Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sjónvarpssending um eik Eirikur Lindenskov – Tað er øðiliga beklagiligt, at fólk hava mist pengar. Men tað hendir viðhvørt, tá man set­ir pengar í slíkt. Einki er utt­an risiko. Soleiðis tók Marner Jac­ ob­sen, fyrrverandi stjóri í Eik Banka samanum, tá hann í send­ing­ini hóskvøldið varð spurd­ur, hvussu tað kendist at møta fólki á gøtuni, sum hava mist pengar av hansara virk­semi í Eik Banka. Reimund Langgaard, løg­ tings­mað­ur fyri Sam­bands­ flokk­in, er ein av teim­um, sum gekk runt og royndi at fáa fólk at keypa viðrisbrøv fyri Kauthing. Hann hevur sjálv­ur viðgingið, at hann seldi eina lygn. At hann gekk runt og lumpaði fólk. – Eg eri so heilt ræðugliga kedd­ur av, at eg havi selt hetta. Hevði eg kunna bakk­ að aftur í tíðina, so hevði eg broytt hetta, segði hann í send­ingini. Hesir báðir eru tveir av per­són­un­um í sendingini hjá Kring­varpinum – har roynt verð­ur at rekja eitt sindur upp í fløkj­uni kring Eik Banka og teim­um avgerðum, sum førdu til, at bankin fór á húsa­gang, hvussu fólk vórðu vill­leidd – og teim­um vant­ andi politisku av­gerð­un­um, sum førdu til, at eingin kann­ ing varð sett í verk. Tað framgekk týðuliga, at pol­it­iska valdið í Føroyum ikki ynskti, at málið um Eik Banka varð lýst til fulnar. Strategifund í Moskva At Eik leiðslan fór til Moskva á strategifund – og sam­stundis til Champions League finaluna, lýsir kanska, hvussu nógv leiðslan helt um seg sjálva. Einki var ov stórt. Hetta var í mai í 2008, at Eik-leiðslan var á hesi fót­bólts- og strategiferð í Moskva, har leiðslan kom til ta niðurstøðu, at Eik ikki kundi gera annað enn halda fram, soleiðis sum gjørt var higartil: Halda fram við íløgunum, sum bankin hevur gjørt við beinleiðis in­spi­ra­ti­ ón úr Íslandi. Ávaringarlampur vóru farn­ar at lýsa longu í 2006, at okkurt var galið í Ís­landi. Men hetta varð aft­ur­víst av íslendksum banka­fólk­um og sjálvum forsætis­ráð­harr­an­ um. Tá Den Danske Bank í 2006 kom við eini lemjandi grein­ing av íslendksa bú­ skap­in­um, varð hetta eisini aft­ur­víst. Petur Holm, stjóri í Kau­pthing í Føroyum fanst at grundleggjandi feilum í frá­grei­ðing­ini, og skilti als ikki, hvat endamálið hjá Den Danske Bank kundi vera. Spei­rek­andi spurdi íslendski for­sæt­is­ráð­harr­in, um hesi fólk í Dan­mark nakrantíð mundu hava verið í Íslandi. Og so koyrdi tað heila bara víðari. Gjøgnumgangandi í send­ ing­ini var, at bankin hevur lænt meira enn ivasomum per­són­um í Danmark peng­ar. Per­són­ar, sum ikki fingu lán aðra­staðni, eitt tí út­spek­ul­er­ að­ir svindlarar, sum høvdu sit­ið í fongsli, kundu fara til Eik banka og har fáa peng­ ar, sum tey ikki fingu aðra­ staðni. Sminkaðu roknskapin Annað, sum var gjøgn­um­ gang­andi var, at Eik banki í Før­oy­um flutti ein hóp av iva­somum virksemi úr bank­ an­um í yvir í Eik Grunnin. Og tað er beinleiðis ólóg­ ligt. Jørn Astrup Hansen vísti á, at pengarnir í grunn­ in­um ikki skuldu koma nýggju partaeigarunum í Eik til­góða. Men tá grunnurin tek­ur á seg tap, sum átti at lig­ið í bankanum, so koma peng­ar­nir í grunninum nýggju partaeigarunum í bank­an­um til góðar, og tað var ólóg­ligt. – Hesum kundi eitt virkið grunna­eft­irlit havt steðgað, segði Jørn Astrup Hansen. Eitt dømi um, hvussu banka­leiðsl­an royndi at sminka rokn­skapin var, tá felagið seldi íløgufelagið Notio til eitt smápartafelag, Sp/f Eyst­falssker. Hetta var fe­lag, sum strámaðurin An­ finn Olsen stjórnaði. Felagið hevði ongan rakstur, eingin starvs­fólk og ongar pengar. Men keypti 45 prosent av Notio fyri 126 milliónir krón­ ur – ein yvirprís í mun til bók­aða virði upp á einar 30 milliónir krónur. Tað var tó Eik, sum stovnaði fe­lag­ið. Við at hava Notio í bank­an­ um, ávirkaði Notio sol­vens­ in negativt. Men við at selja hendan partin, vaks sol­ vens­urin, men vandin fyri at missa, var akkurát líka stórur, tí Eik fíggjaði hand­ il­in við Notio og hevði allan váð­an. Sparikassin søplaður burtur Fyri at sleppa upp í banka­ pakka 2 hjá donsku stjórn­ ini, soleiðis at Finansiel Stabilitet kundi veita bank­ an­um statstrygd, mátti Eik í Føroyum átaka sær ábyrgd­ina fyri danska part­ in­um av bankanum og veita trygd. Hetta var ein av­gerð, sum varð tikin av nevnd­ ini – sum sambært send­ ing­ini als ikki visti, hvat hon gjørdi. Hendan avgerð hevði kortini ta avleiðing, at bankin varð loftaður av Finan­siel Stabilitet, tá hann fór á húsagang. Tað tók 10 ár hjá leiðsluni í Eik Banka at forkoma tí, sum Føroya Sparikassi hevði savn­að saman upp á 178 ár. Eik Grunnurin – peng­ar­ nir hjá gamla Føroya Spari­ kassa – misti umleið eina milli­ard krónur og hevði ov­ ur­stóra skuld, tá hann fór á húsa­gang. Teir 11.000 partaeigararnir í Eik mistu um tvær milli­ard­ ir krónur Finansiel Stabilitet misti yv­ir tríggjar milliardir krón­ ur. Harafturat vórðu mistar nógv­ar milliónaupphæddir upp á virksemi, sum á ymsan hátt var knýtt at Eik. Soleiðis hvurvu einar sjey milli­ard­ir krónur í myrka hol­ið eftir skrædlið hjá Eik Banka – sum var Føroya elsta fyritøka. Tað var kanska smart, at skúlalærarin og præd­iku­ mað­ur­in, Reimund Lang­ gaard, varð settur í starv hjá Kaup­thing banka sum ein av fýra seljarum. Hóast Reimund Lang­ gaard onga útbúgving hev­ur innan fyri sølu- og banka­virk­semi, so helt hann seg kortini til. Hann er út­ búgv­ing fólkaskúlalærari frá 2006. Umframt fólka­ skúla­lær­ara­út­búgv­ing­ina, so er hann royndur præd­ iku­maður innan fyri heima­ missi­ónina, og hann hev­ur verið útsendur sum trú­boð­ ari í Kambodja. Talu­gáv­ un­um bilar einki, so hann hevur hóskað væl til sølu­ strate­gi­ina hjá Kaupthing banka í Føroyum, og kanska hann eisini við sínum missi­ óns-kon­takt­um hevur rokk­ ið fólk­um, sum smarta leiðsl­ an í Kaupthing banka ikki røkk. – Tað sum eg ikki visti var, at talan var um firma­ láns­brøv. Eg helt, at talan var um statslánsbrøv, segði Rei­mund Langgaard, sum kenn­ir seg illa og hevur ringa samvitsku av at hava lumpað fólk at keypa virð­ is­leys virðisbrøv, sum hann sjálv­ur billaði teimum inn vóru trygg. – Eg eri so heilt ræðuliga kedd­ur av, at eg havi selt hetta. Hevði eg kunnað bakk­að tíðina aftur, og broytt hetta, so hevði eg gjørt tað. 110 prosent sikk­ urt. Upp á tá­ver­andi tíðs­ punkt handl­aði eg út frá bestu sann­før­ing, Við tí vit­an, eg hevði tá, gjørdi eg tað, sum eg helt vera rætt tá, segði hann. Reimund Langgaard segði eisini, at tey, sum hann soleiðis lumpaði, vita í dag, at hann er so keddur av sín­ um gerðum. – Eg haldi, at eg havi snakk­að við tey flestu teirra. Og eg havi eisini roynt at hjálpt teimum at fing­ið pengarnar aftur. Eg havi ikki merkt, at tey be­ breita mær fyri tað, men eg eri so ræðuliga kedd­ur av tí sjálvur, so heilt ótrú­ liga keddur, segði Rei­mund Lang­gaard, sum eftir karri­ er­una sum bankamaður og virð­is­bræva­selj­ari er valdur á ting, har hann umboðar Sam­bands­flokkin. eirikur@sosialurin.fo Tað tók 10 ár at søpla burtur allar pengarnar hjá gamla Føroya Sparikassa, sum vórðu uppspardir í 178 ár. Tilsamans ruku einar 7 milliardir krónur – Eg eri so ræðuliga keddur, sigur Reimund Langgaard, sum vegna Kaupthing lumpaði fólk at keypa virðisleys partabrøv Søplaðu burtur 7 milliardir k Skúlalærari og prædikumaður lumpaði fólk