hósdagur 30. oktober 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bjørn á Heygum
Tað var ikki sørt skakandi, tá
løgmaður í Útvarpi Føroya
alment proklamerar, at tað
er í lagi at bróta bæði stýris
skipanarlóg og játtanarlóg –
í hvussu er skuldi hetta ikki
hava nakrar avleiðingar!
Hetta kunnger hann í
samband við, at ein samd
landsstýrismálanevnd
er
komin til ta púra greiðu nið
urstøðu, at Johan Dahl hev
ur brotið bæði játtanarlógina
og
stýrisskipanarlógina
við at havt eina óheimilaða
meirnýtslu á Strandferðsluni
uppá 4,4 mió. kr.
Hann grundgevur hesa
legalisering av nevndu lóg
arbrotum rættuliga sannfør
andi við at fortelja øllum Før
oya fólki, at so hevði hann
ikki havt annað at gjørt, enn
at loysa landsstýrismenn úr
starvi – tí, sum hann segði –
ongin helt givnar játtanir.
– Og hví tað? Jú eftir
hansara bestu sannføring
var vónleyst hjá hesum somu
landsstýrisfólkum at halda
seg innan fyri játtanina –
t.v.s. av somu orsøk máttu
tey hereftir hava loyvi at
bróta lógina. Jú – hetta er so
sanniliga logikkur við lít!
Onki við at siga, at hann
fór a stramma upp ella herða
eftirlitið – tað kundi nokk
aldrin fallið honum inn!
4,4 mio kr. piparnøtur
hjá løgmanni
Hann kom eisini við eini
sera góðari samanbering við
ferðslulógina, tá hann royndi
at bagatellisera málið um
óheimilaðu
meirnýtsluna
hjá Johan Dahl. Hann segði,
at hetta, at brúka heilar 4,4
milliónur ólógliga, var ikki
annað enn at koyra 81 km/t
í mun til hægst loyvda há
markið upp á 80 km/t.
Hvør skal siga – er tað ikki
enn einaferð talan um pipar
nøtur hjá løgmanni, tá vit
tosa um milliónir av krónum
í almennum peningi?
Løgmaður, sum er settur
av fólkinum at hava eftirlit
við, at landsstýrismenn út
inna sítt starv á lógligan
og fullgóðan hátt, kunnger
nú púra opið og ósmæðið,
at tann politikkur, hann og
hansara starvsfelagar standa
fyri er, at tað í føroyska sam
felagnum er fullkomiliga
legitimt at brúka skatta
borgarans pening í heimild
arloysi.
Boðskapur løgmans er
sostatt greiður, ikki bara til
allar núverandi landsstýr
ismenn, men eisini allar
komandi
landsstýrismenn
– brúkið bara borgarans
pening sum tykkum lystir
– uttanum játtanir og heim
ildir løgtingsins – tí hetta fær
ongar avleiðingar álíkavæl.
Vanvirðing mótvegis
løgtinginum
At henda undirgraving av
øllum givnum heimildum í
veruleikanum er ein total
vanvirðing mótvegis løgting
inum, sum við sínum játtan
um ásetir greiðar reglur fyri,
hvussu skattaborgarans pen
ingur skynsamiliga skal nýt
ast í hvørjum einstøkum føri
bæði i játtanarlóg og fíggjar
lóg – sær løgmaður eftir øll
um at døma ikki sum nakran
trupulleika.
Tá
løgmaður
kann
loyva sær slíka arrogancu
mótvegis løgtinginum, er tað
væl saktans tí, at hann inn
ast inni als ikki hevur nakra
virðing fyri hesum stovni
sum eftirlitismyndugleika.
Hann hugsar væl sum
so, at Føroya Løgting eftir
øllum at døma er so ússaligt
og moralsk viðtikið sum
stovnur, at her telur bara
politiskur
løtuvinningur,
pensiónir, skattafríur koyri
peningur, borðfæ v.m. At
reisa misálit, og taka nakrar
avleiðingar fyri prinsippir, er
fyri ein og hvønn livibreyðs
politikara alt ov kostnaðar
mikið!
Hægsti politiski leiðari
í landinum sleppur sostatt
eftir øllum at døma snikka
leysur frá at viðmæla lógar
brot á hægsta stigi.
Tað kann sostatt staðfest
ast, at vit nærkast 1980 árun
um aftur við sjeymilaferð,
har fullkomið anarki valdaði
– júst tí ongin tók avleiðing
arnar av nøkrum.
Tað óskilið endaði við ein
um heilum samfelag, sum
fór á húsagang av berum
politiskum kleyvarskapi og
ábyrgdarloysi.
Tað er nógv, sum týðir
uppá, at søgan endurtekur
seg!
Johan Dahl brotið játtanarlóg og stýriskipanarlóg
tíðargrein
Løgmaður
vælsignar lógarbrot
Annita á
Fríðriksmørk
Hetta eru spurningar, sum
ofta
verða
settir
teim
um, ið vilja broyta fiski
vinnupolitikkin. Spurning
arnir verða settir teimum,
sum halda, at tað almenna
kann fáa meira burturúr til
feinginum í havinum.
Til fyrra spurningin er at
siga, at sjálvandi hava útlit
ini nógv at siga, tá ið bankin
fíggjar eina íløgu. Og sjálv
andi skal bankin trúgva
uppá, at tann, sum fær lánið,
megnar at fíggja lánið aftur.
Vit eiga tí eisini at tryggja, at
reiðaríið, sum fær lán til skip
ið, ræður yvir kvotuni ella
fiskiloyvinum yvir eitt rími
liga langt áramál. Hinvegin
er tað líkamikið fyri bankan,
um lánið, tú tekur, fer til at
fíggja einum privatum (út
lendingi) ella tí almenna.
Bankin vil bara tryggja sær,
at hann fær pengarnar aftur
við rentusrentu. Harafturat
er skipsvirðið vanliga minni
parturin av láninum. Tað er,
sum er, kvotan ella fiskiloyvi,
sum er tað veruliga virðið.
Kvoturnar og fiskiloyvini
eigur fólkið í Føroyum. Fekk
fólkið pengar fyri hesa ogn
ina, sum svarar til virðið, so
kundi hetta fíggja t.d. stóran
part av pensjónunum. Um
framt, at man kundi givið
lág- og miðalinntøkum eina
munandi
skattalækking.
Men hetta vil man ikki frá
politiskari síðu. Serliga ikki
frá fólkaflokssíðu, sum fyrr
í tíðini var ein vinnuflokkur,
men nú er vorðin ein fáveld
isflokkur, og fremsti tals
flokkur fyri verandi skipan.
Hesi stóru virði í sjónum,
sum fólkið eigur, og sum
vinnulívið dugir at virð
isøkja,
er
høvuðsorsøkin
til, at føroyingar búleikast
so væl her á landi. Hóast
hesa
rímiligu
vælferð
kundi vanliga borgarin liv
að enn betri og tryggari og
rúmsáttari, um bara politisk
ur vilji var til at umsita hesa
ogn skynsamari.
Sambandsflokkurin hin
vegin vil tó verða við, at
tað er blokkurin úr Dan
mark, sum er orsøkin til
vælferðina í Føroyum. Her
ger
Sambandsflokkurin
vinnulívinum so dyggiliga
órætt. Sjálvandi er tað ikki
blokkurin,
men
føroyska
vinnulívið
og
tað
váða
fýsnið, sum har er, sum er
krumtampurin í samfelag
num. Tað er hjá vinnulívin
um, at samfelagshjólini byrja
at mæla.
Tí er tað undrunarsamt,
at eitt samfelag, sum er so
ríkt við rávørum letur virðini
fyri onki m.a. til nakrar út
lendingar at ráða yvir – um
tað so er óbeinleiðis. Eisini er
tað løgið, at man letur hesar
leggja okursprís á okkara
egna vinnulívsfólk, tá hesi
skulu keypa seg inn í vinn
una. Og sum um, at tað ikki
er nóg mikið, men eftir, at
man hevur givið virðini burt
ur, og finnur seg í, at nøkur
av okkara egnu skulu rinda
okursprís, – bara ikki til tað
almenna. So fer man til nakr
ar aðrar útlendingar og bið
ur hesar um blokkstuðul, og
spyr pent, um teir ikki kunnu
fíggja tað, sum manglar í.
Rinda fyri at fara
til arbeiðis
Viðvíkjandi samanberingini
og spurninginum, um man so
eisini skal rinda fyri at fara
til arbeiðis hjá tí almenna,
er at siga, at spurningurin
er nokkso stuttligur, og fær
nøkur at siga, “ánei, sjálvandi
skal man ikki rinda fyri at
fara til arbeiðis, og tí heldur
ikki fyri at fáa eina kvotu frá
tí almenna”.
Samanberingin er heldur
ikki heilt av leið: Tá ið eitt al
ment starv er til taks, verður
tað lýst leyst, og øll kunnu
søkja. Øll kunnu bjóða seg
fram, og tann best skikkaði
eigur at fáa starvið. Fært tú
starvið, so hevur tú tað, so
leingi tú arbeiðir har. Tá ið
tú fert úr starvið einaferð,
kanst tú ikki selja starvið
víðari til ein annan. Tú hevur
jú onki goldið fyri tað.
Tað hevði eisini verið
órættvíst, um tú seldi starvið
víðari, og koyrdi pengarnar í
tín egna lumma. Tað hevði
verið
órættvíst
yvirfyri
skattgjaldaranum,
–
sum
annars kundi fingið ágóðan.
Eisini yvirfyri tí nýggja
starvsfólkinum, sum fekk
starvið. Og ímynda tær, um
hin nýggi, sum fekk starvið
aftaná teg, hevði verið noydd
at biðji útlendingar hjálpt
sær við at fíggja nýggja
starvið?
Nei, har hava tit rætt. Tað
ber sjálvandi ikki til!
Fær reiðaríið lán til skipið, um kvotan ella fiskiloyvið bara er til komandi árið?
Skulu tey alment løntu so eisini rinda fyri at fara til arbeiðis?
Gevið vinnulívinum betri sømdir!
kjak