Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tróndur Arge Føroyski landsliðsmiðverjin, tann 20 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad, fekk av álvara oyrini í maskinuna, tá AC Horsens spældi móti Esbjerg í triðja umfari í donsku steypakappingini. Super­liga-liðið, Esbjerg, vann nevnliga ikki minni enn 7-0. Esbjerg stillaði eisini við sterkasta liðið og spældi við fullari ferð, hóast dysturin var vunnin í seinna hálvleiki. Støðan í hálvleikinum var 2-0. Sonni Ragnar spældi allan dystin. Hann hevur í sein­astuni spælt væl og skorað mál. Tað er nokk lítið at ivast í, at Sonni Ragnar verður millum teir fyrstu ellivu, tá føroyska landsliðið um góðar tvær vikur spælir móti Grikkalandi á útivølli. Hann hevur higartil í EM undan­kappingini spælt allar dystirnar. Kristian stóð í mál Kristian Joensen og Lyngby taptu á heimavølli fyri 2-0 Randers, sum spælir í bestu deildini. Kristian Joensen, sum eisini spældi seinast í landskappingini, stóð allan dystin í mál. Sum skilst, so spældi føroyski málverjin ein góðan dyst. Kristian Joensen hevur havt trupult við at fáa spælitíð, men í steypa­kapp­ ing­ini hevur hann fingið møgu­leikan frá byrjan. Í farnu viku spældi hann allan dystin móti Skive, tá Lyngby vann 2-1. Føroyski mál­verjin og Lyngby liggja á ein­um deildum fyrsta plássi saman við Viborg. Kristian Joensen hevur í ár mist lands­liðs­ plássið til Tórð Thomsen úr B36 og Teit M. Gestsson úr HB. Tann kappingin blívur helst harðari hesaferð. Holst prikaði til Brøndby Christian L. Holst og Fremad Amager høvdu eina torføra uppgávu móti Brøndby IF á heimavølli. Uppgávan bleiv eisini ov torfør fyri føroyska landsliðsspælaran, tí Brøndby vann 3-1. Christian hevði onkrar góðar aktiónir og kundi havt javnað fyri Fremad Amager í fyrra hálv­leiki. Hann var sum altíð tryggur á bóltinum og tóktist ikki bangin fyri at spæla. Hann hevur drúgvar royndir úr bestu deildini, og tað sást aftur. Móti endanum av dyst­ inum var um reppið, at Fremad Amager kom inn í aftur dystin. Christian L. Holst legði fyrst upp til 3-1, áðr­enn Fremad Amager brendi tveir stórar møgu­ leikar. Í annaðkvøld er møguleiki fyri fleiri føroyskum spæl­ arum í triðja umfari í donsku steypa­kappingini. Brandur H. Olsen er í hópinum hjá FCK, sum skal spæla móti FC Roskilde. Keldir hjá Sosial­ inum siga, at okkurt bendir á, at skálvíkingur fær sínar fyrstu minuttir á besta lið­ num í morgin. Eisini møtast AaB og Vejle, sum hava avikavist Gilla Sørensen og Viljorm Davidsen í hópinum. Viljormur Davidsen er fastur maður hjá Vejle, meðan Gilli hevur havt trupult við at koma á liðið. Hetta er so ein møgu­leiki hjá honum at fáa nakrar minuttir á besta liðnum. Í gjár vann Silkeborg, sum hevur Ára M. Jónsson í hópinum, 4-0 á Rødovre. Ári spældi ikki við. Hann hevur havt trupulleikar við skað­ um í seinastuni. trondur@sosialurin.fo Føroyingar grýttir úr donksu steypakappingini Sonni Ragnar Nattestad, Kristian Joensen, Christian L. Holst og Høgni Madsen taptu allir í triðja umfari í donsku steypakappingini fyrr í vikuni Sonni Ragnar Nattestad í venjing við føroyska landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen