hósdagur 30. oktober 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. oktober 2014 - Nr. 124
Eysturkommuna
Skrivstovufólk/bókhaldari
til Eysturkommunu
Eysturkommuna sekir eftir
skrivstovufólki/bókhaldara at byrja
hin 1. desember 2014 ella eftir nærri
avtalu. Starvið fevnir í høvudsheitum
um at taka sær av lønar — og
fíggjarviðurskiftum og annars
vanligar umsitingarligar uppgávur.
Tann setti kemur, umframt uppgávur
hjá Eysturkommunu, eisini at hava
uppgåvur, sum hava tilknýti til
Heimatænastuni í Eysturkommunu
og Fuglafjarðar kommunu.
Dagliga arbeiðsplássið verður
sum partur av umsitingini í
Eysturkommunu og er stavið eitt
fulltíðarstarv.
Tinar høvudsuppgåvur vera at:
gera lønir
bókhald
málsviðgerð og aðrar fyrifallandi
skrivstovuuppgåvur
Vit vænta av tær at tú :
e hevur viðkomandi útbúgving
og kunnleika innan almenna
fyrisiting og/ella Í privata
vinnulívinum
hevur viðkomandi royndir innan
bókhald og at gera lønir
góðan telduførleika
tað er ein fyrimunur, at tú hevur
kunnleika til búskaparskipan
landsins og bókhaldssskipanina
Navision
Persónligir eginleikar
Vit vænta av tær at tå hevur fylgjandi
eginleikar:
hevur góð samstarvs- og
samskiftisevni og megnar at
arbeiða sjålvstødugt
ert álítandi og gevur títt íkast til
eitt gott arbeiðsumhvervi
t fyrikomandi bæði fyri
orgarum, avvarðandi,
arvsfólkum og stovnum
t skipað/ur og hevur góðar
msitingarligar førleikar
t opin, framsøkin og tolir
roytingar
t tænastusinnað/ur og ágrýtin
Setanarviðurskifti:
Lenar- og setanarviðurskiftir eru
sambært sáttmála millum KAF og
Starvsmannafelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til Erik Lervig,
kommunustjóra tlf. 730011
Skrivlig umsókn saman við prógvum
upplýsing og royndum verður at
senda til:
Eysturkommunu
Kulibakki 8
520 Leirvik
ella teldupost: eysturQeystur.fo
Umsóknir skulu vera Eysturkommunu
í hendi í seinasta lagi mánadagin,
17. november 2014 kl. 12.00
Eldragkið verður yvirtikin av
kommununum hin 1. Januar
2015. Í hesum sambandi hava
Eysturkommuna og Fuglafjarðar
kommuna skipað seg í einum
javnbjóðis samstarvi, sum skal
tryggja at borgarin fær í boði eina
samskipaða heildartænastu.
Tað koma at starvast uml. 60 fólk í
Heimatænastuni í Eysturkommunu
og Fuglafjarðar kommunu, svarandi
til 40 ársverk.
Leiðari til nýggja
lestrarskrivstovu á
Fróðskaparsetrinum
Dámar tær at bróta upp úr nýggjum, dugir tú at síggja heildarloysnir og
hevur tú tev fyri samskifti og leiðslu, so ert tú kanska okkara nýggi
starvsfelagi.
Fróðskaparsetur Føroya savnar nú virksemi, sum hevur við studentar og
lestur at gera, Í eina lestrarskrivstovu. Til tess tørvar okkum ein góðan
leiðara, ið saman við dugnaligum starvsfólkum kann menna og reka
skrivstovuna.
Skrivstovan skal virka fyri, at Setrið hevur góðar lestrarumstødur, og at
útbúgvingarnar verða lýstar og virka sambært galdandi lógarverki og
altjóða reglum. Lestrarskrivstovan verður bindilið millum fakliga og
fyrisitingarliga partin av útbúgvingunum.
Uppgávurnar á nýggju skrivstovuni eru spennandi og fjølbroyttar. Hon skal
m.a.:
samskipa lestravegleiðing
skipa upptøku av lesandi
marknadarføra útbúgvingar
umboða Setrið í altjóða útbúgvingarsamstarvi
menna og seta í verk vegleiðingar til at góðskutryggja útbúgvingar
avgreiða mál og svara spurningum frá studentum, starvsfólki og almenningi
menna tænastur til lesandi og starvsfólk
umsita heimasíðu og intranet
Tú fært ábyrgd av at byggja upp lestrarskrivstovuna og av at skipa ymisku
uppgávunar, soleiðis at tær verða loystar til fulnar. Skrivstovan kemur í
hesum at arbeiða tætt saman við útbúgvingarfakfólki, vegleiðarum og
deildarskrivstovum.
Førleikakrøv
Tú hevur akademiska útbúgving á kandidatstigi, viðkomandi leiðsluroyndir,
fyrisitingarligar førleikar og góð samstarvsevni. Tú hevur góðar målførleikar
í føroyskum og dugir væl at samskifta á enskum og skandinaviskum.
Harumframt krevur starvið, at tú hevur analytisk evni og dugir væl at nýta
kunningartøkni.
Setanarvidurskifti
Starvid er fulltidarstarv og verður lønt eftir sáttmála millum avvarðandi
yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Starvið hevur tilvising til rektaran.
Umsóknir og umsåknarfreist
Hevur starvið tín áhuga, frætta vit fegin frá tær. Send okkum tína umsókn
við avritum av prógvum og lívrensli til umsokn(Øsetur.fo. Umsóknarfreistin
er fríggjadagin 7. november 2014.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Sigurð í Jákupsstovu, rektara, á tel. 292503 ella á sigurdj(Øsetur.fo. Les
eisini um Setrið á www.setur.fo.
NÆ
FRODSKAPARSETUR
FØROYA
J. C. Svabos gøta 14 * Postrúm 272
110 Tórshavn « www.setur.fo
Vitan er pallurin - forvitni er drivmegin
Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum.
Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslåg at inna gransking, geva frålæru á hægsta
stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og håttaløg.