Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Norðurlandaráðið hevur í hesi vikuni havt 66. set­una í Stock­holm í Svøríki. Tema hevur und­ir svenska for­mans­skap­in­um ver­ið Norr­øni arb­eiðs­markn­ að­ur­in, burð­ar­dygg nýtsla av natt­úru­til­feing­in­um og frið­ ur millum norr­ønu londini í 200 ár. Í 2014 eru 60 ár síðani Norð­ur­lond gjørdu ein arb­ eiðs­markn­að, og í ár hev­ur ver­ið arb­eitt fyri at sleppa und­an forð­ing­um á arb­eiðs­ markn­að­in­um. Tilsamans búgva 25 milj­ón­ir fólk her, og svenski for­mans­skap­ur­ in í ár hevði sett sær fyri at gera tað lætt­ari hjá fólki at flyta ímill­um, alt eftir hvar arb­eið­ið er. Norðurlandaráðið ásann­ ar, at hóast avtala er um, at norð­ur­lond eru ein arb­eiðs­ markn­að­ur, so eru forð­ing­ ar­nar í praks­is enn alt ov nógv­ar, og tær eiga at bein­ ast burt­ur. Orðaskiftið var lívligt um hesi við­ur­skifti, og íslendska Siv Frið­leifs­dótt­ir var fegin um tað: – Politikararnir skilja væl trup­ul­leik­ar­nar og vóru sera greið­ir í við­merk­ing­un­um. Eg fegn­ist ser­liga um tær við­merk­ing­ar­nar, sum snúðu seg um, hví vit higartil hava fing­ið so fá úrslit, segði hon. – So leingi vit lata em­ bæt­is­fólk taka av­gerð­ir, so hend­ir onki. Teir halda seg til teirru egnu reglar, og ráð­ harr­ar­nir lurta eftir teim­um, segði sam­iski Kimmo Sasi. Hann legði afturat, at ann­að­hvørt mugu stjórn­ar­ leið­ar­ar­nir leggja meira trýst á em­bæt­is­fólk­ini, ella mugu norð­ur­lendsku sam­starvs­ ráð­harr­ar­nir fáa meira vald – eis­ini á øðrum økjum enn teirra egnu. Siv Friðleifsdóttir tók undir við samiska sjón­ar­mið­ num, men vísti á, at skulu úr­ slit fá­ast, so krevst eitt neyvt sam­starv millum pol­it­ik­ar­ar og embætisfólk. Íslendski politikarin er for­mað­ur í nevnd­ini, sum skal royna at beina burt­ur forð­ing­ar á norr­øna arbeiðs­ markn­að­in­um. Í løt­uni hev­ ur nevnd­in ein lista við 28 punkt­um, sum arbeitt verð­ ur við at beina burtur, sam­ stund­is sum nevndin skal forða fyri, at nýggjar forð­ ing­ar taka seg upp. Ein partur av orða­skift­in­ um hjá Norð­ur­landa­ráð­ num á 66. setuni í Svøríki var um utt­an­rík­is­poli­tikk og um norð­ur­lond skulu við­ur­kenna Pale­stina sum sjálv­støð­ug­an stat. Vinstrasosialistiski bólk­ur­in Í Norð­ur­landa­ ráð­um legði upp­skot fram um at góð­kenna Pale­ stina. Upp­skot­ið mæl­ir til, at norðurlendsku stjórn­ ir­nar og norðurlendsku tjóð­ar­ting­ini nú við­ur­ kenna Pale­stina. – Vit heita á bæði Pale­ stina og Ísrael saman við norð­ur­lond­um at arb­eiða fyri friði gjøgnum eina frið­ar­av­talu, sum bygg­ir á alt­jóða rætt og ST-yv­ ir­lýs­ing­ar, segði Håkan Svenne­ling. Ein talsmaður fyri kon­ serva­tiva bólkin í Norð­ur­ landa­ráðnum helt fyri, at hetta er júst eitt upp­skot, sum fer at gera, at Norð­ ur­landaráð­ið ikki verð­ ur lív lag­að. Her verður nógv tíð brúkt uppá mál, sum Ráðið onga ávirk­an hevur á. Høgni Hoydal var fram­søgu­mað­ur fyri vinstra­sosi­al­istiska bólk­ in. Hann segði millum ann­að: – Eftir míni meining er júst hetta, vit hava roynt leingi – altso at siga, at vit eisini eiga at við­gera júst slíkar spurn­ing­ar. Vit áleggja ikki tjóð­ar­ ting­un­um nak­að, men vit viðgera spurn­ing­in og vísa so spurninginum víð­ari til tjóðartingini og stjórn­irnar. Onnur, sum luttóku í orða­skiftinum, høvdu ym­isk­ar meiningar. Onk­ ur helt, at norðurlond sjálv avgera, hvønn utt­ an­rík­is­poli­tikk tey reka, með­an onk­ur ann­ar helt, at Norð­ur­landa­ráð­ið al­ tíð skal átala órættvísi í heim­inum. Drúgt orðaskifti um, hvønn uttanríkispolitikk Norðurlanda Ráðið skal hava og hvussu nógv tíð skal brúakst uppá tað Vøkstur, virðir, vælferð og Arktis verða tema, nú Danmark komandi árið hevur formansskapin í Norð­ur­landa­ráðnum Lættari at flyta millum arbeiðspláss í norðanlondum Skulu norðurlond viðurkenna Palestina Danmark yvirtekur formansskapin Formansskapurin í Norð­ ur­landa­ráð­num gong­ur uppá skift mill­um tey fimm stóru norð­an­lond­ ini. Svøríki hev­ur havt for­mans­skap­in í ár, með­ an Dan­mark yv­ir­tek­ur sta­fett­ina fyri næsta ár. Tema fyri næsta ár er vøkst­ur, vælferð, virðir og Arktis. Arktis hevur sein­astu tíðina fylt nógv í norð­ur­ lendska orðaskikftinum, eins og tað eisini fær nógv rúma í altjóða orða­skift­ in­um. Serliga er tað veð­ur­lag­ ið og broytingarnar har, sum hevur fokus. Dan­ mark sig­ur at kom­andi ár­ið verð­ur hugt nógv at hes­um spurn­ingi og at tað verð­ur gjørt sam­an við Grøn­landi og Før­oy­um. Bill Justinussen, for­ mað­ur í Útnorðurráðnum, segði í sínari røðu, at eftir hans­ara met­ing, so eiga vit eis­ini at hyggja tann veg­in. Hann vísti til, at skip eru farin at sigla norð­an­fyri og at hend­an skipa­ferðsl­an helst fer at økj­ast mun­andi, kom­andi ár­ini. Tey fingu virðislønirnar: Fyrr í vikuni vóru norðurlendsku virðislønirnar handaðar í sambandi við, at Norðurlandaráðið hevur fund í Stockholm Bókmentavirðislønin: Kjell Wa:stø, Finnland, fyri " Lognbrá 38" – Filmsvirðis- lønin: Benedikt Erlingsson og Friðrik Þór Friðriksson, Ísland, fyri filmin " Um ross og menn" – Tónleikavirðislønin: Simon Steen-Andersen, Danmark, fyri "Black Box Music" – Barnabókmentir: Håkon Øvreås og Øyvind Torseter, Noreg fyri "Brúni" – Umhvørvisvirðislønin: Reykjavík