Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 strandferðslan – Longu við ársbyrjan 2013 visti landsstýrismaðurin, at Strandferðslan var undirfíggjað við nógvum milliónum, og líka síðani hevur hann, væl hjálptur av sínum grannskoðara, hildið kikaran fyri blinda eygað. Tað sigur fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni, sum er bæði bilsin og vónbrotin av, at hann nú skal fáa skyldina fyri at hava brotið sjálva stýrisskipanarlógina Johan Dahl heldur kikaran fyri blinda eygað Fyrrverandi fíggjarleiðari: Jón Brian Hvidtfeldt – Tá vit hava eitt lands­stýri við falleraðum for­rætnings­ monnum, so kann man væl ikki vænta sær annað enn eina gummijáttan. Hans Petur Joensen er argur. Somikið argur, at nú fyrrverandi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni hevur valt at rópa varskó og greiða frá síni versjón av drúgvu søguni um støðuna á Strandferðsluni. Hans Petur Joensen velur at brúka orðið »gummi- játtan«, tí orðið eftir hansara tykki lýsir best ta játtan á fíggjar­lógini fyri 2013, sum Strand­ferðslan hevði at ar­beiða við og sum tá av­ torn­aði kostaði bæði Boga Mortensen og Hans Peturi Joensen síni størv. – Longu áðrenn 1. januar 2013 var greitt, at játtanin fyri árið fór ikki at halda. Longu áðrenn 1. januar 2013 var greitt, at tað av politiskum ávum ikki bar til at fremja neyð­ugu sparingarnar á Strand­ferðsl­ uni. Reelt manglaðu 8,3 milliónir krónur í játtanini, og so nógvar pengar hevði Strand­ferðslan ongan livandi møgu­leika at spara, hóast olju­prísurin var lækkandi, greiðir Hans Petur Joensen frá. Uppáhaldið hjá nú fyrr­ verandi fíggjar­leiðaranum er, at Vinnumálaráðið í sínum lagi arbeiddi við heilt øðrum og hægri tølum, og at tann støðan reelt gjørdi støðuna hjá Strandferðsluni púra vón­leysa. Í roknistykkinum hjá Vinnumálaráðnum vóru eyka pengar til olju­út­ reiðslur og hvílitíðir, til­sam­ ans góðar 12 milliónir krónur eyka í mun til upp­runa­ligu játtanina árið fyri, og hesi tøl vórðu eisini sett inn í viðmerkingarnar til fíggjar­ lógina. Tær 12 milliónirnar hava sín uppruna í eini eyka­játtanarlóg, tá løgtingið á heysti í 2012 noyddist at játta Strandferðsluni fleiri pengar til at keypa alsamt dýrari olju fyri. – Men reelt eru hesir pengar ongantíð játtaðir í 2013. Veruliga játtanin er tann, sum stendur bein­leið­ is í lógartekstinum í fíggjar­ lógini, og tað er síðani prógv­ að at vera rætt, sigur Hans Petur Joensen og heldur fram: – So í staðin fyri góðar 12 milliónir eyka er reelt bara talan um 3,8 milliónir eyka í mun til upprunaligu játt­ an­ina. Tí mangla reelt 8,3 milliónir krónur í til rakst­ urin av Strandferðsluni í 2013. Vit vistu tó av, at olju­ prís­urin lækkaði aftur, og tað vildi lætta nakað um. Men vit vistu eisini, at lækkandi olju­prísurin fór ikki at dekka allar tær 8,3 milliónirnar. Vit dugdu at síggja, at umleið fýra milliónir komu at mangla í. Sambært Hans Peturi Joensen hevur lands­stýris­ maðurin havt hesa vitan alla tíðina, líka frá fyrsta degi av 2013. – Eftir mínum tykki er ess­ensurin í øllum mál­ inum, at Strandferðslan er undirfíggjað, og tað fær løg­tingið ikki boð um, sigur Hans Petur Joensen. Hann heldur lítið um uppá­haldið, at Strand­ferðsl­ an alt árið 2013 stýrdi eftir eini fíggjarætlan, sum lá einar fýra milliónir krónur hægri enn játtanin. – Nei, vit stýrdu eftir tí reella virkseminum hjá Strand­ferðsluni, soleiðis sum tað avspeglast í fíggjar­lógini. Strandferðslan skal virka allar dagar í ár­inum, eisini tá óvæntað viður­ skifti stinga seg upp, sigur Hans Petur Joensen og tví­heldur samstundis um, at fíggjar­ stýringin var í lagi: – Tá avtornaði kostaði Strand­ferðslan umleið 143 milliónir krónur at reka í 2013, ella umleið fýra millión­ir krónur meira enn játtanin á 139 milliónir krónur. Hetta var