hósdagur 30. oktober 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ar grannskoðarin hjá Januar
soleiðis aftur til stjóran á
Strandferðsluni: »Hey Regin.
Smart trekk av tykkum. Vh
Jørmann.«
Í
dag
sigur
Jørmann
Petersen seg als einki minn
ast til hesa orðing.
– Nei, eg minnist einki
aftur til hatta. Eg haldi
ikki, at tú skal leggja nakað
meira í hasa orðingina, sigur
Jørmann Petersen.
Ríkisgóðkendi
grann
skoðarin sigur seg absolutt
einki
minnast
til
málið.
Hetta hóast fíggjarstøðan á
Strandferðsluni var eitt sera
heitt evni um hetta mund
ið, og hóast grannskoðara
fyritøkan Januar hevði sín
avgerandi leiklut í at lýsa
málið. Øll politiska skipanin
og
almenningurin
ann
ars bíðaði nevniliga eftir tí
grannskoðaða roknskapinum
og tí grannskoðarafrágreiðing,
sum landsstýrismaðurin í
desember 2013 hevði biðið um.
Jørmann Petersen sigur
seg ikki minnast á orðingar,
sum eru strikaðar. Og hann
sigur seg heldur ikki minnast
at hava havt nakað at gera
við at lýsa spurningin um
sjálva játtanina til Strand
ferðsluna.
– Nei, eg má bara vísa til
ta frágreiðing, sum vit lótu
Vinnumálaráðnum og sum
er almenn, sigur Jørmann
Petersen.
Fyrrverandi
fíggjarleið
arin hevur eina aðra versjón.
Við Sosialin mikudagin segði
Hans Petur Joensen soleiðis:
– Við at kanna játtanina
hevði tú sum nevnt funnið
fram til, hvar feilurin reelt
liggur. Eg giti at tað er tí,
at privata grannskoðanin
ongantíð fór inn har. Tá
hevði man sæð nakað, sum
man ikki vil síggja. Tú mást
minnast til, at grannskoðarin
er ikki óheftur. Hann ger tað,
sum hann er keyptur til at
gera.
Trýstið
Tað var sunnukvøldið 15.
desember
2013,
at
Hans
Petur Joensen í telduposti
til fíggjarnevndina hjá løg
tinginum gjørdi varug við,
at stovnurin eftir hansara
tykki var í einari ómøguligari
støðu, tí játtanin var lægri
enn tað, sum lógarteksturin
gav til kennar.
Dagin eftir varð táverandi
stjórin,
Bogi
Mortensen,
sjúkrameldaður. Hann kom
sum kunnugt ongantíð aftur
til arbeiðis á Strandferðsluni,
men var í staðin uppsagdur
við
fráfaringaravtalu
13.
januar.
Hans Johannes á Brúgv
varð beinanvegin í desember
settur stjóri fyri Strand
ferðsluna, og hann gjørdi
skjótt av. Longu fríggjadagin
20. desember fær fíggjarleið
arin, Hans Petur Joensen,
ætlanarskriv um skrivliga
ávaring. Boðskapurin í skriv
inum er ikki at fara skeivur
av, og sligið verður hart nið
ur á fíggjarleiðaran.
Hans
Petur
Joensen
hevur framt grovt brot á
loyalitetsskylduna mótvegis
leiðsluni á Strandferðsluni.
Víðari stendur, at »leiðslan
sær sera álvarsamt uppá
hesi viðurskifti…« Í orðunum
liggur ein hóttan, um so er at
fíggjarleiðarin finnur uppá
nakað slíkt aftur, tí leiðslan
skrivar víðari, at »avleiðingin
av, at tú ikki beinanvegin
rættar teg eftir hesum (loyalt
útinnir
starvið
mótvegis
leiðsluni, red.) verður, at stig
verða tikin til at siga teg úr
starvi.«
Sambært
Hans
Peturi
Joensen legði Hans Johannes
á Brúgv eina við, at hann
einsamallur eigur avgerðina
um
skrivligu
ávaringina.
Stjórin, sum henda fríggja
dagin bara hevur verið fáar
dagar í stjórastólinum á
Strandferðsluni, sigur seg
tó hava biðið ein advokat
um at hjálpa sær við at orða
ætlanarskrivið.
Skjølini í málinum vísa
tó, at advokaturin gjørdi
meira enn so. Í rokningini
til Strandferðsluna skrivar
Christian
Andreasen
so
leiðis: »Eg havi í samband
við hetta mál havt fund við
setta stjóran fyri Strand
faraskip Landsins og við
Vinnumálaráðið. Skjølini í
málinum vórðu gjøgnum
gingin, og løgfrøðiligt tilmæli
varð sent Strandfaraskipum
Landsins tann 18. desember
2013.«
Orðingin gevur greiðar
ábendingar um, at Vinnu
málaráðið hevði ein leiklut
í at kippa songfuglin Hans
Petur Joensen.
Hans Petur Joensen vísir
í sínum hoyringssvari á, at
hann loyalt hevur roynt at
gera vart við ein sera álvar
saman
trupulleika,
sum
stovnurin
hevur
arbeitt
leingi við, og sum stovnurin
staðiliga hevur gjørt vart við
í Vinnumálaráðnum, men til
fánýtis.
Argumentatiónin
í
hoyringssvarinum
hjá
fíggjarleiðaranum rínir ikki
við hjá nýggja stjóranum á
Strandferðsluni. 10. januar
fær Hans Petur Joensen
skrivliga ávaring, og har
hóttanin um uppsøgn verður
endurtikin.
– Eg kendi støðuna hjá
Hans Peturi Joensen, tá eg
tók við sum stjóri 13. januar.
Men eg sá hana ikki sum
annað enn at slíkt skuldi ikki
endurtaka seg, sigur Regin I.
Jakobsen.
Kortini
heldur
hann
ikki, at skrivliga ávaringin
og hóttanin um uppsøgn
ávirkaði samstarvið teirra
millum. Heldur ikki, tá árs
roknskapurin fyri 2013 skuldi
gerast,
og
fíggjarleiðarin
vildi hava orðingar við, sum
stjórin kortini strikaði.
Óskilið
Myndin av fíggjarliga óskil
inum á Strandferðsluni verð
ur sett í glas og rammu við
grannskoðarafrágreiðingini
hjá fyritøkuni Januar, sum
Vinnumálaráðið
almanna
kunnger 12. februar. Yvir
skriftin í tíðindaskrivi úr
Vinnumálaráðnum
er,
at
»fíggjarstýringin hjá Strand
faraskipum Landsins er ikki
nóg væl frágingin«, og niðri í
tekstinum sigur landsstýris
maðurin soleiðis:
– Óhefta grannskoðara
frágreiðingin staðfestir, at
fíggjarstýringin hjá SSL ikki
hevur verið nøktandi. Frá
greiðingin er atfinningar
som, og staðfestir, at stovn
urin ikki hevur stýrt eftir
játtanini, sum stovnurin hev
ur fingið. Hetta eigur ikki at
koma fyri, sigur Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnu
málum.
Seinni
verður
sama
myndin endurtikin í frá
greiðing hjá løgtingsgrann
skoðarunum, og seinast er
hon endurtikin í niðurstøð
uni hjá Landsstýrismála
nevndini, sum í sínum lagi
sigur soleiðis: »Tað fram
gongur
greitt
av
niður
støðuni hjá Løgtingsgrann
skoðarunum, svarinum hjá
landsstýrismanninum
og
tilfarinum í málinum annars,
at fíggjarligt óskil hevur
valdað á SSL í 2013. Hetta er
Landsstýrismálanevndin
samd í.«
Uppáhald, sum nú fyrr
verandi fíggjarleiðarin við
merkti soleiðis í Sosialinum
mikudagin:
– Tað tykist mær, sum
man her er við at gera ein
pástand til ein sannleika, ein
ans við at endurtaka hann
nóg ofta, sigur Hans Petur
Joensen.
Regin I. Jakobsen er sjálv
ur
útbúgvin
grannskoð
ari, og kom úr starvi sum
fíggjarleiðari á Vága Flog
havn, tá hann 13. januar tók
við sum fyribilsstjóri fyri
Strandferðsluna.
Spurdur, um tað eisini var
hansara fatan at fíggjarligt
óskil var á Strandferðsluni,
sigur Regin I. Jakobsen so
leiðis:
– Nei, tað haldi eg ikki. Eg
kann ikki siga, at fíggjarligt
óskil var á Strandferðsluni,
sigur Regin I. Jakobsen,
sum sat í stjórastólinum til
Hilmar Eliasen tók við í juni.
Tá blaðið biður Regin I.
Jakobsen útdýpa sítt svar,
sigur hann soleiðis:
– Eg var ikki á Strand
ferðsluni í 2013, og kann tí
ikki siga niður í smálutir,
hvat gekk fyri seg. Men á
einum stovni sum Strand
ferðsluni er ringt at siga, at
fíggjarligt óskil er orsøkin til
at tú kemur til eina meting
í apríl og eina aðra meting í
september. Talan er um ein
stóran og kompleksan stovn,
har
fortreytirnar
kunnu
broytast
brádliga,
sigur
Regin I. Jakobsen.
Hóast hann strikaði út
greinandi viðmerkingarnar
hjá táverandi fíggjarleið
aranum, so hevur Regin I.
Jakobsen í dag ongar trupul
leikar við at staðfesta, at
Strandferðslan var í einari
sera truplari støðu í 2013.
– Tað sæst tíðuliga í tøl
unum, at játtanin í 2013 er
munandi minni enn hon
var í 2012. Strandferðslan
kostaði góðar 147 milliónir
í 2012, og hevði 139 milliónir
at arbeiða við í 2013. Hóast
oljuprísurin var lækkandi, so
vóru eini átta milliónir minni
at arbeiða við, sigur Regin I.
Jakobsen.
Sæð í bakspeglið metir
Regin I. Jakobsen orsøkina
vera at finna aðrastaðni enn
í fíggjarligum óskili á Strand
ferðsluni:
– Uppgávan hjá stjóra og
fíggjarleiðara í slíkari støðu
er at fortelja Vinnumálaráð
num, hvussu nógv kemur at
mangla í. Men tað er ringt at
koma víðari, tá Vinnumála
ráðið sigur seg hava mist
álitið á tey tøl, sum Strand
ferðslan kemur við, sigur
Regin I. Jakobsen og stað
festir síðani turrisliga:
– Eg kann í dag bara stað
festa, at 4,4 milliónir vórðu
brúktar ov nógv í 2013, sam
mett við játtanina. Tað velur
man so at kalla fyri fíggjar
ligt óskil.
jonbrian@sosialurin.fo
Vinnumálaráðið
Brot úr brævinum hjá Hans Peturi Joensen, táverandi fíggjarleiðara á Strandferðsluni, til fíggjarnevndina hjá løgtinginum, 15. desember 2013:
SL hevur stórar trupulleikar við rakstrinum at dragast við í ár. Harafturat eru fremstu amboðini til fíggjarstýring tikin frá SL, nevniliga møguleikin at broyta
túratal og ferðaseðlaprís. Tá so játtanin til stovnin harafturat verður fyri vanbýti, ger tað fíggjarstýringina av SL, sum er mín ábyrgd, sera trupla. Fremsta
orsøkin til, at eg vil gera tingfólk varug við hesa støðu er, at eg meti at Løgtingið er ført handan ljósið. Samstundis verða upplýsingar hildnir aftur fyri
Fíggjarnevndini, so hon ikki fær gjørt sítt arbeiði til fulnar. Øll skipanin við játtanum stendur fyri falli, um játtanin til ein stovn verur lækkað og sparingin
samstundis verður hildin loynilig. Tá stovnurin samstundis ikki fær loyvi til at seta sparingina í verk og endar við halli, tá stendur øll skipanin fyri hóttafalli.
Hetta er orsøkin til at eg av mínum eintingum havi valt, at kunna limirnar í Løgtingsins Fíggjarnevnd um hesa støðu.
Regin I. Jakobsen