hósdagur 24. juni 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 118 - 24. juni 2004
15
UTTAN ÚR HEIMI
Alivinnan skipar seg
Alivinnan í Danmark hevur nú skipað sum í eitt nýtt
felag, ið hevur fingið navnið Dansk Akvakultur.
Í tí nýggja felagnum eru feløg, sum ala fisk á sjónum
og í alibrúkum á landi, állaalarar, fiskaútflytarar, fóður-
virkir og virkir, sum arbeiða tann alda fiskin. Roknað
verður við, at limatalið verður um 300. Eitt av enda-
málunum við felagnum er at fyrireika limirnar til kapp-
ingina á marknaðinum.
Alifeløgini, sum fara upp í tað nýggja felagið, ala
umleið 40.000 tons um árið. Umleið 95 prosent verður
útflutt, og útflutningsvirðið táttar í eina milliard
krónur, skrivar Ritzau.
Clinton hetja í Kosovo
At fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton er væl
umtóktur í Kosovo sæst á teimum mongu støðunum
har, sum bera navn hansara. Í høvuðsstaðnum Pristina
er ein gøta, sum hevur navn eftir Clinton, og har eru
eisini fleiri handlar, sum hava navn eftir honum. Á
vegginum á einum stórum íbúðarhúsum er eisini ein
stórur málningur av fyrrverandi forsetanum.
Orsøkin til ta góða umdømið hjá fyrrverandi forset-
anum er, at hjá teimum flestu albanunum í Kosovo er
hann tann stóra hetjan. Hann gjørdi sítt til at tryggja
frið í Kosovo, og nógvir kosovoalbanar halda, at hevði
Clinton verið sitandi í Hvítu Húsunum, hevði Kosovo
verið eitt sjálvsstøðugt land í dag.
Harafturímóti er George W. Bush ikki so avhildin í
Kosovo. Sagt verður, at Bush slepti Kosovo upp á fjall,
tá hann legði á Afghanistan, og at Afghanistan fekk
somu lagnu, tá Bush gjørdi av at leypa á Irak.
Í Barentshavið at bora
Norsk Hydro ætlar nú at fara undir at bora eftir olju og
gassi í Barentshavinum, og gongst sum ætlað, verður
borurin settur í havbotnin umleið 1. oktober.
Mánadagin søkti Norsk Hydro umhvørvismyndug-
leikarnar um loyvi til tað neyðuga útlátið, sum stendst
av boringini, men umhvørvisfelagsskapurin Bellona
heldur, at felagið hevur givið myndugleikunum alt ov
stutta tíð til at viðgera umsóknina. Víst verður á, at
myndugleikarnir kunnu ikki taka støðu fyrr enn aftan á
tann 10. august, og tá kunnu teir vænta at fáa eina ella
fleiri kærur. Tær fara at taka tíð, so Norsk Hydro kann
ikki vænta at sleppa at bora fyrr enn einaferð í desem-
ber, sigur Bellona.
Í Norsk Hydro halda tey ikki, at Bellona og aðrir um-
hvørvisfelagsskapir hava nakað at stúra fyri. Felagið
sigur, at øll neyðug stig verða tikin fyri at verja
umhvørvið undir royndarboringini, og at ein
tilbúgvingarætlan er løgd, skuldi okkurt óhapp hent.
Fleiri ómaksgjøld
Tann lága rentan ger, at munurin á innlánsrentuni og út-
lánsrentuni hjá teimum donsku peningastovnunum er
so lítil, at teir forvinna ikki so nógvar pengar longur.
Tað hevur fingið peningastovnarnar at umhugsa at
taka fleiri ómaksgjøld frá viðskiftafólkinum, skrivar
Børsen. Blaðið skrivar, at tey seinastu tíggju árini hava
peningastovnarnir økt inntøkuna av ómaksgjøldum úr
seks upp í sekstan milliardir krónur. Tað merkir, at ein
triðingur av inntøkunum hjá peningastovnunum stavar
frá ómaksgjøldum, og hóast tað ljóðar av nógvum, er
hetta munandi minni enn aðrastaðni. Eitt nú stava 56
prosent av inntøkunum hjá teimum svensku bankunum
frá ómaksgjøldum, og í Niðurlondum eru tey 45 pros-
ent av inntøkuni.
Aðalstjórin í Danske Bank, Peter Straarup, heldur
ikki, at tað ber til at hækka verandi ómaksgjøld. Ístaðin
fyri eiga peningastovnarnir at geva viðskiftafólkinum
okkurt nýtt, sum teir so kunnu forvinna meiri pengar
burturúr, sigur hann við Børsen.
Ein frágreiðing hjá
amerikonsku Kongr-
essini ávarar um, at
yvirgangsmenn
kunnu fara at søkja at
olympisku summar-
leikunum í Athen
YVIRGANGUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Sambært frágreiðingini er
tað rættiliga sannlíkt, at
yvirgangsmenn, sum hava
tilknýti til al-Qaeda, fara at
royna at søkja at olympisku
leikunum, og at teir helst
fara at leggja seg eftir at fáa
sum mest burtur úr atsókn-
ini. Tað er tí ikki óhugs-
andi, at teir fara at nýta eina
bakteriur, stendur í frá-
greiðingini.
Carol Migdalowitz, sum
hevur skrivað frágreiðing-
ina, sigur við tíðindastov-
una AP, at tað eru fleiri or-
søkir til, at vit kunnu vænta
eina ella fleiri atsóknir at
leikunum í Athen. Hon
vísir á, at demokratiið hev-
ur sín uppruna í Grikka-
landi, og at yvirgangsmenn
tí ivaleyst halda tað hava
ein serligan týdning at
søkja at har. Í øðrum lagi
fara fleiri milliardir fólk at
fylgja leikunum í sjónvarp-
inum, og tí kunnu yvir-
gangsmenninir
fáa
sín
boðskap út um allan heim-
in. Í triðja lagi er Grikka-
land ein partur av Vestur-
heiminum, sum yvirgangs-
menninir leggja seg eftir at
søkja
at,
sigur
Carol
Migdalowitz.
Freistin
Amerikanska kongressfrá-
greiðingin nevnir eisini eitt
annað, sum kann vera ein
fráboðan um, at al-Qaeda
ætlar at søkja at olympisku
summarleikunum.
Tann 15. apríl kunngjørdi
Osama bin Laden, at hann
fór at lata friðardyrnar
standa opnar fyri Vestur-
heiminum í tríggjar mán-
aðir. Tann 15. juli rennur
hendan freistin út, og fýra
vikur seinni byrja leikirnir í
Athen.
Grikska løgreglan hevur
havt samband við løgregl-
una í hinum evropeisku
londunum. Ætlanin er, at
hini londini skulu gera sína
meting av vandanum fyri
yvirgangi undir leikunum,
skrivar AP.
Í februar í 1945
bumbaðu amerikonsk
og bretsk flogfør
týska býin Dresden í
sor. Millum annað
oyðiløgdu bumbur-
nar ta stóru Frauen-
kirche, men nú er hon
bygd uppaftur
ENDURBYGGING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Í hesi løtu verður eitt sár í
sjálvum
hjartanum
á
Evropa grøtt, segði leiðarin
í týska statinum Sachsen,
Georg Milbradt, tá spírurin
á Frauenkirche í býnum
Dresden varð settur upp á
pláss týsdagin.
Frá 13. til 15. februar í
1945 bumbaðu amerikonsk
og bretsk Dresden. Ein
stórur partur av býnum
varð javnaður við jørðina.
Eldur kom í Frauenkirche,
og nakrar dagar seinni rap-
aði hon í grund. Nú er hon
bygd uppaftur, og millum
annað eru 3.634 steinar úr
teirri upprunaligu kirkjuni
brúktir aftur í teirri nýggju.
Tann meiri enn fimm
metrar høgi spírurin er
gjørdur eftir tí upprunaliga.
Tað er ein onglendingur,
sum hevur gjørt hann. Pápi
hansara var ein av flogskip-
arunum,
sum
bumbaði
Dresden fyri 59 árum
síðani. Arbeiðið er fíggjað í
Onglandi, millum annað av
fólki í býnum Coventry,
sum týskarar bumbaðu í sor
undir seinna heimsbardaga.
Ætlanin er eisini, at
Frauenkirche skal vera eitt
tekin um frið.
– Í dag sendir Dresden
øllum heiminum ein boð-
skap. Tann
endurreista
kirkjan skal vera eitt altjóða
tekin um frið og semju, var
boðskapurin hjá Georg
Milbradt.
Kirkjan í Dresden endurbygd
Stúra fyri yvirgangi ímóti
olympisku leikunum
Gamla belgiska súkklarastjørnan Eddy Merckx við tí olympiska eldinum, sum skal til 34 býir í 27 londum á vegnum til Athen
15
14
Nr. 118 - 24. juni 2004
Tjalding og vallaraheim
á G! Festival
FESTIVALUR
Tíðindaskriv
G! Festival bjóðar aftur í ár
gestum at tjalda í Gøtu-
gjógv tætt við Gøtu skúla,
men sum nakað nýtt ber
eisini til at bíleggja sær
vallaraheimspláss, ella rúm
í sovisali, sum verður í
Gøtuskúla, umframt at tað
eisini verður møguligt hjá
festivalgestum at goyma
virðislutir, klæðir og annað,
sum ikki skal liggja ólæst í
tjaldinum
í
skúlanum.
Svimjifelagið
Skeggjar
tekur sær av tjaldingini,
vallaraheiminum og varð-
veitslutænastuni í sam-
starvi við G! Festival
Tænastan er serliga ætlað
fólki úr øðrum oyggjum, ið
hava langan veg heim, og
sum tí ynskja at gista í
Gøtu.
Tjaldingin var sera væl
umtókt seinasta ár og alt
plássið var uppi eftir stutt-
ari tíð. Í ár eru týðiligar
ábendingar um, at grav-
gangurin verður enn størri.
Av tí at plássið er avmark-
að, er skilabest hjá teimum,
ið ætla sær at tjalda ella
gista í sovisali, at bíleggja
sum skjótast.
G! Festival takkar Gøtu
Kommunu og Gøtu skúla
fyri loyvi at nýta skúlan og
bóndanum Árant Hansen,
fyri at lata øki til tjald-
ingina.
Tjaldingarøkið og Vall-
araheimið á G! lata upp
Fríggjamorgunin 16, juli
klokkan 10.00. Tað er ein
treyt, at tey, ið vilja gista á
tjaldingarøkinum ella á
vallaraheiminum
hesar
dagarnar, hava atgongu-
merki til G! Festival
Bíleggingar fara fram á
tel 22 72 42 ella á cam-
ping@gfestival.com
Kostnaður fyri tjalding er
60 fyri hvønn persón fyri
vikuskiftið. Kostnaður fyri
Vallaraheim er 130 krónur
pr nátt pr persón.
C
M
Y
K
14