Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Maria Jacobsen Skopun Emanuel Minos helt møti har hon búði, og hon fekk høvi at greiða honum frá tí hon hevði upplivað. Hann festi tað niður á blað, men helt tó at tað tyktist so óskiljandi, at hann legdi tað i eina skuffu. Men nú næstan 30 ár seinni, hugdi hann eftir tí og skilti, at hetta mátti hann siga onkrum frá. Hetta er skrivað av eftir eini upptøku frá einum møti í Sunmøri í 1995. Henda gamla kvinna var ein vakin sannorða kristin, ið fekk gott viðmæli frá øllum, sum kendu hana 1. Eg sá heimin sum eitt slag av globus. Eg sá Europa – land fyri land. Eg sá Norðurlond. Eg sá Noreg Eg sá slíkt, sum fer at henda. Áðrenn Jesus kemur aftur – beint áðrenn tann síðsta vanlukkan kemur yvir manna­ættina, ein vannlukka, sum vit ikki áður hava sæð mak­an til. Hon nevndi 4 bólk­ar. Beint áðrenn Jesus kem­ur verður ein linni, sum vit ikki áður hava havt. Tað verður friður, og friðurin kemur at vara í eina tíð. Í hesi friðartíð fara nógvar tjóðir at avvápna. Eisini Noreg, og vit verða heldur ikki hesaferð fyrireikað, tá tað kemur. Triði veraldarbardagi fer at byrja á ein hátt, sum eingin hevði væntað og frá óvæntaðum staði. 2. Hugburðurin millum tey kristnu fer at verða meiri lunkaður enn nakrantíð áður. Eitt fráfall frá sannari og livandi trúgv, og kristin koma ikki at vera opin fyri rannsakandi boðskapi. Tey vilja ikki eins og áður hoyra um synd og náði, lóg, gleðiboðskap og heilaggerðing. Ístaðin kemur ein eftirgerð: Eydnu- kristindómur. Tað ræður um at hava framgongd. Materiellir hentleikar, ting, sum Gud aldri hevur lovað okkum á henda hátt. Kirkjur, bønhús og fríkirkjur gerast alt meira tómar. Ístaðin fyri tann boðskap, vit eru von við gjøgnum fleiri ættarlið – sum t.d at taka upp kross sín og fylgja Jesus – vil undirhald, list og mentan ráða, har sum vekingarmøtir áttu at verið. Hetta kemur at henda í stóran mun beint áðrenn Jesus kemur – og vanlukkur koma yvir okkum, og fólk koma at vera sovandi í teirra anda. 3. Tað kemur ein tíð fylt við eini moralskari sundurmoltnan, sum gamla Noreg ikki áður hevur upplivað. Fólk fara at liva sum gift uttan at verða gift. (hetta var í 1968, og eg trúgvi ikki at hugtakið pappírleyst hjúnarlag var til tá. E.M). Óreinska áðrenn hjúnarlag og ótrúskapur í hjúnarlag fara at verða tað vanliga, og á allan hátt verður borið í bøtuflaka fyri tí. Tað vil eisini sníkja seg inn millum kristin, og vit geva eftir – eisini tá tað snýr seg um synd móti náttúruni. Beint árenn Jesus kemur aftur, fer sjónvarpið at verða fylt við harðskapi, ein harðskapur so ræðuligur, at tað vil læra folk at drepa og oyðileggja hvønn annan, og tað verður vandamikið at ganga á gøtuni. Talið av sjónvarpsrásum verður stórt eisini innan útvarp. Morð og oyðilegging verður roknað sum undirhald og vil spjaða seg til alt samfelagið. Tey intimu tingini, sum hoyra hjúnarlagnum til, fara at verða víst á opnum skýggja (hetta var í 1968, og eg mótmælti við at vísa á, at vit høvdu lógir, sum forðaðu fyri slíkum. E.M). Tá segði tann gamla konan: Tað kemur at henda, og tú vilt fáa tað at síggja. Alt tað, vit áður hava havt, verður brotið niður, og tað mest osømiligasta verður víst fyri eygum okkara. Fólk úr fátøkum londum vilja koma í stórum tali til Europa (í 1968 høvdu vit ikki inflytarar. E.M) Tey koma til Norðurlond og Noreg. Tey fara at gerast so nógv í tali, at fólk fara at vendast ímóti teimum. Tey verða viðfarin eins og Jødarnir áðrenn kríggið. (Eg skilti hetta ikki tá og mótmælti. E.M) Tá runnu tár av kinnum hennara. EG komi ikki at síggja tað, men TÚ kemur at síggja tað. Tá brádliga kemur Jesus aftur og triði veraldarbardagi brestur á. Tað verður eitt stutt kríggj. Øll kríggj, eg áður havi upplivað, eru sum spæl samanborin við hetta, og at enda verða kjarnorkubumbur nýttar. Luftin verður dálkað, so ein ikki kann anda. Tað vil raka fleiri heimspartar: Amerika, Japan, Australia, – tey ríku londini. Vatnið verður oyðilagt. Jørðin kann ikki longur dyrkast. Úrslitið verður, at bert ein leivd verður eftir, og leivdin í teimum ríku londunum vil royna at flýggja til tey fátæku, men tey verða líka hørð móti okkum, sum vit vóru móti teimum. Eg eri so glað fyri, at eg ikki komi at síggja hetta, men tá henda tíðin nærkast, mást tú taka mót til tín og siga hetta. Eg havi fingið tað frá Gudi. Einki av hesum stríður ímóti Bíbliuni – sí op. 6 og fram yvir. Men tann, sum hevur fingið synd sína fyrigivnað og hevur Jesus til frelsara og Harra er tryggur. Ein 90 ára gomul kvinna frá Veldres fekk eina sjón frá Gudi í 1968 kjak Niels Midjord Var fyri nøkrum árum síð­ an til ein fyrilestur um fiskirættindi og tilfeing­is­ gjald, sum ein íslendingur, – minnist ikki navnið – helt í Norðurlandahúsinum. Hann maktaði m.a. føroysku regl­ uni um, at tilfeingið í hav­in­ um og í undirgrundini á før­ oyska landgrunninum er ogn Før­oya fólks, og segði, at hon var genial. Eg skilti ikki tá, hvat hann meinti við. Hugsi, at tað man standast av ein­ um grundleggjandi muni á hugs­an­ar­háttinum hjá ís­ lend­ing­um og føroyingum á hes­um øki. Lutur og lunnindi Íslendska fiski­vinnu­lóg­gáv­ an byggir á meginregluna um lut og lunnindi. Hetta eru gomul norrøn hugtøk: Lut­ur er jørðin og tað, sum har­ til hoyrir, og sum er ogn hjá einstøkum persónum í bygd­ ini. Til lutin hoyra lunn­indi, sum er tað, sum tú kanst veiða, savna ella bjarga í land frá bø og haga, t. d. fuglur í haga og bjørgum, sild og seiður, sum tú hevur fing­ið í nóta­kasti, reki, tari, skelja­ fisk­ur og annað slíkt. Lunn­ ind­ini hava øll í bygd­ini rætt til at troyta, treyt­að av, at tey lata ein ávís­an brot­part av veiðuni til hag­an í tilfeing­ is­gjaldi, ella í land­parti, sum tað kall­að­ist, og land­part­ur­in kundi vera rættu­liga stór­ur, heilt upp í 50%. Vart tú ein dugna­ligur veiðimaður, fekst tú væl burturúr sjálv­ur, men tú lætst eisini nógv til bygd­ ar­sam­felagið. Av tí mundi bónd­in fáa bróðurpartin, men hann hevði eisini størsta húsarhaldið við hús­ kall­um og arbeiðskonum, upp­gávufólki, gomlum og óhjálpn­um; tí, sum leiðari í bygd­ini hevði hann eisini eina ávísa skyldu til at taka sær av teimum óhjálpnu í bygd­ini. Soleiðis kom tað, sum tú lætst í landparti, eis­ ini teimum gomlu og teimum óhjálpnu til góða. Eisini av­bygd­arfólk kundu gera nýtslu av lunnindunum, sum lógu til bygdina, men bert um tey, sum áttu hagan, sum lunn­ind­ini hoyrdu til, loyvdu tí. At lunn­indini soleiðis vóru stað­bund­in, tryggjaði at tilfeing­ið var burðardygt og skin­sam­liga troytt. Meginreglan um lut og lunn­indi er felags fyri all­ ar norð­ur­lend­ingar, og hon er so gom­ul, at hon røkk­ ur aft­ur­um søgu­liga tíð. Rund­an um hana hev­ur so øll land­bún­að­ar-, veiði-, og fiski­vinnu­lóg­gáva í Norð­ an­lond­um verið bygd heilt upp til okk­ara tíð, og sjálvt um lóg­ir­nar eru broyttar og til­lag­að­ar broyt­ing­um í stýr­ is­skip­an, vinnu­mynstri og staðbundnum við­ur­skift­um ígjøgn­um tíð­ir­nar, hev­ur meg­in­regl­an um lut og lunn­ indi ver­ið óbroytt. Vík­ing­ar­ nir høvdu hana við sær all­ar stað­ir, har teir settu seg nið­ ur, fyrst til bretsku oyggjar­ nar, so til Føroya, Íslands og Grøn­lands, so sig­ast má, at hon hev­ur prógv­að sítt hald­ føri. Hvussu ber tað so til, at før­oyska fiskivinnulóggávan ikki byggir á meginregluna um lunn­indi? Ein grundin kann vera, at tá íð Løg­tingið, eftir at hava ver­ið nið­ur­lagt í hálva øld, varð end­ur­reist, vóru nógv­ ar sið­venj­ur og reglur, sum frá gamlari tíð høvdu verið knýtt­ar til tingið, farnar í gloymsk­una. Harafturat kom, at júst um hetta mundið byrj­aði skips­fiski­ skap­ur­in at taka seg upp. Í sama mun sum hús­kall­ar­ nir fóru til skips og kundu enn­tá ger­ast skip­ar­ar, mistu bønd­ur­nir, sum høvdu ver­ið gar­ant­ar fyri gomlu skipanunum, sítt arb­eiðs­ fólk og so við og við eis­ini sína tign og sína ávirkan. Meginreglan um lut og lunn­indi varð bor­in víð­ari á granna­stevn­um, men í Løg­ting­inum fekk hon lítla ávirk­an. Fyri at taka aftur í aft­ur tað, sum eg byrjaði við: Av tí at íslendska fiski­vinnu­lóg­ gáv­an byggir á meginregluna um lunn­indi, og at lunnind­- ini eru staðbundin, er tað óhugs­andi fyri íslendingar, at ogn­ar­rætt­indi ella vinnurættindi í fiski­vinnuni kunnu latast út­lend­ing­um. Men tað eru eis­ini óhepnar av­leið­ing­ar av skip­an­ini, sum stand­ast av menn­ing­ ini í fiski­vinn­uni, og av at til­lag­ing­in av fiski­vinnu­lóg­ gáv­uni ikki hevur fylgt við. Søg­ur ganga um rík­menn í Reykjavík, sum í veru­leik­ an­um eru bøndur, og sum liva væl av tí landparti, íð fiski­miðini út fyri teirra haga geva, uttan sjálvir at rætta hond frá síðu. Tað er sjálv­sagt órættvís, at nøkur fá soleiðis kunnu ríka seg upp av tilfeingisgjaldi. Her er tað heldur ikki øk­ið, sum lunnindini eru knýtt at, íð fáa gagn av land­part­inum, og nú er tað held­ur ikki longur skylda hjá bónd­ an­um og hansara húski at taka sær av teimum óhjálpnu. Tann skyldan er løgd á almannaverkið. Tað er í hesum sambandi, at ís­ lendski fyrilestrarhaldarin helt, at føroyska reglan um at tilfeing­ið er fólksins ogn er so genial, tí so fell­ur landparturin ella tilfeing­is­ gjaldið til landið ella komm­ un­una, ið kann nýta tað til al­mannaforsorg í víðastu merk­ing, soleiðis sum tað upp­runaliga var ætlað. Kelden, sum eg havi nýtt til hes­ar hugleiðingar, er bók­in ”Ein føroysk bygd” hjá løg­frøðinginum Poul Pet­ er­sen (1901-2001), prent­að á Einars prent og giv­in út á egnum for­lagi í 1968. Poul Petersen var løg­tings­mað­ ur (1940-70), og lands­stýr­ is­fulltrúi (1951-71), og í 1973 fekk hann M. A. Jac­ob­sen heið­urs­løn­ina fyri yrk­is­ bók­mentir, fyri júst hesa bókina. Bókin tek­ur støði í fyriskipanum og sið­venjum í tí føroyska bygd­ar­sam­fe­lag­ num, og haðan ífrá ger hann so samanberingar við somu við­ur­skifti í hin­um norð­an­ lond­un­um, og finnur fram til hvað­an lógargrundarlagið fyri okkara fyriskipanum og sið­venjum stavar. Orsøkin til at eg av fyrstan tíð fór at at lesa Poul Petersen, var, at eg undraðist á, at ali­ring­ar á sjónum ikki vóru rokn­að­ir sum lunnindi, eins og nóta­ kast eftir sild og seiði var tað, og so tók annað hitt. Írestandi liðurin í føroysku fiskivinnulóggávuni