Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tað er ikki sørt, at tað hevur vakt ans, at John Len­ nox næstu dagarnar fer at vitja í Føroyum. John Len­ nox kemur henda vegin úr Oxford, har hann býr. Und­ an vitjanini í Føroyum hev­ ur hann lagt síðstu hond á enn eina bók, sum snýr seg um tað, ið hann fyrilesur um. Tað er trúgv, vísind og heimsspeki. Hann er norð­ ur­íri, og í síni tíð las hann bæði í Cambridge og Ox­ford, har hann nú er profess­ari í stødd­frøði á lærda há­skúl­ an­um, umframt at hann er knýttur at fleiri kollegum og eis­ini er ráðgevi í onkrari kirkju. Umframt MA er hann PhD, DPhil og DSc, og ikki minst hevur konseptið, sum hann brúkar, vakt ans. Hann hev­ur diskuterað við fremstu gud­loysingarnar, og hann vil hava, at tá ið hann er liðugur at fyrilesa, skulu kritiskir og spískir spurningar verða sett­ir honum. Arbeitt í meiri enn eitt ár Tað er KFS – felagsskapurin fyri kristin lesandi – sum hev­ur fingið kenda Oxford pro­fess­aran henda vegin. Sam­skip­arin í KFS eitur Ragn­hard Petersen. Hann er ættaður úr Fuglafirði og býr á Strondum. Síðani 1. juli í ár hevur hann verið í full­tíð­ar starvi hjá KFS. Hes­ ar mánaðirnar hevur hann fyrst og fremst verið upp­ tik­in av at fyrireika Føroya ferð­ina hjá 70 ára gamla John Lennox, sum kemur til Før­oya í kvøld, og sum verð­ ur her fram til og við viku­ skift­ið. Ragnhard Petersen hev­ ur lisið teologi í Bristol í Onglandi. Hann er fyri stutt­ um liðugur við lesturin, og hann greiðir soleiðis frá, hvussu tað kom í lag, at John Len­nox nú kemur henda veg­in: – Tað var eftir ársskiftið 2013, at vit í landsnevndini hjá KFS gjørdu av at arbeiða fyri at fáa John Lennox henda vegin. Fram ímóti sumri í fjør bar tað soleiðis á, at hann fyrilas á skúlanum, har eg las. Tá fekk eg høvi at heilsa upp á hann og um­boðsmann hansara, og eftir at vit høvdu samskift í nakr­ar mánaðir, tók hann stutt undan jólum í fjør av innbjóðingini um at koma henda vegin. Tað bar honum til at koma um mán­að­ar­ skift­ið oktober-november í ár, og vit eru sera fegin um hetta. Hann fyrilesur og disk­u­terar annars fyri tað mesta í stórum londum og fyri nógvum áhoyrarum, eitt nú í USA, Australia og Suð­ur­ afrika, sigur Ragnhard Pet­er­ sen. Fer at fyllast Tað plagar ikki at líkjast før­oy­ing­um í góðari tíð at syrgja fyri bíleggingum til til­tøk, men soleiðis er tað í hes­um førinum: – Samlaða talið á bí­legg­ ing­um til fyrilestrarnar á Ho­tel Føroyum hóskvøldið klokk­an 19.30 og í Kelduni fríggja­kvøldið um somu tíð er kom­ið upp ímóti túsund. Ætl­anin var, at fyrilesturin fríggja­kvøldið skuldi vera í Løkshøll, men orsaka av stóra áhuganum er fyri­ lest­urin fluttur í Kelduna í Skálafirði. Fyrilesturin verð­ ur klokkan 19.30, men kapp­ ing­in frá Gekkinum tykist ikki at bila, sigur Ragnhard Pet­er­sen. Kostnaðurin fyri luttøku á Hotel Føroyum og í Kelduni er hundrað krónur. Tó rinda les­andi og næmingar hálvan prís. Talan er um ymiskar fyri­lestrar. Evnið á Hotel Før­ oy­um er “Er átrúnaður skaði­ lig­ur?”. Hetta kvøldið verð­ur Pæt­ur M. Dahl krit­isk­ur spyrj­ari. Evnið í Kelduni verð­ur “Er Gud ein vill­leið­ ing?”. Kristiskur spyrj­ari hetta kvøldið verður Rói Pat­ urs­son. Felags fyri Pæt­ur og Róa er, at teir eru heim­spek­ ing­ar. Evnið í læraraskúlahøllini klokk­an 10.30 hósdagin er “Hava vísindi jarðað Gud?”. Hetta tiltakið er alment og ókeypis. Leygarkvøldið klokk­an 19.30 verður evnið í Betesda í Klaksvík “Gud í al­ menna rúminum?”. Tá verð­ ur Róland í Skorini, lektari í fronskum og religión, krit­ isk­ur spyrjari. Klokkan 11 sunnu­dagin verður felags kristi­ligt tiltak í Ebenezer í Havn. – Vit fegnast um stóra áhug­an, og vit vóna, at tað verð­ur pláss fyri øllum, sum ætla at taka lut. Onkur hevur fregn­ast um, hvussu tað verð­ur við tulking. Vit hava oyra­mikro­fon­ir, og so langt, sum tann útgerðin røkk­ur, ber tað til at fáa tulk­ing. Tað ræð­ur um at bí­leggja útgerð frá okk­um sum skjót­ast, eru ráðini hjá Ragn­hardi Pet­er­ sen, sam­skip­ara í KFS. Víðagitni vísindamaðurin við fleiri doktaragradum, sum tosar um trúgv, heimsspeki og vísindi, verður í Føroyum næstu dagarnar John Lennox vitjanin vekir ans John Lennox Ragnhard Petersen