Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í starvinum fært tú møguleika, at: • leiða virksemið saman við einum stýri, ið brennur fyri at styrkja um arbeiðsførleikar við mennandi arbeiðsvirksemi og útbúgving. • samstarva við dugnalig og framskygd starvsfólk og saman við teimum røkka settum málum. • seta tíni fingramerki á eitt dynamiskt, spenn andi og mennandi arbeiðspláss, har starvsfólk spíra og mennast. Vit ynskja ein stjóra, ið: • er savnandi og hevur evni at stuðla undir at menna virksemið og starvsfólkini. • megnar at samansjóða deildir og at samstarva við starvsfólk og aðrar samstarvsfelagar. • hevur umsitingarligar førleikar og er væl skipað/-ur. Hevur skil fyri fíggjarstýring og kunnleika til roknskap. Hevur góðan munnligan og skrivligan málførleika umframt telduførleika á brúkarastøði. • Hevur viðkomandi útbúgving og leiðsluroyndir. Stjórin hevur tilvísing til stýrið fyri Dugna. Starvið verður lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastu mannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastu manna starv. Miðjað verður eftir, at nýggi stjórin byrjar 1. januar 2015, men vit bíða fegin longri eftir rætta stjóranum. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Ásu Olsen, stýrisforkvinnu millum klokkan 16.00 – 20.00 á tlf. 519382. Umsókn við prógvum, C.V. og øðrum viðkomandi skjølum verður at stíla til: Dugni, á Hjalla 7A, Boks 301, 110 Tórshavn. Ella til t- post: dugni@dugni.fo Umsóknir skulu verða Dugna í hendi áðrenn fríggjadagin tann 7. november kl. 14.00. Samrøður verða í viku 47. Dugni hevur hesi trý hjartamál: 1. Vit taka støði í tí einstaka. 2. Vit viðurkenna ymiskleika 3. Vit styrkja arbeiðsførleikar. Meir um Dugna á heimasíðuni www.dugni.fo Stjóri til Dugna Vit sóknast eftir eini eldsál at standa á odda fyri virkseminum hjá Dugna sansir.fo Um Smyril Line Felagið var stovnað í 1982 og er í dag ein altjóða fyritøka við deildum í Føroyum, Íslandi, Týsklandi og Danmark. Smyril Line eigur og rekur ferðamanna­ skipið Norröna, sum siglir í fastari rutu á norður­ atlanst havinum millum Føroyar, Danmark og Ísland. Um teg Tú er álítandi, ágrýtin, fyrikomandi, ábyrdarfull/ ur, arbeiður sjálvstøðugt og hevur hollan kunn leika innan handilsøkið. Tað er eisini ein fyri mun ur, um tú hevur kunnleika til Tax Free økið, men ikki ein treyt. Tú mást vera flexibul, kreativ/ur og duga at plan­ leggja út í framtíðina, tí avbjóð ing ar nar við ymisku málbólkunum og árs tíð unum krevja tað. Vit kunna bjóða tær Eitt fjølbroytt og avbjóðandi leiðarastarv í eini spenn­ andi fyritøku, sum støðugt er í stórari menn ing. Tú kemur at arbeiða tætt saman við øðr um leiðarum um borð á Norrönu og tú fært eitt toym i av góðum og roynd um starvsfólki rundan um teg. Arbeiðsuppgávur: • Tú fært ábyrgd av tax free søluni • Tú fært ábyrgd av øllum innkeypi til tax free • Tú fært ábyrgd av starvsfólkum í tax free • Tú skalt leggja fíggjarætlan fyri handilin • Tú skal planleggja sølu og marknaðarføring fyri handilin Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber. Lønin verður ásett sambært avtalu. Umsókn Send umsókn og avrit av møguligum viðmælum og prógvum í seinasta lagi tann 9. nov. 2014 umvegis teldupost til Rúna Olsen á runio@smyrilline.fo. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Rúna Olsen umvegis teldupost ella á tlf. 225984. Smyril Line · Yviri við Strond 1 · P.O.Box 370 · 110 Tórshavn · Faroe Islands · Tlf 34 59 00 · Fax 34 59 01 · office@smyrilline.fo · www.smyrilline.fo LEIÐARI TIL TAX FREE HANDILIN Smyril Line søkir eftir leiðara til Tax free handilin umborð á Norrönu