Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 politisk frásøgn og støðumynd Edmund Joensen leggur somuleiðis fram dømir um politiska tjóðarbygging í Føroyum og setur eftir­ fylgjandi borandi spurn­ ingar. M.a. hesar: »Hví skulu allir skatta­ borgarar gjalda fyri al­ mennar stovnar, ið eru grundar­steinar í tjóðar­ bygg­ing? Er tað gott fyri tann fría tankan, at misskilt nationalisma skal sáast niður í børn og ung í okk­ara skúlum? Er tað í lagi, at mis­skilt nationalisma og tjóðar­bygging eru seyrað inn í kring­ varpið, sum vit øll eiga?« Burtur­vilstur Sambands­flokkur Edmund Joensen er ein teirra, ið heldur rimmar fast um ríkisfelagsskapin og sam­stundis undirstrikar ta sosialu dimensjónina í sosial­liberalu stevnuni hjá Sam­bands­flokkinum. Hin­ vegin hevur hann eisini sum fyrr­verandi oddamaður og stórur arbeiðsgevari eisini inn­lit í føroyskt vinnulív. Hetta við »ordiligum sam­bandi« er undirliggjandi tón­leik­ur í kapitlinum um flokkin. Fólkatingsmaðurin torir at finn­ast harðliga at sínum egnu, og í bókini roynir hann at vísa á, hvussu Sam­bands­ flokk­urin er gliðin langt av kós. Í bókini avdúkar Edmund Joensen, at leiðslan í Sam­ bands­flokkinum valdi at halda seg uttan fyri, tá ið ver­ andi samgonga varð skipað. Úrslitið var, sambært fólka­ tings­manninum, at flokkurin fór í skeiva samgongu og síðani hevur avreitt stýr­ ing­ina av Føroyum til Fólka­ flokkin: »Longu tá var greitt, at Sambandsflokkurin heldur átti at valt Javnaðarflokkin og tveir av smáu flokkunum sum samstarvsfelagar. Í 2011 stóð Javnaðar­flokk­ urin veikur og við nýggjum for­manni, og flokk­urin hevði helst góð­tikið krav Sambands­floksins um at normalisera ríkis­veit­ing­ina, og vit høvdu sloppið undan dupultspæli Javnaðar­floks­ ins á Fólkatingi. Saman við Javnaðar­flokkinum og øðrum flokkum á tingi hevði helst eis­ini borið til at fingið ein veruligan reform av fiski­ vinnuni ígjøgnum«. Sostatt er bókin hjá sam­bands­manninum á Christiansborg ein salt­vatns­ inn­spræning til sam­bands­ fólk. »Líka síðani fullveldis­ retorikk­urin í 1990-árunum fekk fastatøkur á flokkum á tingi, á miðlum og pørtum av al­menninginum, hava sam­bandsfólk helst saknað eina sam­bandspolitiska inn­ spræning, ið ikki framman­ undan er farin ígjøgnum filtrið hjá fjøl­miðlum ella politiskum mót­støðu­fólkum. Fyri onnur enn sam­bands­ sinnað er inni­haldið í bókini helst eisini við­kom­andi, tí tað setur krøv og bjóðar av«, skrivar fyrr­verandi for­mað­ urin í Sambands­flokkinum í formælinum. Drápshóttanir og ágangur Av persónligum inni­haldi kunnu nevnast dráps­hótt­ anir, ið fólkatingsmaður Sam­bands­floksins hevur verið fyri. Millum annað ein álvar­ slig morðhóttan frá einum navngivnum føroyingi á Face­book, ið ljóðaði soleiðis: »Landasvíkjarin Edmund Joensen tekur avgerð um Føroya lagnu, um hann ikki møtir mær fyrst, tí eg havi tað soleiðis í mær, at ALLIR landasvíkjarar skulu av­ lívast, teir hava frásagt sær rættin til lívið«. Frásøgnin er áhugaverd og komið verður inn á harð­ skap, hóttanir og ágang móti politikarum og familjum teirra. Hetta verður sæð í einum føroyskum og norður­ lendskum saman­hangi og hugt verður m.a. til Svøríkis, sum í nýggjari tíð hevur mist tveir toppolitikarar til dráps­ menn: Olof Palme og Onnu Lindh. »Neyvan fæst nakar endi á hesum við ágangi á politik­ arar. Mín áheitan á øll, sum vilja siga politikarum nakrar sannleikar, er henda: sigið tað við politikaran sjálv­an – og latið børn og familju fáa frið!«, skrivar fólka­tings­ maðurin, ið eisini hyggur at, um føroyskir politikarar onkursvegna sjálvir eru við til at skapa trupulleikan. Stórt kanningararbeiði Afturat hesum, ið er nevnt frammanfyri, er nógv onnur evni, viðurskifti og tilburðir til umrøðu í bókini hjá Edmundi Joensen. Trupla uttanríkispolitiska avgerðin um at fara í kríggj í Libya er væl lýst. Politisk vinaløg eru við, eitt nú við sosialdemokratin Svend Auken, sála, ið eisini privat var ein av góðu vin­monn­ um Edmunds. Og so er sjálv­andi eisini nakað um, hvussu man útvegar stórar penga­upphæddir til verk­ ætlanir í Føroyum, so sum fólka­tings­maðurin hevur gjørt í sambandi við Salt­ silo­verkætlanina á Drelnesi og Náttúru­lundina við Streymin. Tað tykist, sum at drúgt kanningar- og eftir­kann­ ingar­arbeiði er gjørt í sam­ bandi við, at »Okkara maður á Christiansborg« er skrivað. Journalisturin og sam­ skiftis­ráðgevarin Per Højgaard, ið er skriv­stovu­ leiðari hjá Sambands­flokk­ inum á Christiansborg, hevur staðið fyri tilrættalegging, og hann hevur megnað at gjørt bókina rættiliga lesivinaliga. eydun@sosialurin.fo Stutt um bókina »Okkara maður á Christiansborg« kemur út í komandi viku Edmund Joensen, fólkatingsmaður, leggur bókina fram í Perluni í Tórsgøtu hósdagin 6. november 2014 kl. 16.30. Dagarnar eftir hetta fer fólkatingsmaðurin út kring landið at leggja bókina fram. Ætlanin er at vitjað á Oyrarbakka, Miðvági, Runavík, Klaksvík, heima á Sandi, í Vági, Porkeri, Tvøroyri og í Hvalba. Bókin er 308 blaðsíður, allar myndirnar eru í litum og kostnaðurin er 285 kr. Hon fæst longu nú í forsølu á hesum heimasíðum: www.edmundjoensen.fo og www.facebook.com/christiansborg Privatmaðurin Edmund Joensen er eisini at síggja í bókini »Okkara maður á Christiansborg«. Her práta teir um okkurt skemtiligt niðri í fjøruni við Streymin, har ið Edmund og onnur arbeiða við at fáa á føtur eina náttúrulund Mynd: Per Højgaard Tað er sjáldan, um nakran­tíð, at aktivir føroyskir politikarar hava givið út bóka­verk við persónligum upp­ livingum um tað, sum rørir seg í politiska umhvørvinum í samtíðini. Nýggja bókin hjá Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, er eitt forkunnugt undantak Tveir høvuðsmótsetningar í føroyskum politikki. Í nýggju bókini hjá Edmundi Joensen lýsir fólkatings­ mað­urin loysingarveingin í føroyskum politikki við læru­setning­unum um misskilta nationalismu og politiska tjóðar­bygging. Myndin er frá einari lýsing í sam­bandi við fólkatingsvalið í 2011, har ið Edmund Joensen og Høgni Hoydal eftir ætlan skuldu bresta saman í holm­gongum. Tær vórðu kortini av ongum, og myndin hevur tí ikki verið at sæð fyrr alment