Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123 strandferðslan tað, ið vit roknaðu við, og tað er mítt argument fyri, at fíggjarstýringin var í lagi. Fyrrverandi fíggjar­leið­ ar­in minnir í sama viðfangi á, at í 2013 skuldi bussleiðin bjóð­ast út, samráðast skuldi av nýggjum um skúla­barna­ koyringina og hartil skuldi Smyril í dokk. Alt viðurskifti, sum gera fíggjarstýringina trupla. – Tá vit síggja reellu tøl­ini, samstundis sum polit­iskur vilji ikki er til at lata Strand­ ferðsluna fremja neyðugu sparingarnar, so er okkara ein­asti møguleiki at biðja um fleiri pengar. Hesa støðuna kendi Vinnumálaráðið og har­við landsstýrismaðurin, sigur Hans Petur Joensen. Bumban Sambært nú fyrrverandi fíggjar­leiðaranum verður alla tíðina arbeitt út frá tí for­treyt, at umleið fýra milliónir krónur koma at mangla í játtanini fyri 2013. Tá árið er hálvrunnið frá­ boðar Strandferðslan hetta gjøgnum sonevndu RGS- skipanina (RGS er stytt­ ing fyri Roknskapar Góð­ kenningar Skipanin, red.). – Her verður enn einaferð gjørt Vinnumálaráðnum greitt, at Strandferðslan kemur ikki at klára at halda játtanina. Og sjálvt í niður­ støðuni hjá Lands­stýris­ málanevndini verður víst á, at heili tríggjar ferðir á heysti og vetri 2013 hevur aðal­stjórin í Vinnu­mála­ ráð­num góðkent rokn­ skapar­tølini hjá Strand­ferðsl­ uni. Jú, Vinnu­ málaráðið visti neyvt støðuna á Strandferðsluni, argu­menterar Hans Petur Joensen. Sambært fyrrverandi fíggjar­stjóranum var ein eftir hansara tykki avger­andi fundur millum leiðsl­una á Strand­ferðsluni og aðal­ stjóran í Vinnu­málaráðnum hildin á 5. desember 2013. Á hesum fundinum tekur leiðslan á Strandferðsluni upp málið um sparingina, sum av politiskum ávum ongan­tíð er sett í verk og at játtan­in tí ikki fer at halda. Eisini vísir leiðslan á Strand­ ferðsluni á, at soleiðis sum fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 sær út, kann roknast við sama trupulleika næsta ár. – Á hesum fundinum við­ gongur aðalstjórin í Vinnu­ málaráðnum, at her er talan um eina sparing, sum stovn­ urin ikki er sloppin at seta í verk. Og hon lovar at finna eina loysn á trupulleikanum, greiðir Hans Petur Joensen frá. Fyri táverandi stjóran og táverandi fíggjarleiðaran er hesin fundurin rættuliga avgerandi. – Fyri okkum er tað, sum ein steinur fellur frá okkara hjørtum, tí sum leiðsla høvdu vit alt árið livað undir stór­um trýsti, tí vit jú vistu at játtanin fór ikki at halda. Eina viku seinni fær jaliga pípan úr Vinnumálaráðnum eitt heilt annað ljóð, sam­ bært nú fyrrverandi fíggjar­ leiðaranum: – Tá gerst greitt, at Vinnu­ málaráðið vil ikki vera við til at finna eina loysn á trupul­ leikanum, sum annars er íkomin, tí Strandferðslan ikki klárar at halda sína játtan vegna manglandi, politiskan vilja at fremja sparingar. Boðini eru stutt og greið, at tað er ábyrgdin hjá leiðsluni á Strand­ferðsluni at halda sína játtan. – Í desember 2013 fáa vit at vita úr Vinnumálaráðnum, at leiðslan hevur einsamøll fulla ábyrgd av komandi hallinum í roknskapinum fyri 2013. Tað kennist sum at vera stungin í ryggin og svikin av okkara myndugleika, sum vaskar hendur og blakar alla ábyrgd á okkum. Hetta hóast vit hava gjørt alt, sum vit kunnu, fyri at rópa varskó og gera vart við, at játtanin fyri 2013 er ov lítil, sigur Hans Petur Joensen, fyrrverandi fíggjarleiðari á Strandferðsluni Mynd: Eileen Sandá Eg hevði ikki doymt um, at telduposturin fekk ta avleiðing, at Bogi Mortensen varð offraður og koyrdur frá sum stjóri framhald...