Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. oktober 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. oktober 2014 · Nr. 123 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Heri Mohr Í hesum døgum er ein stutt­lig og gevandi løta í Sjón­leik­ar­húsinum, tí har verð­ur skemtileikurin hjá Dario Fo Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra fram­førdur. Hóast leikurin varð spældur í Føroyum í 1979, ger tað ongan mun. Hann tolir so ruddiliga at verða sæddur aftur nú við týð­ing og leikstjórnað av Hans Tórgarð. Leikarar eru: Hjálm­ar Dam (Giovanni), Ria Tórgarð (Antonia), Sissal Hjalta­lin (Margherita), Jákup Dahl (politistur, karabiniere, lík­ber­ari, sergentur og pápi Gio­vanni) og Rói Næss (Luigi). Leikurin er so væl upp­ sett­ur og so væl spældur, at øll, ið hava stundir, áttu at unt sær ta løtuna í Sjón­leik­ ar­húsinum í skelli­látri. Hes­ in látur, sum, tá ið hann er sodnaður, set­ur okk­um álv­ ar­sam­ar spurn­ing­ar: hvørji og hvussu eru vit? Tá ið á stendur. Eitt nú av penga­ neyð. Tit 5, sum høvdu 9 leik­ part­ar: tillukku. Giovanni og Antonia eru meistarliga væl spæld. Við teirra øsing standa tey ikki aftan fyri Basil og Sybil í skemtileikinum Fawlty To­ wers. Jákup Dahl við 5 roll­ um, eitt frálíkt avrik ikki minst sum líkberarin. Og hjún­ini Margherita og Luigi. Øll, uttan undantak, sýndu fram­úr góðan sjónleik. Umsetingin hjá Hans Tór­ garð er framd í einum góðum, liv­andi føroyskum máli. Tað ger sítt til, at Vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra er verd­ur at síggja og hoyra. *** Føroyingar hava spælt sjón­ leik kanska í meira enn 200 ár, og fyri 125 árum síðani fóru vit at skriva og framføra sjón­leikir á føroyskum máli. Sjónleikarhúsið í Havn varð bygt í 1926 við mynd av Ras­mus Eff­ers­øe (1857-1916) yv­ir leik­pallin. Tað hevur eina nevnd – sjálv­boðið arb­ eiði og alla æru vert. Sjón­ leik­ar­hús­ið fekk ómeta­liga stór­an týdning fyri ment­an­ ar­lívið í Havn og í Føroy­um í heila tikið. Hóast Sjón­leik­ ar­húsið ikki tykist at hava nakr­an góðan í dag uttan nevnd­ina, so er tað har, at ond­in hjá Rasmus Effersøe, Krist­in í Geil, William Heine­ sen, Jákup Zahle, Hans Andr. Djur­huus, Rikard Long (hann um­setti Holberg til før­ oyskt), í nýggjari tíð Eyðun Jo­hannessen og fleiri øðrum andar. Annars varð sjón­leik­ ar­fe­lag­ið, ”Den dra­ma­tis­ ke forening i Thors­havn” stovnað í 1892. Stýr­is­nevnd­in fyri hetta nýggja sjón­leik­ara­ fe­lag vóru: Sorenskrivarin, Ras­mus Effersøe (ein av teim­um 9, ið tóku stig til Jóla­fund­in 1888), Georg Long (pápi Rikard Long) og lær­ar­in Chr. Ludvig Jo­ hanne­sen (ein av teimum 9). Felagið helt til í Havnar Klubba, sum varð stovnaður í 1799. 28. januar 1892 varð sjón­leik­ara­sal­urin vígdur við sjón­leik­inum ”Magnus,” fólka­lívs­mynd í trimum pørt­um av Rasmus Effersøe og ”Fastelavensgildet” av Erik Bøgh. (1822-1899, skald, komponistur, sjón­leik­ara­ hús­stjóri, skrivaði fleiri skemti­leik­ir, blað­stjóri o.a.). *** Tað má haldast, at Tórs­havn­ ar býráð framdi okkara býi og Føroyum í síni heild eina bjarn­artænastu, tá ið tað fyri kortum viðtók, at eitt sjón­leikarhús skal byggjast á Skálatrøðni. Hetta er heilt burt­urvið og harmonerar ikki við góða, føroyska ment­ an. Býráðið átti at broytt sína ætlan og í staðin fyri gjørt eina 10-ára játtan til um­bygg­ ing og dagføring av Sjón­leik­ ar­hús­inum. Við eini slík­ari játt­an kundi bý­ráð­ið útvegað fígg­ing til bjarging av okkara gamla sjónleikarhúsi, meðan tíð er. Tað hevði ikki verið órími­ligt, at eisini løgtingið lut­tók í bjargingini av Sjón­ leik­ar­hús­inum, okkara dýra­ baru, nost­alg­isku ment­an­ar­ perlu. Í Nørregade í Keyp­ manna­havn er eitt 157 ára gamlt sjónleikarhús, Folke­ te­a­te­ret, sum, hóast Det kon­ge­lige Teater – 266 ára gam­alt – og fleiri onnur sjón­ leik­arhús eru í býnum, verð­ ur væl og virðiliga hildið í goml­um stíli og nógv brúkt og vitjað. Slíkt sømir seg mentaðum fólki. Ása Johannesen gudloysingur Í dag fingu vit vitjan av tveim­um fittum ungum Je­ hova Vitnum. Vit bjóðaðu teim­um innar, men ávaraðu um, at vit altso ikki trúgva upp á Guð. Tískil var vandi fyri, at tær tískil kanska ikki fingu so nógv burturúr at tosa við okkum. Hetta var í lagi við teimum, so vit drukku kaffi saman og prát­ aðu eina løtu. Onnur undraði seg um, at vit ikki vóru trúgv­andi, tí so at siga allir før­oy­ingar eru kristnir. Ja, søgdu vit, vit kenna okkum eitt sindur uttanfyri. Men hvussu skal ein føla seg heima í sínum egna landi, tá eins løgmaður til dømis sigur (tikið frá aktuelt.fo): “Tað er ongantíð so týdn­ing­ ar­mikið sum nú, at vit verja okkara kristnu virði, at vit verja krossmerkið, at vit verja krossin.” og “Vit skula verja okkara kristnu virðir so nógv betri, enn nógv av hinum lond­ un­um tora og púra standa fast við, at tað, ið vit byggja okk­ara land upp við, tað eru teim­um kristnu virðinum. Og ong­um øðrum.” Vil tað siga, at vit, sum ikki taka undir við, at okkara land skal byggjast á kristin virði, eru óynskt? Kundi tú hugsað tær, at vit fluttu av aftur land­in­um, júst heimkomin við dýrari útbúgving í sekk­ inum? Hví heldur tú tað vera í lagi, at útihýsa øll­ um í okkara samfelag, sum ikki taka undir við júst tíni trúgv? Eg veit fyri vist, at ikki bert gudloysingar, men eisini fólk av øðrum átrún­ að­um enn kristnum finnast í Føroyum. Skulu hesi eisini kenna seg óynskt? Kundi tú hugsað tær, at tey øll rýmdu av landinum? Heldur tú, at rætti mátin at vera før­oy­ing­ ur uppá, er at verja ein kross? Tí eg kann gott fortelja tær, at mær dámar ikki, at tú so­ leið­is fær meg at føla meg sum ein “ikki rættan før­oy­ ing”. Veitst tú, hvat eg haldi vit skulu verja? Vit skulu verja fólkaræðið. Vit skulu varð­ veita okkara samkenslu. Vit skulu berja okkara fremm­ anda­hatur niður. Vit skulu vera besta land í verðini at búgva í – fyri øll. Hesi virðini eru ikki kristin. Tey eru menn­iskjanslig. Góði løgmaður kjak Stutt ummæli við associatiónum Zakarias Wang Nú hevur Tjóðveldi sett upp­skot fram um at al­ menn­ing­ur­in skal fáa at vita, hvussu tey, sum stilla upp til val, fíggja sítt virk­ semi. Hetta er eitt sera gott upp­skot, tí viðgerðin av tí fer at fáa eitt harðliga til trongt orða­skifti í gongd. Teir fornu grikkar søgdu sum kunn­ugt, at val vóru ódemo­krat­isk, tí tá veljast skuldi, høvdu tey ríku møgu­leika fyri at ávirka tey minni ríku sær til fyri­ muns. Tey kundu eitt nú løna monnum fyri at fara út á geilar at rópa, at eitt ávíst valevni var vert at velja. Harvið fingu vit eitt ting, har tey ríku ráddu, og henda skipan var ikki eitt demo­krati, fólkaræði, men eitt aristokrati, rík­manna­ ræði. Fyri at skerja fyri­mun­ir­ nar hjá teim­um ríku fingu vit í nútíðar demo­krat­i­um eina skip­an við meiri­lutav­ ali í ein­manna­vald­ømum. Høvdu vit havt hana í Før­oy­um, so hevði hvørt val­dømi havt um­leið 1000 velj­ar­ar, og tann sum fekk flest­ar atkvøður var valdur. Hes­ir fáu velj­arar kendu per­són­liga val­evn­ið, og tað stóð teim­um til svars. Hetta er tann skip­an sum vit hava í teim­um stóru demo­krat­ isku lond­unum, ikki bert í Stóra­bret­landi, men eis­ini í USA og India. Sjálv­andi slepst ikki undan at peng­ ar­nir hava vald. Ein kann­ ing í USA vísti herfyri, at í um­boðs­mannatinginum, har 435 limir skulu veljast, vóru tað bert 5 av teimum valdu, sum høvdu nýtt færri peng­ar í valstríðinum enn mót­val­evnið. Men tað ber so til at vinna á kapi­tal­ áhuga­mál­unum. Nú hava vit ikki hesa skip­an, men hava gjørt alt landið til eitt valdømi. Roynd­ir­nar hig­ar­til hava prógv­að, at peng­ar­nir í enn størri mun eru avgerandi fyri, hvør ið verð­ur valdur. Tað hoyrist um tingmenn, sum hava ofr­að eina hálva milli­ón fyri ein ting­sess. Higartil hevur skaðin ikki verið serliga stórur. Men tá tað hoyr­ist um heim, at tað ber til at keypa sær ting­sess­ir í Før­oy­um, so kunnu stórar van­lukkur stand­ast av tí. Vit kunnu ið hvussu er siga, at longu sum er, hava peng­ar­nir stórt vald í før­ oysk­um politikki. Hetta hava dan­ir gjørt sær dælt av. Vit hava nakrar flokkar í Før­oy­um, sum koma til vald­ið við at føra fram, at vit skulu taka við ólógligum donsk­um peng­um. Talan er um eina milli­ard krónur um ár­ið. Við at seta fram hesa út­søgn fáa teir at­ kvøð­ur. Vit kunnu siga, at dan­ir gjalda næst­an 70.000 krón­ur fyri hvørja atkvøðu, sum hesir flokk­ar fáa. Hetta kundi verið vert at fing­ið við­gjørt nærri, og nú hol er sett á búldin er øll or­søk til at fegnast. Tað verð­ur spenn­andi at síggja við­gerð­ina av hes­um máli. Stuðul til politiskt virksemi Skeink­i­loyvini í høvuðsstaðnum ikki opin á nátt Svenning av Lofti Tað var ikki stuttligt at lurta eftir frágreiðingini frá løgregl­uni, sum segði frá ófriði og bardøgum. Løg­ regl­an mátti fara at skilja fólk sund­ur, sum vóru farin til hend­urs. Hetta er lagið so gott sum hvørt einasta viku­skifti. Orsøkin er hin sama mestsum hvørja ferð: Rús­drekka. Er stundin ikki komin at steðga skeink­ ing út á nátt­ina? Eg haldi, at Tórshavn­ar býur, bý­ar­ stýrið kann ikki lata hetta um seg ganga long­ur. Mong foreldur høvdu glett seg um, at skeinki­støð­ini, í øll­ um før­um, ikki fingu loyvi at hava opið so seint. Sum nú er, er nátt­ar­lív­ið ein skomm fyri um­dømi av høv­uðs­staði okkara.