Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Hvat er ebolasjúka? Eingin vissa er um, hvar ebola-virus goymir seg millum útbrotini, men væntandi er, at virusið finst undir náttúrligum umstøðum millum djór í afrikanska regnskóginum Vilmund Jacobsen     Ebola-sjúka er ein álvarsom, oftast lívshóttandi smitta. Sjúkan rakar menniskju og apur og verður eisini rópt ebola-hæmorhgisk fepur, ebola-bløðingarfepur ella ebola-virussjúka. Fyribrigdið bløðingar­ fep­ur verður brúkt um ein bólk av virussjúkum, sum um­framt ebola-sjúku eitt nú fevnir um gulan fepur, marburg-sjúku, lassa-fepur og hanta­virus-syndrom. Ebola-sjúkan er upp­ kallað eftir ánni Ebola í Demo­kratiska Lýðveldinum Kongo, fyrrverandi Zaire. Funnið varð fram til virusið í 1976 eftir eitt útbrot í vestara parti av Sudan og partinum av Zaire, sum liggur til mark­ ið til Sudan. Tá doyðu umleið 400 fólk av sjúkuni. Ebola-virus Sjúkan stendst av einum so­nevndum RNA-virusi frá fam­iljuni, Filoviridae. Tað eru fleiri undirbólkar av virusinum, ebola- Zaire, ebola-Sudan, ebola- Bundibygio og ebola-Fíla­ beins­strondin. Haraftrat finst ebola-virus millum apur í Filipin­unum, sum kort­ini ikki ger menniskju sjúk. Men, hvar í heiminum byrjar so ebola-sjúkan? Gjøgnum mong ár hava verið geografiskt av­mark­aði útbrot við 10-400 smitt­aðum fólkum í eystara parti av Afrika, serliga í Demo­krat­ iska Lýðveldinum Kongo, Gabon, Uganda, Sudan og Fíla­beins­strondini. Í mars í 2014 varð fyri fyrstu ferð staðfest útbrot av ebola í Vesturafrika, har óvan­liga nógv gjørdust smittað í Liberia, Sierra Leone, Guinea og Nigeria. Fram til oktober 2014 eru fleiri enn 4.000 fólk deyð av sjúk­uni. Heilsufólk eru eisini vorðin smittað í Vestur­ afrika, og nøkur eru seinni vorð­in viðgjørd í USA og Evropa. Útbrotið av ebola hesa­ ferð hevur verið nógv tað ring­asta nakrantíð. Hvørji eru sjúku­ eyðkennini? Tá ebola-virus er komið í kroppin, fær hin rakti eftir 2-21 døgum krímkend sjúku­ eyð­kenni - við høgum fepuri, troytt­leika, vøddapínu, høvuð­pínu, magapínu og háls­pínu. Síðan fer hin sjúki at spýggja, fær bleytan maga, út­slett á húðini umframt at livur og nýru svíkja. Tað mest álvarsama er torføru bløðingarnar, sum kunnu koma bæði í inn­aru gøgnum og húðini. Bløð­ ingarnar kunnu í 90 prosent­ um av førunum gerast lívs­ hóttandi, og tað er haðani, at heitið bløðingarfepur stavar. Eingin vissa er um, hvar ebola-virus goymir seg mill­ um útbrotini, men vænt­ andi er, at virusið finst undir náttúr­ligum umstøðum mill­ um djór í afrikanska regn­ skóg­inum. Hildið verður ikki, at virusið finst á øðrum konti­nentum enn í Afrika og soleiðis heldur ikki í Evropa. Flogmús kann í royndum í kanningarstovum gerast smitt­að við ebola-virus uttan at doyggja. Hetta hev­ur skapt mistanka um, at hesi súg­djórini kunnu virka sum passivir smittuberarar í regn­ skóg­inum. Aðrir møguleikar eru gnagarar ella apur. Hvussu spreiðist ebola? Ebola-sjúkan byrjar vanliga í rættiliga avmarkaðum út­ broti, eitt nú á primitivum sjúkra­húsum. Menniskju bera ikki virus, sum náttúr­ liga hoyrir heima á djórum. Av tí, at kunnleiki ikki er um djórið, sum ber virusið undir vanligum umstøðum, er heldur ikki greitt, hvussu fyrsti persónurin, sum fær útbrot, verður smitt­aður. Men, roknað verður við, at hetta hendir við nær­sam­ bandi við djórið, kanska við at djórið bítur – ella at riva er komið í húðina. Síðan spreið­ist smittan til onnur í fam­iljuni ella til heilsufólkið, sum pleygar hin sjúka. Smitt­ an kann vera borin um blóð, sveitta, spýggju ella aðrar vætur. Nálir, sum eru fongd­ ar við virusi, kunnu eisini yvir­føra smittuna. Fyrstu dagarnar eftir smitt­una er trupult at stað­ festa, hvat er galið, tí krím- líkn­andi sjúkueyðkennini minna nógv um aðrar van­ ligar sjúkur. Við mistanka um ebola, verður blóðið kannað fyri antievni og virus. Tað finst eingin neyv góð­ kend viðgerð ella kopp­seting móti ebola-sjúku, og eingin heilivágur er kendur, sum kann lekja sjúkuna. Tá sjúklingurin í góðari tíð verður viðgjørdur við stór­um nøgdum av vætu, blóð­yvir­føring, respirator og øðrum stuðlandi viðgerðum fyri at halda blóðrenslið í gongd, hóast fleiri bløðingar, eru góðir møguleikar at yvir­ liva sjúkuna. Í fátøkum londum, har út­brotini eru, verður ofta ov seint staðfest, hvat bagir, men kortini hendir tað, at onkrir sjúklingar yvirliva av ókend­um orsøkum, meðan aðrir doyggja – líka mikið hvat. Munur kann vera á, hvussu sterka immunverju ein sjúklingur hevur til at berja niður virus- infektión­ina. Royndir verða gjørdar við viðgerðum, men tað er óvist, um viðgerðirnar hava nakran virknað. At umgangast smittu Tað er ógvuliga turpult at fyri­byrgja ebola-sjúku í Afrika. Smittan breiðir seg ser­liga, tí heilsuskipanin virk­ar so illa, at ov seint verð­ur avdúkað, um fólk eru smittað og soleiðis kunnu iso­lerast nóg tíðliga. Tað er ógvuliga avgerandi fyri út­ breiðsl­una, at smittan verður staðfest nóg skjótt, soleiðis at sjúklingurin verður isoler­ aður, og heilsufólk kunnu taka øll fyrivarni. Smittuvandin uttan fyri afrikansku økini verð­ur undir vanligum um­støð­um roknaður sum mini­malur, tí vit í vestara parti av heim­ inum hava eitt vælvirkandi heilsu­verk. Tó kunnu inn­ fluttir sjúklingar enda um okk­ara leiðir. Heilsufólk skulu bera persónligan verjuútbúnað, tá tey hava nært samband við blóð ella vætur frá sjúk­ ling­um, sum eru undir mis­ tanka at vera smittað við ebola-virus. Smittuvandin við van­ ligari ferðan í ebola-raktum lond­um verður roknaður at vera minimalur, so leingi ráð­ ini verða fylgd. Ráðini eru at umgangast kropsvætur frá sjúkum ella deyðum persónum, at um­ gang­ast samband við bæði liv­andi og deyð vill djór, eitt nú apur, gnagarar og flogmýs – og ikki at eta kjøt av villini djórum. Tú eigur eisini at umgangast flogmýs í eitt nú grottum. Onnur tilmæli eru ikki at hava kynsligt sam­ band og at vaska hendur væl við hondsápu, gjarna eisini við hondspritti. Kemur tú heim úr Afrika við fepuri, sum byrjaði á ferð­ini – ella, tá tú komst heim – eigur tú at søkja tær lækna­hjálp. Helst er tað ikki ebola, og tí er endamálið við slíkari kann­ing mest fyri at útiloka malaria ella aðrar sjúkur. Kelda: www.NetDoktor.dk Tað er ógvuliga avgerandi fyri útbreiðsluna, at smittan verður staðfest nóg skjótt, soleiðis at sjúklingurin verður isoleraður, og heilsufólk kunnu taka øll fyrivarni Tað finst eingin neyv góðkend viðgerð ella koppseting móti ebola-sjúku