kl 18.30
Fótbóltur, VB- GÍ, 1. deild.
Kl 18.00 - 20.00 Sløkkiliðsbilarnir, frá 1976 og 2004,
sýnast fram hjá Bjargingarfelagnum.
Kl 19.00
Útimøti vid Bethel.
Kl 20.00
Missionshúsið, útimøti við Posthúsið
Kl 21.00
Frelsunarherurin, útimøti vid Posthúsið.
Kl 21.00
Tónleika Café í Stóra Pakkhúsið,
luttøku av Guðrun Sólju Jacobsen o.ø.
Kl 21.00
Livandi tónleikur í TIVOLI, ymiskir
tónleikarar.
Kl 22.00
Zion, útimøti vid Posthúsið.
Kl 23.00
Føroyskur dansur í Jómsborg.
Kl 23.00
TIVOLI letur aftur.
Kl 23.30
»Syngið við«, við luttøku av harmoniku
og guitar, verður við posthúsið. Petur
Jacobsen, búsetandi í Danmark, heldur
midnáttarrøðu, aftaná verdur fýrverk
heks verður brend..
Kl. 24.00
Dansur í Vágs Høll. Bygdarmenn spæla.
Kl. 01.00
Gamlamannadansur í Framtíðini. Trio
spælir.
Sunnudagin 27. juni
Kl 11.00
Gudtænasta í Vágs kirkju.
Kl 14.00
Fólkafundur á Fløtuni Fríðu, røðari er
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður.
Eisini
verður
felagssangur.
Kunningarstovan í Vági skipar fyri.
Aftaná er café umborð á Johonnu.
Kl 14.00
Vatnskutarar á fjøðrinum – leigast á
kaiøkinum.
Kl 14.00 - 18.00 Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir hevur lista-
framsýning í Kunningarstovuni (Gamli
skúli).
Kl 14.00 - 21.00 Printa myndir á t-shirt, meðan tú bíðar, í
hølið við høvðisvegin.
Kl 14.30
TIVOLI letur upp á kaiøkinum.
Kl 15.00
Johanna TG 326 ger túr út á Grønirnar,
túrurin varir umleið 1 tíma. Fleiri túrar
verða gjørdir um tørvir er á tí. Harmoni-
kutónleikur,
kaffi
og
smákøkur.
Kostnaður 50,- fyri vaksin, børn
ókeypis.
Kl 15.00 - 18.00 Pony ríðing á kaiøkinum
Kl. 16.00
BINGO, Svimjifelagið hevur bingo í
Framtíðini.
Kl 16.00 -20.00 Suðuroyar RC -felag, framsýning í
svimjihylinum.
Kl 16.00
Fótbóltsdystir millum sunnaru og
norðaru helvt.
Kl 16.00 - 20.00 Sjósavnið opið á Seglloftinum í Stóra
Pakkhús.
Kl 16.00
Café One Way í Zion
Kl. 16.00 - 18.00 Rundvísan, í Suðuroyar Ullvirki - søla
av Sirri klæðum.
Kl. 17.00 - 20.00 Skálin vid Skálá hevur framsýning av
Ruth Smith savninum í Gamla Skúla.
Kl 17.00
Livandi tónleikur í TIVOLI
Kl 18.00
Møti í Bethel.
Kl 18.00
Møti í Zion, við Annelise og Peter
Madsen.
Kl 19.00
Konsert við Føroya Klarenettorkestri í
VB-húsinum.
Kl 20.00
Livandi tónleikur í TIVOLI
Kl 20.00
Missiónshúsið, útimøti við Posthúsið
Kl 21.00
Tónleika Café í Stóra Pakkhúsi, við m.ø.
Tróndi Enni.
Kl 21.00
Zion, útimøti við Posthúsið
Kl. 22.00
Frelsunarherðurin,
útimøti
vid
posthúsið.
Kl 22.00
»Syngið við« í Missiónshúsinum. Eisini
verður okkurt til matna.
Kl. 23.00
Føroyskur dansur í Jómsborg.
Kl. 24.00
Dansur í VB- húsinum, Vinmenn spæla.
Allir fótbóltsdystirnir á Jóansøku eru steypadystir.
Jóansøkuskráin 2004
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í dag 24. juni fyllir Paula
Jespersen í Trongisvági 85
ár. Paula er fødd 1919 í
Trongisvági, dóttir Tho-
minu og Óla Olsen. Tho-
mina var ættað av Eiði og
Óli av Tvøroyri.
Paula var áttanda barni
av tíggju systkjum, 9 mán-
aðir gomul varð hon ætt-
leidd av Paulinu og Martin
Thorsteinsson í Trongis-
vági, tey áttu eingi børn.
Av
teimum
nýggju
systkjunum hjá Paulu eru
tríggjar systrar eftir á livi,
tær eru Alexandra og Signy,
báðar búsitandi í Vági, og
Hannifía, búsitandi á Tvør-
oyri.
Paula giftist í 1940 við
Arnhold
Jespersen
úr
Trongisvági, tey eiga børn-
ini: Martin, Jan, Pól, Rutt
og Noomi.
Tey upplivdu ta stóru
sorg at missa sonin Pól av
sjúku í 1980, bert 32 ára
gamal.
Paula og Arnhold eiga 14
ommu- og abbabørn og 8
langommu- og langabba-
børn.
Sum ung lærdi Paula at
seyma hjá Anettu Millá, og
hevur hon seyma mong
vøkur pløgg gjøgnum tíð-
ina. Tá børnini vóru vaksin,
fór hon út at arbeiða sum
heimahjálp. 60 ára gomul
tók hon koyrikort og keypti
sær bil, men tíverri gjørdist
hon avlamin sum 66 ára
gomul og mátti selja bilin,
men hon fall ikki í fátt.
Sum nakað slóðbrótandi
keypti hon sær eina avlam-
issúkklu úr norska blaðnum
»Familien«, og hevur hon
havt stóra gleði av henni.
Hóast brek setist Paula
ikki aftur, tá ið tað stendur
henni í boði at ferðast –
bæði heima og úti. Hetta
verið seg í Ísrael og við
pensionistafelagnum bæði í
Noregi, Skotlandi og sein-
ast í Íslandi. Á hvørjum ári
møtist hon við øðrum pens-
ioneraðum heimahjálpar-
um, sum luttóku á skeiðum
saman við henni, tá tær
arbeiddu sum heimahjálp-
arar. Eisini er hon á hvørj-
um ári á kvinnustevnu í
Zarepta.
Vit ynskja henni hjarta-
liga tillukku á føðingar-
degnum og Harrans signing
á lívskvøldinum.
x.
Dagurin
24. juni. Jóansøka. Føðingardagur Jóhannes Doyparans. Minningardagurin hjá
halgimennum var vanliga deyðadagur teirra, men hjá Johannes Doyparanum er
tað føðingardagurin, ið verður hildin, av tí at hann var heilagur longu í móðurlívi.
Eftir bíbilskari frásøgn var Jóhannes Doyparin 6 mánaðir eldri enn Jesus, og
tessvegna høvdu kirkjuligu myndugleikarnir gjørt av at halda føðingardagin hjá
Jóhannesi áttanda dagin fyri 1. juli, og tað er júst 6 mánaðir fyri føðingardag
frelsarans tann 24. desember.
Føðingardagarnir verða verða báðir hvør í sínum lagi hildnir um sólstøður.
Um øll Norðurlond verða hildnar summarveitslur um jóansøku.
Jóansøkustevna, sum hon verður hildin nú á døgum, varð hildin á fyrsta sinni í
1925 á Tvøroyri.
Í dag, hósdagin 24.
juni, letur handils-
fyritøkan P/F Jógvan
Weihe upp í nýggjum
hølum í Stiðjagøtu í
Havn. Í bygninginum
er bæði heil- og
smásøla
Kl. 9.00 hósdagin letur
handilsfyritøkan
P/F
Jógvan Weihe upp í nýggj-
um stásiligum hølum í
Stiðjagøtu í Havn.
Fyritøkan hevur tíggju
tey seinastu árini hildið til í
leigaðum hølum við Stara-
vegin.
P/F Jógvan Weihe varð
bleiv stovnað í 1991. Hetta
var í ringastu tíð, meðan
samfelagskreppan herjaði.
Tað vóru tey bæði Hildu-
bjørg og Jógvan Weihe sum
stovnaðu fyritøkuna.
Jógvan er útbúgvin skriv-
stovumaður. Hann byrjaði í
Landshandlinum í Havn í
1960, og frá 1963 arbeiddi
hann sum ferðandi sølu-
maður hjá Landshandlin-
um. Hann arbeiddi eisini
sum ferðandi sølumaður á
heilsøluni
hjá
Kartni
Winther.
Jógvan hevur eisini ferð-
ast nógv kring landið fyri
sína egnu fyritøka, og er
hann helst tann føroying-
urin, sum hevur arbeitt
longst sum ferðandi sølu-
maður.
Fyritøkan selur so gott
sum allar vørur sum t.d. fóð
ur, fiskireiðskap til frítíðar-
fiskimenn, og alt til urta-
garðsrøkt. Tá morðsnigilin
byrjaði at gera um seg í
Føroyum, vóru tey t.d. fyrst
við Ferramol, sum hevur
bøtt munandi um hendan
snigilstrupulleikan. Sum
nakað nýtt selur fyritøkan
nú eisini arbeiðsklæðir,
oljuklæðir, stivlar og annað
til arbeiðs- og fiskimenn.
Fimm fólk starvast í
nýggja
bygninginum
í
Stiðjagøtu, ið er upp á til-
samans 900 fermetrar, har
ein partur er í tveimum
hæddum.
P/F
Jógvan
Weihe er bæði heil- og
smásøla. Handilin er opin
gerandisdagar frá kl. 8.00-
17.30 og leygardag frá
9.00-14.00
Í dag, 24. juni fyllir Paula Jespersen, Trongisvágur 85 ár.
Hon er burturstødd føðingardagin.
85 ÁR
Sunnudagin 27. juni kl. 16
letur keramikkframsýning
upp í Gallerí Ribarhús í
Fuglafirði.
Tað er Guðrið Poulsen,
keramikari, úr Havn sum
sýnir fram nýggjastu verk
síni.
Framsýningin
rópast
Vanvart, og sipar hetta heiti
til tilfarið, brendi leirurin.
Á
framsýningini
eru
smærri og størri skulpturar
og veggmyndir úr stein-
toysleiri.
Framsýningin Vanvart er
opin mánadag til fríggja-
dag frá kl.15 til 17.30 og
leygardag millum 10 og 13.
Sunnudag er opið frá kl. 14
til 18. Framsýningin endar
sunnudagin 21.juli.
P/F Jógvan Weihe letur upp í nýggjum bygningi
Paula Jespersen 85 ár
Guðrið Poulsen, keramikari:
Vanvart í Ribarhúsi
Hildubjørg og Jógvan Weihe saman við børnunum, Ólavi, Ingvør og Gunnar Oluf , framman
fyri nýggja bygningin í Stiðjagøtu. Ólavur og Gunnar Oluf arbeiða í fyritøkuni, meðan Ingvør
er barnapedagog
Mynd: Jens Kristian Vang
Erhard Jacobsen:
Kandidatur í bókasavns-
og kunningarfrøði
Erhard Jacobsen,
Tórshavn, hevur
tikið prógv sum
kandidatur í
bókasavns- og
kunningarfrøði
(Cand.scient.bibl) á
Danmarks
Biblioteksskole
C
M
Y
K
13
12