hósdagur 30. oktober 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
sjónvarpssending um eik
Bárður Nielsen, formaður í
figgjarnevndini, er eisini ein
teirra, sum hevur latið seg
rivið við íslendska ævintýr
inum. Hann var fíggjarmála
ráðharri í landsstýrinum hjá
Jóannes Eidesgaard í ABC
samgonguni frá 2004. Men
brádliga ein dagin í 2007 boð
aði hann frá, at hann tók seg
úr politikki.
Tað var Jákup á Dul, før
oyskur ríkmaður og speku
lantur í Íslandi, sum hevði
lokkað hann úr síi politisku
tilveru til at gerast stjóri í
Stórutjørn, eini marglætis
verkætlan at byggja ein heil
an nýggjan bý upp í Hoy
víkshaganum.
Hendan ætlan gjørdist
heldur ikki veruleiki, og
Bárður Nielsen vendi aftur
til politikkin, tá hann still
aði upp til løgtingsvalið í
2011. Hann varð valdur sum
nummar tvey á listanum
hjá Sambandsflokkinum við
872 atkvøðum. Tað merkti,
at veljarin vildi hava hann
aftur, hóast hann hevði
svikið veljaran við at velja
íslendska kapitalin framum.
Tá Bárður Nielsen fram
vegis var fíggjarmálaráð
harri, broytti hann skatta
lógina soleiðis, at privatfólk
eisini skuldu kunna trekkja
rentur frá av lánum, sum tey
tóku til at keypa partabrøv.
Í sendingini í Kringvarp
inum vórðu spæld brot, har
hann greiddi frá, hvussu
partabrævamentanin eisini
skuldi koma fólkinum til
góðar.
– Tað sær út so nú at
partabrævamentanin í Før
oyum er broytt betýðiligt
positiva vegin eftir mínum
tykki. Og hetta ger tað bara
uppafturmeira attraktivt at
allir føroyingar kunnu vera
við, segði hann tá.
Men var tað rætt at eggja
fólki til at læna pengar at
keypa partabrøv, varð hann
spurdur.
Men tað gjørdi hann ikki.
– Regul nummar eitt tá
tú gert íløgur í partabrøv er,
at virði á partabrøvum kann
verða vekk í morgin. Nei, eg
haldi ikki tað er skilagott at
læna pengar til partabrøv,
sigur Bárður Nielsen í 2014..
eirikur@sosialurin.fo
Tað vóru hyggjuráðini, sum
nú 80 ára gamla Sólborg
Dulavík á Argjum fekk, tá
hon fór at kanna, hvat best
var at gera við sína pensjón
upp á góðar 300.000 krónur.
Sólborg
Dulavík,
sum
hevði verið heimagangandi
meðan børnini vóru smá, fór
seinni út at arbeiða. Eftir 17
ár á arbeiðsmarknaðinum,
hevði hon spart sær sam
an góðar 300.000 krónur til
pensjón.
– Eg hevði savnað mær
hesar pengar saman til míni
ellisár, greiddi hon frá.
Ráðini, hon fekk, at fáa
pengarnar at arbeiða á al
tjóða virðisbrævamarknað
inum, og tí vórðu teir settir í
evropeisk virðisbrøv.
Hon trúði, tí, hon fekk at
vita í Kauthing banka, uttan
at hon setti seg nóg væl inn í
tingini. Tá Eik tók yvir Kaup
thing og alt virksemi, spurdi
hon í Eik Banka, um alt var
við tað sama, og tað fekk hon
at vita, at tað var.
Hon hevur mist allar
pengar, alt, sum hon hevði
spart saman til síni ellisár, so
hon kundi hava nakað aftur
at pensjónini.
– Fyri meg er alt trúvirði
farið, eg fari ongantíð aftur
at stóla upp á ein banka,
sigur Sólborg Dulavík, sum
kennir seg snýtta.
– Vit kalla okkum eitt
demokratiskt land og eitt
kristið land. Eg virði tað, at
vit kunnu vera ósamd – bara
tú ert erligur, segði hon.
Fólkið skuldi eisini keypa
partabrøv, tí broytti Bárður Nielsen
skattalógina, so fólk kundu draga
rentur frá lánum til partabrøv
– Set pengarnar í lánsbrøv heldur enn í bankan
rónur
Skuldi eisini
koma fólkinum
tilgóðar
Lumpaðu pensjónina frá Sólborg Dulavík
Vildu
ikki
kanna
Eik
Hóast løgting og
landsstýrið kundu,
so vildu tey ikki,
at »hvør steinur
skuldi vendast« í
Eik-málinum, so sum
løgmaður fleiri ferðir
hevur sagt.
Løgmaður sigur í
sendingini, at hann
hevur arbeitt sum
úlvur á skóg fyri at fáa
kanning í lag av Eik
Banka.
– Vit hava gjørt alt,
sum vit hava kunnað.
Alt! Landsstýri hevur
gjørt alt, sum tað
hevur kunnað, sæst
løgmaður siga av
løgtingsins talarastóli.
Tað var ein játtan
í fíggjarnevndini og
løgtinginum, sum
skuldi til, fyri at
kanning kundi setast
í verk. Ein ávegis
kanning varð gjørd,
sum staðfesti, nógv
ólógligt varð farið
fram.
Men kortini vildi
fíggjarnevndin undir
leiðislu av Bárði
Nielsen ikki játta
pengarnar.
Sama skilið var,
tá Jørgen Niclasen
var formaður í
fíggjarnevndini í 2011.
Hann vildi heldur ikki.
Hann segði, at mengar
man ikki at finna tær
átta milliónirnar í
landsstýrinum, so er
tað tí, at mann ikki vil.
Fýra ferðir
bað Johan Dahl,
landsstýrismaður, um
pengarnar, men hann
fekk teir ikki.
Tað undrar, at
løgtingið ikki vildi
venda hvørjum steini í
Eik málinum.
Men tað undrar
eisini, at landsins
leiðari hevur so lítla
slagkraft í sínum
egna flokki og í sini
egnu samgongu, at
hann ikki klárar at
trumfa eitt slíkt mál
ígjøgnum.
Sambært sendingini í Kringvarpinum um Eik Banka,
so ber ikki til hjá fólki at finna ein sakførarar í
Føroyum, sum vil koyra eina sak ímóti bankunum.
Knút Lützen, sum er ein teirra, ið kennir seg
snýttan og lumpaðan av Kaupthing og Eik greiddi
frá, at hann hevði verið hjá 5-6 advokatum, fyri at fáa
hjálp, men eingin vildi.
– Ein forkláraði mær, at bankarnir deildu sakirnar
runt til allar sakførarar, so allir eru í parti við
bankunum.
Bankarnir eiga allar
sakførararnar
Umsita framvegis
pengar hjá øðrum
Sendingin um Eik Banka
hevur eisini hugt, hvar
fleiri teirra eru í dag, sum
koyrdu Eik Banka út av
eggini – og fleiri teirra
eru í leiðandi størvum í
føroyska samfelagnum:
Kredittstjórin Bogi Bendt
sen er í dag deildarleiðari
í SEV
Fíggjarstjórin Finn
Danberg er nevndarfor
maður í LÍV
Øssur S. Nolsøe er privat
kundaleiðari í Eik
Stjórin Bjarni Olsen er
fíggjarfultrúi í AMR
Forstjórin, Marner Jac
obsen, er fulltrúi í Fjar
skiftiseftirlitinum – sum
er partur av Skráseting
Føroya, sum hevði eftirlit
við Eik Grunninum
Frithleif Olsen stjóri í
Pomek, maskinsmiðja í
Klaksvík
Stjórin fyri Eik í Danmark
(ikki á myndini), Brian Toft
er tónleikari