Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 31. oktober 2014 · Nr. 124 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur Kyndil tapir dystin móti Team Klaksvík Aganevdin: Kyndil hevur tapt dystin í fyrsta umfari í landskappingini móti Team Klaksvík. Hóast teir vunnu 32-18, so hevur aganevndin staðfest, at Rune Olsen spældi uttan at spælaraloyvið hjá honum er upp á pláss Tróndur Arge Team Klaksvík kærdi Kyndil, eftir uppfordran frá Hondbóltssambandinum, í fyrsta umfari í bestu deildini hjá monnum, tí Kyndil hevði ikki fingið spælaraloyvi hjá Rune Olsen upp á pláss. Tað lá í Viborg, har hann hevði gingið á eftirskúla. Aganevndin er nú komið við úrskurðinum og stað­ festur, at Team klaksvík hevur rætt í síni kæru. Spæl­ ara­loyvið hjá Rune Olsen var ikki upp á pláss. Málið uppstóð eftir at Kyndil, fríggjadagin eftir dystin, bað umsitingina hjá HSF um, at fáa flutt loyvið úr Viborg HK. Umsitingin gjørdi vart við, at leikarin hevði leikt undanfarnað vikuskifti, har­eftir Team Klaksvík mót­ mælti óregliseminum. Aganevndin vísir á, at sambært kappingar­regl­ unum hava feløgini sjálvi treyta­leysa skyldu til at tryggja sær, at ein leikari hevur leikrættindi fyri felagið. Er hetta ikki yvir­ hildið, er leikarin at rokna sum ólógligur, hareftir liðið tapir dystin. Við hesum er Team Klaksvík vinnari av dyst­inum við málmuninum 0-0. Kyndil: Vit fara allan vegin Í Kyndli eru tey ikki nøgd við mannagongdina í málinum, sum nú hevur kostað teim­ um trý stig í fyrsta umfari. Tað kemur greitt fram í kjaki, sum hevur verið á Hond­bólts­kjak, sum er ein kjakbólkur á Facebook. Her kemur millum annað fram, at formaðurin í Kyndli ikki er nøgdur við mannagongdina í málinum. Hann sigur soleiðis við Sosialin. – Hetta málið halda vit vera álvarsligt fyri HSF-um­ sitingina, tí vit halda ikki, at umsitingin sam­bært kapp­ingar­regl­unum hevur heimild til at kæra nakran. Í grein 5.18 í kappingar­ regl­unum stendur, at hendir tað eftir ein dyst, at leiðslan í einum felag kemur eftir, at ein spælari er brúktur ólógliga, kann felagið mót­mæla, tað vil siga feløgini skulu av sínum ein­tingum kæra, sigur Uni Arge, formaður í Kyndli, við Sosialin og vísir á: – Í hesum málinum kærdi HSF-umsitingin sjálv Kyndil, og tað halda vit vera brot á reglugerðina. Aldrin áður hevur umsitingin okk­um vitandi borið seg soleiðis at. Hetta er heilt nýggj manna­gongd, sum skrivarar­nir hjá HSF uttan aðalfundarsamtykt hava sett í verk, og tað ber ikki til, tí ongin veit, hvørjum megin­ reglum eftirlitið virkar eftir, og um líkarættur millum feløgini verður tryggjaður, sigur formaður í Kyndli víðari. Her verður víst til, at tað er Hondbóltssambandið, ið hevur boðað Team Klaks­ vík frá støðuni. Síðani kærir Team Klaksvík. Í úrskurð­ inum stendur eisini; »Um­ sitingin er greið yvir, at Rune Olsen hevur verið partur av hópinum hjá Kyndli upp til kappingina og er hann sæddur spæla á besta lið­ inum.« – Í avgerðini hjá Aga­ nevnd­ini stendur, at um­sit­ ingin væl visti um nevnda kyndilsspælara longu áðrenn kapp­ingina. Okkara venjarar vóru eisini fleiri ferðir í sam­ bandi við umsitingina um spæliloyvir, eisini hjá hes­um spælaranum. Kyndil fekk tó onga áminning frá um­sitingini um spælaran áðrenn 1. leikumfar, men tá dystur hevði verið, fekk Team Klaksvík fráboðan um spælaran. Millum annað hetta prógvar eftir okkara tykki ólíkarættin, vísir for­maðurin í Kyndli á. Kyndil hevur nú 14 dagar at kæra dómin til dóms­ nevndina hjá HSF. – Vit ætla okkum allan vegin við málinum, so álitið á HSF-umsitingina kann endur­reisast, tí hon hevur skyldu til at viðgera feløg eins. Vit vænta, at málið endar við, at virksemið hjá HSF-um­sitingin verður gjølla eftir­hugt og regulerað, tí so hvørt sum umsitingin styrknar við løntum fólki, tykist hon at taka sær meira vald, enn reglugerðirnar loyva, men tað gongur ikki. Hon kann ikki arbeiða eftir egn­um høvdi, staðfestur Uni Arge at enda. Aganevndin vísir aftur Aganevndin vísir á kapp­ ingarreglu 3.5, har tað fram­ gongur, at feløgini sjálvi hava treytaleysa skyldu til at tryggja sær, at ein leik­ari hevur leik­rætt­indi fyri felagið. Kyndil hevur ikki hildið hesa skyldu og Aganevndin metir ikki, at síggjast kann burtur frá skylduni orsakað av møgu­ ligum innan­hýsis­miskilj­ ingum. At leikarin møgu­liga ikki hevði ávirkan á dystar­ úrslitið, metir Aganevndin ikki vera viðkomandi í tílíkum málið, har kappingar­ reglur­nar eru púra greiðar, sí 3.5. At ivi kann sáast um um­ sitingar­ligu mannagongdina, metir Aganevndin ikki vera avgerandi fyri málið. Umsitingin hjá HSF er vaksin frá einum hálv­tíðar­ starvi til tvey fulltíðarstørv yvir tvey tey seinastu árini, og hevur hetta viðført størri arbeiðsorku og harvið betri eftirlit í tílíkum málum. Aganevndin metir, at undan­farin praksis stendur veik, og at tílík mál áður møguliga eru farin fram við borðinum, kann ikki koma Kyndli ella øðrum feløgum í líknandi støðum til góðar nú. Aganevndin viðmerkir, at limafundir bert eru veg­ leiðandi fyri virksemið hjá HSF. Aganevndin vísir hartil á, at umsitingin varð tvungin inn í málið, tá Kyndil fríggjadagin 03.10.14 bað um at fáa spæliloyvið flutt stutt eftir at leikarin hevði leikt fyri Kyndil uttan loyvi. Aganevndin metir, at umsitingin er noydd at reagera í tílíkum førum. Spæli­loyvið hjá Rune Olsen var ikki í Kyndli, tá dystur var leiktur og harvið var Rune Olsen ólógligur. trondur@sosialurin.fo Kyndil dømt at tapa Í úrskurðinum verður víst til kappingarreglur 4.1 og 5.3 4.1 Fyri at kunna luttaka í dystum fyri eitt felag, má spælarin hava spæliloyvi sambært reglunum í grein 4 og stk. 1.4. 5.3 Um ein ella fleiri leikarar spæla ólógliga sambært kapp­ingar­ reglunum, tapir liðið dystin. Aganevndin er av tí greiðu fatan, at Rune Olsen var ólógligur í dysti A101 og at reglurgerðin er púra greið á hesum økið sambært 5.3. Aganevndin metir, at Kyndil hevur brotið reglugerðina og felagið verður tí dømt at tapa dyst A101. Víst verður til kappingarreglu 5.2 5.2 Um eitt felag fremur brot á reglugerðina, kann Aganevndin døma viðkomandi lið at tapa dystin, ið brotið verður framt í. At lið verður dømt at tapa ein dyst merkir, at úrslitið og møgulig vunnin stig fella burtur. Mótstøðuliðið verður tá sett sum vinnari og fær 2 stig, men ongi mál.