Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 politisk frásøgn og støðumynd Eyðun Klakstein Hósdagin 6. november 2014 kemur ein forkunnug bók út til føroyingar at lesa. »The Grand Old Man" í føroyskum politikki, fólka­ tings­maðurin Edmund Joensen, gevur bókina út, og hon hevur fingið heitið »Okk­ara maður á Christians­ borg«. Bókaútgávan er for­ kunn­ug, tí tað er sjáldan, um nakrantíð, at aktivir før­ oyskir politikarar hava givið út bókaverk við persónligum upp­livingum um tað, sum rørir seg í politiska um­hvørv­ inum í samtíðini. Uttanlands er hetta van­ ligt. Politikarar í fremstu røð eru vanliga bókaútgevarar, og nú kemur so eisini ein slík bók út til føroyskar lesarar á føroyskum. Skoða inn í ókendan heim Tey, sum vænta sær eina ævi­søgu um lívið hjá Edmundi Joensen, lesa til fánýtis, tí aktuell viður- skifti og til­burðir eru til við­ gerðar. Vinkulin á teimum 308 síð­unum er persónligur. Alt verður sæð gjøgnum eyg­ uni hjá einum av Føroya roynd­astu politikarum, ið hevur flutt avgerandi leikir í mangum politiskum talvi. Á sín hátt er hetta serligt og áhuga­vert, tí tað gevur eina øðrvísi uppliving av politikki og politiskari telving enn hana, ið fólk vanliga fáa í fjøl­miðlum. Tann subjektiva frásøgnin setur tilburðir, persónar og av­gerðir í eitt øðrvísi ljós, og lesarin fær innlit í ein part av heiminum hjá einum sam­ bandsmanni við stórum S, ið legg­ur kreftir í at arbeiða í einum ríkisfelagsskapi, ið hann trýr uppá og stríðist fyri at menna. Edmund Joensen letur før­oyingar skoða inn í ein heim, har ið vanliga bert politikarar, embætisfólk og journa­listar arbeiða og ferðast. Ráðharri klamsar við hurðini Eitt nú er ein undirhaldandi til­burður, har ið danski ráð­ harrin í sosialmálum úr Radikala Vinstra, Manu Sareen, gevur ilt av sær, tí før­oyski fólkatingsmaðurin hevur sannført ein meiriluta í Fólka­tinginum um at at­ kvøða fyri einum uppskoti, ið áleggur stjórnini at taka burtur markaforðingar í ríkis­felagsskapinum: »Møtti honum (M. Sareen, red.) av tilvild í fitness­centr­ inum. Hann var ikki mjúkur at strúka. Við illa um­hugs­ aðum orðum vildi hann vita, hví eg hevði dittað mær at koma við einum uppskoti til samtyktar. Svarið var hann einki serliga glaður fyri. Eg greiddi honum siðiliga frá, at uppskotið einans skuldi vera honum til hjálpar og veg­leiðing. (...) Ráðharrar ynskja fólkatingsavgerðir, ið áleggja teimum eitthvørt, hagar, ið piparið grør, og hann klamsaði við hurðini, tá ið hann fór. Manu Sareen og eg havi síðani heilsað pent uppá hvønannan og prátað væl saman. Sagt verður, at tað nyttar einki at vera for­ nerm­aður í politikki, og tað er púra rætt«. Politiska lívið á Fólka­ tingi, sæð gjøgnum før­oysk­ ar brillur, fyllir nógv í bókini, og tað er náttúrligt í bók um »Okkara mann á Christians­ borg«. Lesarin fær eisini eina rímiliga greiða fatan av muninum millum at ar­beiða í Løgtinginum og Fólka­ting­ inum. Sker inn á bein Bæði í innihaldi og tóna er fólkatingsmaðurin so, sum vit kenna hann. Hann sigur tingini, sum tey eru, men hev­ur samstundis virðing fyri politiskum mótstøðu­ fólk­um og politiskum starvs­ feløg­um og teirra sjónar­ miðum. Edmund Joensen legg­ ur ikki fingrarnar ímill­um, tá ið hann greinar før­oyska loys­ingar­veingin. Politisk fyri­brigdi sum »misskilt nationalisma« og »tjóðar­ bygg­ing« verða greinað sum politisk doktrin ella læru­ setn­ingar og settar inn í søgu­ligan samanhang. Í hesum sambandi verður farið heilt aftur til Erlend Patursson. »Fyrstu sporini av henni (misskiltu nationalismuni, red.) síggjast afturi í 1930-árunum, ítøkiliga í 1938, tá ið ein ungur Erlendur Paturs­son leggur hugtakið 'tann danska lygnin' fram«. Saman við keldum, ið greina lærusetningin, dok­ trin­ina, er ein niðurstøða so­ leiðis orðað: »... Tjóðarbygging bygg­ir á til­evnaðar kensl­ ur, ið fyri­gykla fólki, at tjóðskapur, mentan, politikkur og tíð­inda­ flutningur eru tað sama (...) Tjóðar­ bygg­ing er eitt am­boð til vald og kúgan, har ið tjóð­ ar­byggj­arar taka sær mono­pol uppá før­oyska sam­leik­an, ið ein trygg­leika­søkjandi og ókritisk fjøld góðtekur«. grýtuni Sambands- høvdingur lyftir lokið av politisku Bókin »Okkara maður á Christiansborg« er ein aktuell politisk frásøgn og støðumynd, har ið Edmund Joensen, fólkatingsmaður, letur føroyingar skoða inn í ein heim, har ið vanliga bert politikarar, embætisfólk og journalistar arbeiða og ferðast Mynd: Eirikur Meitilberg