Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Góða kæra omma. Hvar skal eg byrja? Eg minnist, hvussu trygg eg altíð var hjá tykkum, tá eg kom at ferðast. Hvussu trygt eg svav á bólinum við síðuna av tær. Og ein morg un vaknaði við, at tú flenti, tí eg var blivin burtur, tá tú vakn aði, tú fórt upp at leita eft ir mær, men fann meg ikki. Eitt dupultkekk í kam ar in um aft ur at – og tú hoyrdi meg snorka undir songini. Eg gloymi aldrin tín smittandi lát ur kæra omma. Eg minnist, hvussu spent eg altíð var at koma at vitja tykkum. Hvar vit fóru hesa ferð. Gongutúrarnir og tá vit leit aðu eftir vøkrum stein um. Og allir túrarnir á lítla Fløtti. Eg minnist serliga eitt kvøld ið, vit sótu á bonkinum við lítla Fløtt, blikalogn og mán in skein. Tú klemmaði meg, og vit prátaðu um babba. Góðasta omma. Tá eg kom at vitja teg á LSH og fekk títt vakra og fløvandi smíl, visti eg, at tú kendi meg aftur. Og okk ara løtu, vit fingu sam an har, fari eg ongantíð at gloyma. Tíni vermandi og fjálgu klemm fari eg altíð at kenna rund an um meg. Tínar mjúku, bleytu og dei- ligu mussar fari eg altíð at føla á kjálkunum. Hvíl í fríði kæra omma Døgg Minningarorð um ommu mína Esther S. Nónsgjógv Tú vart ein spírandi blóma, sum følnaði tá veturin kom. Tú vart eitt lítið fræ, men tíðin gekk og tú vaks. Flott bein, flottar veingir og flott hár. Tú bleiv við at vaksa, og gav fræ víðari. Fýra flottar blómur fekst tú afturat tær, og tú vaks, flottari og flottari. Veturin nærkaðist, men einki visti tú. Veturin kom við stormi og regni og tú følnaði, følnaði við árstíðini. Gullbrúdleyp Fríggjadagin 21. november hava Eydna Kjartan Gudmundsson gull - brúdleyp. Dagurin verður hild- in fríggja dagin 21. nov. frá kl. 18 í Tjære borg Forsamlingshus, Skole- vej 44 B, 6731 Tjæreborg. Tey, ið ynskja at koma, eru vælkomin at siga frá til Eydvør & Steinolvur á tlf. 448536 – 748536 innan 1. nov. Gullbrúdleyp Týsdagin 18. november hava Jórun & Páll Petersen í Kaldbak gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fríggjadagin 21. November, í Dansifrøi í Tórshavn kl. 18:30. Tey, ið ynskja at koma, eru vælkomin at melda seg til, innan 10. November. á tlf. 313819 / 213819. Vinarligar heilsanir Jórun & Páll Petersen 75 ára fødingardagur 26. oktober verður Árant Hansen, Gøtugjógv, 75 ár. Dagurin verður hildin tann 8. november á Dugna á Kambsdali, frá kl. 17. Øll eru hjartaliga vælkomin! Diamantbrúdleyp Fríggjadagin 31.10.14 hava Oda og Mads W. Hentze, Skopun verið gift í 60 ár . Dagurin verður hildin á Hotel Føroyum saman við fam. Diamantbrúdleyp Hósdagin 30. oktober kundu hjúnini Bina og Agnar Reinert hal da diamantbrúdleyp. Tey eru búsitandi í Kolding, Dan- mark. 85 ára føðingardagur Fríggjadagin 31. oktober verður Sigrid Ziskason, Hoy- vík 85 ár. Dagurin verður hildin heima hjá dóttrini á Djúpa gilsvegi 34, 188 Hoyvík frá kl. 16.30 – har øll, ið vilja heilsa uppá, eru hjartaliga væl komin. 85 ára føðingardagur Týsdagin 4. november fyllu r Arna Dalbø Hansen, Svín áir 85 ár. Dagurin verður hild in sam an við teimum nærm- astu. 80 ára føðingardagur Hósdagin 30.10. fyllir Óluva Fuglø Norðdepil 80 ár. Føð- ing ar dagurin verður hildin fríggja dagin 31.10 frá kl 19:00 í Soli Deo Gloria, Stangar- vegur 16, Klaksvík. Øll eru vælkomin. 80 ár Leygardagin, Alla halg anna- dag, 1. novem ber, fyllir Gerda Poul sen í Sandvík 80 ár. Dag- ur in verður á Sam býli num í Hvalba leygardagin, har tað verður opið hús frá klokk an 16 og 20, og har øll eru væl- kom in at heilsa upp a Gerdu 70 ára føðingar 28. okt verður Hilmar Han- sen ( Hilmar hjá Ydda), Sal- tangará, 70 ár. Dagurin verð- ur hildin leygardagin 1. nov í skótahúsinum við løkin, Runavík frá kl.18. Øll eru hjartaliga vælkomin 19. August fingu Brandur, Tórur og Beinir ein lítlabeiggja. Hann var 53 cm langur og vigaði 3620 g. Foreldrini eru Elisabeth Eið Eliasen og Svein Eliasen, Hoyvík 13. juli 2014 fingu Randi og Sigurd Hentze, Skopun eina gentu. Hon vigaði 3590gr og var 54cm long. Systrar Bjørk, Sesilia og Viktoria. 9. Oktober fingu Jonleif og Ingunn Niclassen, Skála, ein son. Hann vigaði 2910g og var 50 cm langur. FØÐINGAR