týsdagur 28. oktober 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hans Petur Joensen lýsir
støðuna soleiðis:
– Vit fáa at vita úr Vinnu
málaráðnum, at leiðslan hev
ur einsamøll fulla ábyrgd
av
komandi
hallinum
í
roknskapinum
fyri
2013.
Tað kennist sum at vera
stungin í ryggin og svikin av
okkara myndugleika, sum
vaskar hendur og blakar alla
ábyrgd á okkum. Hetta hóast
vit hava gjørt alt, sum vit
kunnu, fyri at rópa varskó og
gera vart við støðuna, sigur
Hans Petur Joensen.
Boðini fáa stóra ávirkan
á fíggjarleiðaran á Strand
ferðslan.
– Eg liggi svøvnleysur um
náttina og hugsi um, hvussu
órættvíst og vónleyst hetta
er. Myndugleikarnir áleggja
Strandferðsluni at fremja
eina sparing, sum myndug
leikarnir síðani nokta stovn
inum at seta í verk. Sam
stundis verður játtanin skerd
við átta milliónum. Vit boða
ferð eftir ferð frá, at játtanin
ikki fer at halda, uttan at
nakar letur við seg koma.
Og nú skal leiðslan á Strand
ferðsluni ábyrgdast fyri at
játtanin ikki heldur.
Hans Petur Joensen tek
ur tí eina avgerð, hvørs av
leiðingar hann tá ikki hevði
droymt um:
– Eg sendi ein teldupost,
beinleiðis
til
limirnar
í
fíggjarnevndini hjá løgting
inum, har eg kunni teir um
støðuna.
Telduposturin
verður
sendur
sunnukvøldið
15.
desember.
– Eg hevði ikki doymt
um, at telduposturin fekk ta
avleiðing, at Bogi Mortensen
varð offraður og koyrdur frá
sum stjóri. Tað hevði verið
lættari at skilt, um stjórin
hevði valt at senda meg til
hús, tí eg eftir hansara tykki
hevði verið illoyalur móti
sær. Men hetta hevði eg sum
nevnt ikki droymt um.
Hans Petur Joensen sigur
soleiðis um avgerðina at
kunna fíggjarnevndarlimir
beinleiðis:
– Bogi Mortensen átti ikki
trupulleikan og kundi einki
gera við hann. Vinnumála
ráðið átti trupulleikan, men
vildi ikki kennast við hann.
Tí sendi eg teldupostin til
fíggjarnevndina.
Blinda eygað
Í teldupostinum til fíggjar
nevndina hjá løgtinginum
eftirlýsti
Hans
Petur
Joensen, at fokus varð sett
á sjálva játtanina til Strand
ferðsluna fyri 2013. Tað var
har, at upprunin til trupul
leikan eftir hansara tykki
var at finna.
– Tað var og er framvegis
mín pástandur, at við at
kanna játtanina hevði tú
funnið fram til, hvar feilurin
reelt liggur. Tá hevði tú sæð,
at feilurin lá í játtanini, og
harvið í Vinnumálaráðnum.
Men eingin vil eftirkanna
játtanina, heldur ikki grann
skoðarin, sum Vinnumála
ráðið keypti inn til at ganga
ígjøgnum
fíggjartølini
á
Strandferðsluni.
Sambært
Hans
Peturi
Joensen er feilurin í játtan
ini somikið stórur, at reelt
er talan um brot á játtanar
skipanina, og er brotið framt
longu í samband við fíggjar
lógaruppskotið fyri 2013. Í
grein-3 í játtanarskipanini
stendur, at »fíggjarlógin skal
fevna um allar inntøkur og
útreiðslur landsins, og vera
grundað á veruleikakendar
vónir og so hollar ætlanir
sum tilber um inntøkur og
útreiðslur í fíggjarárinum.«
– Sambært játtanarskip
anini
skal
myndugleikin
tryggja
eina
realistiska
játtan, og her hevur Vinnu
málaráðið svikið. Játtanin
fyri 2013 er bert 139 milliónir,
samstundis sum staðfesti
tørvurin á heysti 2012 var 147
milliónir. Víst verður so til
eina sparing, sum ikki kann
setast í verk av politiskum
ávum, og tí onga fíggjarliga
ávirkan hevur. Tí er talan
um tíðandi undirfígging, og
tí verður játtanarskipanin
eftir mínum tykki brotin
longu her, sigur Hans Petur
Joensen og endurtekur pá
standin:
– Vinnumálaráðið biður
um eina játtan, sum man veit
er ov lítil, tí man somuleiðis
veit, at neyðugu sparingar
nar kunnu ikki gjøgnumfør
ast.
Hans Petur Joensen hev
ur sera lítið til yvirs fyri,
hvussu Vinnumálaráðið og
seinni grannskoðarafyritøk
an valdi at tackla spurningin
um sjálva játtanina.
– Við at kanna játtanina
hevði tú sum nevnt funnið
fram til, hvar feilurin reelt
liggur. Eg giti at tað er tí,
at privata grannskoðanin
ongantíð fór inn har. Tá
hevði man sæð nakað, sum
man ikki vil síggja, sigur
Hans Petur Joensen og legg
ur afturat:
– Tú mást minnast til, at
grannskoðarin er ikki óheft
ur. Hann ger tað, sum hann
er keyptur til at gera. Og her
hevur man valt at seta kik
aran fyri blinda eygað.
Spinnið
Nú
fyrrverandi
fíggjar
leiðarin á Strandferðsluni
hevur við áhuga lisið niður
støðuna hjá Landsstýris
málanevndini,
sum
varð
biðin um at kanna leiklutin
hjá Johan Dahl í samband
við fíggjarligu støðuna hjá
Strandferðsluni í fjør. Fleiri
viðurskifti í niðurstøðuni
fella honum fyri bróstið.
– Fyri tað fyrsta verður
tað endurtikið í niðurstøð
uni, at fíggjarligt óskil hevur
valdað á Strandferðsluni, og
tað sigur Landsstýrismála
nevndin seg vera samda
í. Men her tekur Lands
stýrismálanevndin
also
støði í eini frágreiðing hjá
løgtingsgrannskoðarunum,
sum aftur taka støði í eini
frágreiðing
hjá
privatu
grannskoðarafyritøkuni,
sum Vinnumálaráðið keypti
inn til at hyggja eftir rokn
skapartølunum. Og tað er
henda
grannskoðarafyri
tøka, keypt av Vinnumála
ráðnum, sum sigur at talan
er um »fíggjarligt óskil« á
Strandferðsluni. Tað tykist
mær, sum man her er við at
gera ein pástand til ein sann
leika, einans við at endur
taka hann nóg ofta.
Hans Petur Joensen tví
heldur tvørturímóti um, at
fíggjarstýringin á Strand
ferðsluni var í lagi.
Somuleiðis sigur Lands
stýrismálanevndin
seg
kunna staðfesta, at lands
stýrismaðurin »hevur havt
samskifti við Strandferðsl
una um fíggjarstøðuna, og
at roynt hevur verið í ávísan
mun at ávirka Strandferðsl
una til at fremja sparingar
ella finna meirinntøkur fyri
at minka hallið.«
– Hetta lýsir ikki veru
leikan. Tað ber ikki til at tosa
um eina roynd at minka hall
ið, bara við at sleingja okkurt
út um at hækka farmaprísin.
Tvørturímóti hava myndug
leikarnir frátikið Strand
ferðsluni
møguleikan
at
finna sparingar, sigur Hans
Petur Joensen.
Nú fyrrverandi fíggjar
leiðarin er samanumtikin
vónbrotin av niðurstøðuni
hjá Landsstýrismálanevnd
ini.
– Eg eri vónbrotin av,
at eg skal fáa skyldina fyri
at
stýrisskipanarlógin
er
brotin.
Avleiðingin
Fyri Hans Petur Joensen
sjálvan
hevur
tað
havt
álvarsamar avleiðingar, at
hann í desember í fjør átók
sær leiklutin sum »whistle
blower« og valdi at fara uttan
um kommandovegirnar og í
staðin boða fíggjarnevndini
hjá løgtinginum frá støðuni á
sínum arbeiðsplássi, soleiðis
sum hann sá hana.
– Eg fekk fyrst eina skriv
liga ávaring fyri at vera
illoyalur. Men her haldi eg
fast um, at eg tvørturímóti
havi eina skyldu til at
boða frá, sigur Hans Petur
Joensen.
Í summar varð farið eitt
stig víðari:
– Tá fái eg hoyringsskriv
um uppsøgn. Og hóast eg
svaraði skrivinum og grund
gav fyri mínum sjónarmið
um, so var reelt ongantíð
upp á tal, at eg skuldi halda
fram sum fíggjarleiðari. Tað
er mín fatan av støðuni, sigur
Hans Petur Joensen.
Uppsøgnin bleiv til eina
fráfaringaravtalu, sum gevur
Hans Peturi Joensen løn í
átta mánaðir, frá 1. oktober
at rokna.
Av somu orsøk úttalar
hann seg sum privatpersón
ur, og hann umboðar ikki
Strandferðsluna.
Hans Petur Joensen er
ættaður úr Havn, meðan
konan er úr Vági. Hann søkti
starv sum fíggjarleiðari, tá
tað stóð greitt at Strand
ferðslan skuldi flytast úr
Havn til Tvøroyrar.
– Tað passaði okkum væl
sum familja at flyta suður.
Men eg dugi ikki at siga tær,
hvat framtíðin fer at bjóða,
sigur Hans Petur Joensen.
jonbrian@sosialurin.fo
strandferðslan
1) Á heysti 2012, samstundis sum FLU 2013 verður
gjørt, er greitt at tørvur er á 12,3 mió í eykajáttan til
olju. Hetta er við at áseta tørvin á játtan fyri 2014.
2) Í viðmerkingunum til FLU 2013 stendur: »Í játtanini
er lagt upp fyri eyka útreiðslum til olju á 9.200 tús.
kr. í mun til játtanina fyri 2012, harumframt er lagt
upp fyri at nýggjar reglur um hvílitíð viðføra eyka
útreiðslur á 2.900 tús. kr.«
3) í viðmerkingunum til FLU 2013 stendur víðari:
»Í nettojáttanini eru sparingar innroknaðar sambært
Búskaparfrágreiðing I frá mars 2012.« Hetta umfatar
at taka ein túr út hjá Smyrli, at Teistin fer at sigla við
bert 2 manningum og at Landsreiðarí verður sett á
stovn. Onki av hesum tiltøkum verða sett í verk og tí
er fíggjarliga avleiðing av hesi sparing 0 kr.
4) Í grannskoðarakanningini verður játtananin ikki
grannskoða, men hildið verður fast um at játtaðar
eru 12,3 mió. meira enn árið fyri (9,2 mió til olju og
2,9 í samb. við Hvíld). Hetta merkir at stórt avlop
er, tá t.d. oljunýtlsan verður gjørd upp. Hetta er ikki
reelt, tí hesar 12,3 eru ongantíð játtaðar ! Lands
stýrismaðurin og VMR halda fast í hesum skeivleika
5) Faktuella játtananin er ikki tann sum víst verður
til í viðmerkingunum, men tað talið sum er í lógar
teksinum í Fíggjarlógini og sum Sundurgreinað ætlan
eisini vísur til 3,8 mió.
6) Hetta merkir at tað ikki eru játtaðar 12,3 mió
afturat, sum VMR heldur fast í, men bert 3,8 mió.
Játtanin verður sostatt 8,3 mió. kr. ov lítil. SSL er
sostatt undirfíggja longu áðrann fíggjarárið byrjar
og innan eitt oyra er brúkt til rakstur. Ábyrgdina fyri
hesum hevur eina og aleina myndugleikin.
7) Játtanin í FLU2014 er stórt sæð eitt framhald av
játtanini sum var í FL2013 (139,6 mió í mun til 139
mió í 2013)
8) Fíggjarnevndin leggur afturat 1,5 mió til at seta
niður ferðaseðlaprísin og 0,5 mió til at betra um
sambandið til útoyggj.
9) í Uppskot til Eykajáttan sept-14 verður staðfest at
tørvur er á eykajáttan, tí gvina játtanin er ov lítil í mun
til raksturin. Biðið verður um 3,45 mió.
10) Afturat at biðið verður um 3,45 mió verða
1,5 mió funnar í fígging, við at útseta viðlíka
hald fyri hesa upphædd til næsta ár.
11) Sparing er innroknað við at Smyril siglir færri
túrar í vetur upp á 0,8 mió.
12) Játtanin í FLU 2015 er 139 mió, men í
viðmerkingunum sæst at í 2015 skal SSL ikki hava
kostnaðin av partsMVG av Oyggjaleiðum
13) Virði av partsMVGnum, sum frá og við 2015
verður lyft av, er sambært viðmerkingunum í FLU2015
8,4 mió kr.
14) Útroknaða samanberliga virðið av játtanini
í 2014 og 2015 er sostatt 147 mió og á sama
støði sum játtanin sum skuldi verið játtað í 2013.
Hetta er gott prógv fyri at játtanin bleiv skerd
longu áðrenn rakstrarárið 2013 byrjaðaði og at
raksturin av SSL veruliga var undirfíggjaður í 2013.
Játtan til SSL
Samb.viðmerk.
Samb. lóg §
Samb. lóg §
Samb. lóg §
Fíggjarlógin
2012
2013
2013
2014
2015
Játtan
135,2
135,2
135,2
139,67)
139,012)
Eyka til Olju 2013
9,22)
Í samb. v/Hvíld 2013
2,92)
Sparing sum ikki kann setast í verk (3,9 mió) 2013
0,03)
Verulig meirjáttan 2013
3,84)
Fíggjarnevnd: Til at lækka ferðaseðlaprís
1,58)
Fíggjarnevnd: Til eyka sigling á útoyggj
0,58)
Játtan í alt
135,2
147,34)
139,0
141,6
139,0
Eykajáttan í árinum
12,31)
3,59)
Viðlíkahald flutt frá 2013 til 2014
1,510)
Sparing við at lækka túratalið á Smyrli
0,811)
Virðið av at parts-MVG verður lyft av
8,413)
Samanbærlig játtan millum ár
147,5
147,34)
139,05)
147,414)
147,414)
Manglandi játtan í mun til viðm. FLU 2013
-8,36)
Hans Petur Joensen tvíheldur um, at rótin til fíggjarligu trupulleikarnar á
Strandferðsluni er at finna í eini óreellari ”gummijáttan” á fíggjarlógini
fyri 2013, sum Vinnumálaráðið ikki vil kennast við. Í eini roynd at lýsa
málið frá sínum sjónarhorni hevur nú fyrrverandi fíggjarleiðarin sett
lyklatølini upp í hesa talvuna og gjørt ítøkiligar viðmerkingar til tey.
Tað tykist mær,
sum man her er við at
gera ein pástand til ein
sannleika, einans við at
endurtaka hann nóg ofta