týsdagur 28. oktober 2014síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sunnudagin 26. oktober fylti
Símin í Túni á Toftum 60
ár. Tað eru longu meiri enn
fjúrtan ár síðani, at hann
flutti aftur til Føroya og
Toftir, eftir at hann í eina
fjórðingsøld hevði verið við
í trúboðanararbeiði millum
innfødd í Venezuela – í Par
ima landspartinum sum er
bæði í Brasil og Venezuela.
Hetta var øðrvísi yrkisleið
enn hjá teimum flestu. Við
sínum góðu gávum á so yms
um økjum vóru møguleikar
nir nógvir, tá ið Símin sum 16
ára gamal í 1971 stóð við real
prógvinum í Glyvra skúla. Tá
hevði hann longu smakkað
vinnuligu
avbjóðingarnar,
sum pápin hevði verið uppií
og tí, sum hann framvegis
fekst við.
Í staðin fyri at fáast við
sild og síl og laks ella okkurt
annað, sum hann við sínum
gávum, arbeiðssemi, vilja
og trúfesti ivaleyst kundi
rokkið langt við, so kendi
Símin kallið at arbeiða við
trúboðan. Hann fór yvir til
USA at útbúgva seg, og eftir
at hava verið á bíbliuskúla,
málskúla og venjingarskúla
hjá NTM, fóru hann til Vene
zuela. Har lærdi hann undir
siviliseraðum
umstøðum
spanskt og um mentanina í
landinum, áðrenn tíðin var
búgvin at flyta inn millum
tey innføddu.
Málið var at kunngera
gleðiboðskapin. Um málið
skuldi røkkast, so var neyð
ugt at læra mál og mentan
hjá teimum innføddu. Tey
høvdu einki skriftmál, og tey
áttu harvið ikki skriftirnar
á sínum egna máli. Tí var
neyðugt at gera skriftmál og
at umseta skriftirnar. Hetta
arbeiðið var Símin saman við
øðrum við í.
Tey fyrstu árini var hann
leysur kroppur, og tá livdi
hann saman við og undir
somu korum sum tey inn
føddu. At hava vitjað Símin
og familjuna í Venezuela er
minnisrík uppliving á yms
an hátt. Hjartanemandi var
tað at síggja, hvussu stóran
tokka hann hevði til tey inn
føddu, og at eygleiða, hvussu
væl tað gekk hjá teimum at
samskifta á teirra máli, og
hvussu nógv tey innføddu
hildu av honum og hann av
teimum.
Umframt at røkja setn
ingin, sum hann kendi seg
kallaðan til, so brendi Símin
fyri at betra um umstøður
nar hjá fólkinum, sum hann
var so góður við, eitt nú hvat
skúlagongd, heilsu og mat
framleiðslu viðvíkir.
Í 1983 giftist Símin Daniu
Didriksen úr Runavík. Tey
búðu í seytjan ár í Parima.
Fimm ár eftir at tey vóru gift,
vóru føroyingar har yviri og
hjálptu teimum at byggja
hús í føroyskum sniði. Tam
ara varð fødd í USA, meðan
nýklæktu foreldrini vóru
undir
eftirútbúgving,
og
Erik, Stefany og Isabel vórðu
fødd í Venezuela.
Stóra innlitið í mál og
mentan og náttúru og á
mongum
øðrum
samfe
lagsøkjum bar við sær, at
Símin hevði nógv og gott
samband við politiska og
umsitingarliga myndugleik
an, sum ikki so sjáldan søktu
sær ráð og vegleiðing hjá
honum.
Dania undirvísti børnun
um heima við hús, og kring
húsini høvdu tey urtagarð,
sum so mangt, ið á okkara
leiðum er forkunnugt, vaks
í og var brúkt í húsarhald
inum. Tá ið tað kom til tað,
at børnini skuldu í fram
haldsskúla, flutti familjan
til Toftir, har tey síðani hava
búð.
Símin hevur framveg
is samband yvir til Vene
zuela, og hann fylgir væl
við í, hvussu umstøður
nar í landinum nú eru. Tað
kennist sjálvandi meint, at
myndugleikarnir fyri nøkr
um árum síðani settu forboð
fyri, at trúboðanararbeiði
hjá felagsskapum av tí slag
num, sum Símin arbeiddi í
og saman við, skulu virka
í ættarbólkum. Har eru tó
tey, sum hava lyft arvin, og
sum samskifta við Símin og
onnur fyri at fáa íblástur og
vegleiðing.
Síðani tey fluttu aftur til
Føroya, hevur Símin verið
og er framvegis viðhvørt til
skips, og aðrar tíðir er hann
við í nógva virkseminum á
havnarlagnum á Toftum.
Fyri fáum árum síðani leyk
hann hf prógv, og stóri áhug
in fyri náttúruni og havinum
hava havt við sær, at hann
eisini hevur tikið okkurt
skeið á náttúruvísindadeild
ini á Fróðskaparsetrinum.
Hóast hann fór av Toftum
sum 16 ára gamal og var burt
uri í knappliga tredivu ár, so
er eingin ivi um føroyska
samleikan, og at talan er um
sannan toftamann. Maja og
Júst í Túni fingu átta børn.
Andrias, sum er elstur, fylti
70 6. oktober, og nú fylti Sím
in, sum er næstyngstur, 60.
Tað vil siga, at Maja átti sjey
børn í tíggju ár. Soleiðis var
tað tá í tíðini!
Andrias, Kristian, Petur,
Sanna, Símin og Marjun
búgva á Toftum, og Alma og
Hanna búgva í Havn. Tað
liggur til slagið at vera fam
iljukært, og Símin fegnast
sjálvandi um, at hann er væl
signaður við tveimum abba
børnum – Bjørt og Levi.
Góði svágur! Hjartaliga
til lukku við runda degnum.
Tú hevur verið eitt gott um
boð fyri okkara land og tjóð
í manngóða verkinum, sum
tú hevur verið uppií, og bara
ævinleikin fer at vísa týdn
ingin av íløgunum, sum tú í
eyðmýkt og við tínum góðu
evnum og í besta aldri valdi
at gera í Venezuela.
Jóannes
Veðrið var av tí allar fagrasta
hendan
týsmorgunin.
Eg
gekk til arbeiðis og væntaði,
at hesin dagurin kundi bara
gerast
góður.
Lítið
visti
eg, tí lítla løtu eftir at vit
vóru farnar undir dagsins
gerning
á
laboratorinum
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi,
ringdi Hjørdis hjá Ingun og
gav mær boðini: “Mamma er
deyð.”
Eg mátti seta meg niður.
Alt
steðgaði
upp.
Hetta
kundi ikki passa. Ingun var
farin at ferðast saman við
systrunum Elin Súsonnu og
Randi. Á hvørjum ári plagdu
tær at gera ein túr saman, og
í ár gekk leiðin til Lissabon.
Hon hevði glett seg leingi til
túrin, og eg visti, at tær júst
vóru komnar leiðina fram til
portugisiska høvuðsstaðin.
Ingun og eg vóru starvsfe
lagaðar, men eg møtti henni
longu sum smágenta, tá eg
ferðaðist norðuri á Strond,
hjá Annu og Hans Jákup
mammubeiggja
mínum.
Strond var fyri mær sum
barn ein dreymaverð, stórir
motorar, nógvar gentur og
so tann ómetaliga stóra áin,
har vit kundu spæla dagin
langan. Her var pápi Ingun,
Hjálmar Jacobsen, bestýrari
á elverkinum og her búðu
hann og Ásleyg saman við
døtrunum.
Vit arbeiddu saman í
næstan 40 ár. Vit fingu børn,
prátaðu um tey og góvu góð
ráð. Børnini vuksu til, og vit
fingu ommubørn, gleddust
og fylgdu við, hvussu gekst.
Eisini tá foreldur okkara
viknaðu og ikki vóru meira,
vistu vit, at vit høvdu hvørja
aðra.
Ingun var ein hollur
starvsfelagi. Hon var fakliga
sera væl fyri, altíð nærløgd
og álítandi. Ingun var eisini
fakfelagsfólk og brendi fyri
tí. Nú hon andaðist, var hon
forkvinna í fakfelagnum hjá
føroyskum bioanalytikarum,
og hetta arbeiðið gjørdi hon
bæði væl og virðiliga.
Ingun og Mikkjal búðu
í hugnaliga heiminum í
Gerðum. Tað var ein stórur
skelkur, tá Mikkjal brádliga
doyði fyri á leið tveimum
árum
síðani.
Ingun
fall
tó ikki í fátt, men var hin
sama róliga og sterka. Tey
áttu tríggjar døtur, Anniku,
Hjørdis og Birnu. Ingun var
glað og errin av teimum
og tí, sum tær fingust við.
Barnabørnini eru seks í tali,
og tey vóru henni serliga
kær. Eisini versynirnar var
hon góð við.
Ingun var glað fyri lívið
og var áhugað í so nógvum.
Hon las nógv, og ofta prát
aðu vit um bøkur, sum hon
las ella hevði lisið. Fleiri
eru bøkurnar, sum eg havi
lisið, bara tí hon viðmælti
tær. Stóra urtagarðin við
vakstrarhúsi brúkti Ingun
nógva tíð uppá, og húsini
við Svínáir var hon glað fyri.
Ingun var sera ófør til hend
urnar, bæði til hamara, sag,
nál og stokkar. Vit vóru hug
tiknar av vøkru troyggjun
um, sum hon bant bæði sær
sjálvari og øðrum. Tær vóru
sonn listaverk.
Nú eg festi hesi orð á blað,
tykist náttúran at syrgja tín
brádliga deyða við regni og
vindi. Takk, Ingun, fyri alt,
sum vit fingu við tær! Tú
vart tann trygga og rættvísa,
sum vit altíð kundu rokna
við. Tú vísti okkum virðing,
áhuga og umsorgan. Tú
verður saknað. Og vit, tínir
starvsfelagar, fara altíð at
minnast teg við størstu virð
ing.
Við samkenslu við tykk
um, Annika, Hjørdis , Birna,
Randi, Elin Súsanna og Bjørg.
Og øllum tykkara.
Harrin styrki okkum í sorg
ini og sakninum.
Karin
Símin í Túni 60 ár
Minningarorð
um Ingun Joensen, Klaksvík
NØVN