Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt – Tað tykist mær, sum man her er við at gera ein pástand til ein sannleika, einans við at endurtaka hann nóg ofta. Við orðunum sipar Hans Petur Joensen til myndina, ið skal vísa»fíggjarligt óskil« á Strandferðsluni. Í grein í Sosialinum mikudagin legði fyrr­verandi fíggjarleiðarin sína versjón av søguni um Strand­ferðsluna á borðið. Uppá­haldið er, at Vinnu­ málaráðið og harvið lands­ stýris­maðurin tilvitað settu kikaran fyri blinda eygað í málinum um fíggjarstøðuna hjá Strandferðsluni í 2013. Uppáhaldið hjá fyrr­ver­ andi fíggjar­leiðaranum er, at Vinnumálaráðið gjørdi alt fyri at flyta fokus burtur frá manglandi játtan til Strand­ ferðsluna til í staðin at tosa um raksturin á stovninum, meirnýtslu og fíggjarligt óskil. Skjøl í málinum prógva, at sjálvt í grannskoðaða rokn­skap­inum fyri 2013 eru orðingar strikaðar, sum ann­ ars greiddu frá orsøkini til at Strandferðslan ikki kláraði at halda sína játtan í 2013. Orðingarnar átti táverandi fíggjarleiðarin: – Viðmerkingarnar vóru ætlaðir sum ein verja og grundgeving fyri, hví játtanin ikki helt. Eg helt tað hava týdning at fáa boðskapin við í ársfrágreiðingina, sigur Hans Petur Joensen. Men sambært nú fyrr­ verandi fíggjarleiðaranum var móttøkan køld: – Eg tosaði við stjóran um hetta, men har var einki at gera. Viðmerkingarnar skuldu strikast, sigur Hans Petur Joensen. Stjóri hetta tíðarskeiðið, í februar 2014, var Regin I. Jakobsen, sum tók yvir stjóra­stólin frá Hans Johannes á Brúgv, sum ikki kundi vera fyribilsstjóri á Strand­ferðsluni, samstundis sum hann var stjóri á Skipa­ eftir­litinum. – Eg helt, at fíggjarleiðarin fór ov vítt í sínum við­merk­ ingum. Har vóru viðurskifti, sum ikki vóru viðkomandi at taka við í ein ársroknskap, sigur Regin I. Jakobsen um av­gerðina at strika við­merk­ ingarnar hjá Hans Peturi Joensen. Fyrrverandi fíggjar­leið­ arin heldur lítið um av­gerð­ ina: – Eg pástandi, at nýggi fyri­bilsstjórin vildi ikki gera nakað, sum setti Vinnu­mála­ ráðið í ringt ljós, sigur Hans Petur Joensen. Fyrrverandi fíggjar­leið­ arin sigur seg vera sann­førd­ an um, at Regin I. Jakobsen varð settur inn av Vinnu­ mála­ráð­num og tí lá hansara loyali­tetur hjá ráðnum, held­ ur enn stovninum. – Ein og hvør stjóri á Strand­ ferðsl­uni er settur av Vinnu­ mála­ráð­num, svarar Regin I. Jakobsen og heldur fram: – Hevur tú eina játtan, so er tað hana, sum tú hevur at fyrihalda teg til. Eg helt ikki at tað var uppá pláss at taka allar millumrokningarnar við í ein ársroknskap. Tú kanst siga, at eg strikaði millum­rokningarnar, men boð­skap­urin í roknskapinum var væl tann sami. Tølini standa har. Men fyri fíggjarleiðaran var tað umráðandi at grund­ geva fyri, hví Strandferðslan ikki kláraði at halda sína játtan, og at orsøkin var at finna í játtanini til stovnin. Skilir tú hansara støðu? – Hans Petur Joensen hev­ur ivaleyst grein í sín­ um máli, tá hann í sínum við­merk­ing­unum vísir á, at pengar mangla í játtanini, sammett við tekstin í fíggjar­ lógini. Men tað nyttar ikki at gráta um aftaná, sigur Regin I. Jakobsen. Tað var ein sera trýstur fíggjarleiðari, sum fyrst í februar í ár metti tað vera sera umráðandi at fáa við í ársroknskapin tað, ið eftir hansara tykki var sjálv orsøkin til fíggjarstøðuna á Strand­ferðsluni. Hann hevði tá júst fingið eina skrivliga ávaring frá Hans Johannes á Brúgv, ið var givin sum bein­ leiðis avleiðing av at fíggjar­ leiðarin var farin uttan­um sín stjóra og uttanum Vinnu­ málaráðið og sent bræv bein­ leiðis til fíggjar­nevndina hjá løg­ting­inum. – Eftir mínum tykki prógv­aði Hans Petur Joensen sína manglandi dømikraft við at senda fíggjarnevndini hatta brævið. Tað ger man bara ikki. Sum nýggjur stjóri fyri Strandferðsluna vildi eg ikki hava nakað við í árs­ rokn­skapin, sum eg ikki fult kundi standa inni fyri, og tí varð hatta strikað, sigur Regin I. Jakobsen. Smart trekk Teksturin og tølini í árs­rokn­ skapinum ferðast aftur og fram millum Strand­ferðsl­ una og grann­skoðara­fyri­ tøkuna Januar, sum Vinnu­ málaráðið hevði biðið um at gera eina skjóta og víðkaða grann­skoðan av rokn­skap­ inum fyri 2013 og geva ráð­ num eina frá­greið­ing um støðuna. Sambært nú fyrrverandi fíggjarleiðaranum hevur hann áhaldandi roynt at fáa grannskoðarafyritøkuna at hyggja eftir sjálvari játtanini til Strandferðsluni. Eftir hans­ara tykki er tað har, sum rótin til trupulleikarnar á stovn­inum skal finnast. Men sum longu nevnt verða at kalla allar við­merk­ ingar, ið lýsa orsøk og av­leið­ ing av manglandi játtanini og mis­takið í fíggjarlógini, strik­aðar. Tann versjónin fer eis­ini framvið hjá grann­skoðara­ fyritøkuni Januar, sum fær endaligu versjónina tíðliga seinnapartin 10. februar. Bara 12 minuttir seinni svar­ Skjøl í málinum um Strandferðsluna vísa, at Vinnumálaráðið hevði ein aktivan leiklut fyri at skapa eina mynd av einum stovni, sum hevði rót í roknskapinum. Settur fyribilsstjóri strikaði kritiskar viðmerkingar í roknskapinum, sum grannskoðarin blástemplaði við orðinum »smart trekk«, samstundis sum Vinnumálaráðið sendi advokat eftir fíggjarleiðaranum, sum hevði rópt varskó í Fíggjarnevndini Dálkað mynd av Strand­ ferðsluni Vinnumálaráðið