hósdagur 30. oktober 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014
4
VIKUSKIFTI
villleiðast
Sjónleikur
Ruth Winther Poulsen
ruth@sosialurin.fo
Í leikinum eftir Adam Price, Samtale
før døden, eru vit í fangabúrinum hjá
Eichmann einans tveir tímar, áðrenn
hann skal heingjast. Brátt kemur ein av
jødisku dómarunum inn í fangabúrið
hjá honum. Hann vil læra mannin at
kenna, sum hann hevur dømt til deyða,
og hann vil royna at skilja hansara
gerðir. Eichmann vísir á, at tað er
nakað seint, hesin dómarin velur at
tosa við seg, men letur hann tó koma
inn í fangabúrið at práta hesar seinastu
tímarnar, hann hevur eftir. Skjótt eru
teir báðir í drúgvum orðaskifti.
Ódjórið var ein bangin maður
Leikurin byggur á sjónarmiðini hjá filo
soffinum Hannah Arendt, sum fylgdi
rættargongdini móti Eichmann, ein av
søgunnar mest hataðu monnum, fyri
The New York Times. Hon væntaði at
síggja eitt ódjór. Í staðin sá hon ein
mann, sum var so vanligur, at tað var
ræðandi.
– Tað er løgið at siga, men tað hevur
verið einastandandi at spælt henda
leiklutin, tí at fólk, sum hava verið inni
og hugt at leikinum, eru blívin øgiliga
rakt av honum. Fólk hava verið upp
tikin av leikinum, og hetta hevur verið
málið hjá okkum, at hann skuldi siga
fólki nakað í dag.
Sjálvur kendi Olaf Johannesen ikki
nógv til Adolf Eichmann áðrenn hann
var boðin leiklutin. Einasta hann vitsti
var, at hesin maðurin var ein av heims
ins størstu brotsmonnum frá Nasi
týsklandi.
Hvussu fyrireikar mann
seg til ein slíkan leiklut?
– Eg lesi eina rúgvu. Øll rættargongdin
móti honum vardi í fýra mánaðar og
liggur á Youtube. Tað eru fleiri hundr
að tímar, og eg havi ikki sæð allar
upptøkurnar, men nógv av tí havi eg
sæð. Og so havi eg lisið bókina hjá
Hannah Arendt. Hennara útlegging
var, at hon hevði væntað at sæð eitt
odjór, ein stóran fana, og tað sum
hon sá, var ein vanligan, bangnan og
ótryggan mann.
– Henda útleggingin av Eichmann
varð so seinni mótsøgd av einari aðrari
kvinnu, Bettina Stangneth, sum eisini
hevur skrivað eina bók um rættar
gongdina. Hon sigur, at Eichmann var
ein manipulator, at hann leyg, og at
hann gjørdi alt fyri seg sjálvan, fyri at
seta seg sjálvan í eitt gott ljós, fyri at
blíva fríkendur.
– Tað tendraði meg ordiliga nógv
at skula vísa hesa dubultheitina. Á
ein hátt skal mann forsvara hann. Tað
nyttar ikki at halda hann út í strektum
armi og siga »sikken ein idiot!« Og tað
er heldur ikki tað, leikurin hjá Adam
Price snýr seg um.
Evnini at samskipa
bóru Eichmann fram
Adolf Eichmann var aldrin nakar
skúladrongur og ikki sermerktur til
nakað, áðrenn hann fór at arbeiða fyri
eitt amerikanskt oljufelag. Hansara
ótrúliga kensla fyri tí logiska og fyri
at samskipa fekk fólk at leggja merki
til hann. Og tað er nettupp henda
logiska kenslan, sum fekk hann at rúka
uppeftir í arbeiðinum við at týna týsku
jødarnar.
– Vit hava brúkt øgiliga nógva tíð
uppá at tosa um umstøðurnar rundan
um hansara persón, um Nasitýskland tá
og alt tað ræðuliga, sum tey gjørdu við
at reinsa so nógv út. Tað var so stórt,
at tað er næstan ómøguligt at skilja tað
ordiligt hvat tað var, sum fekk fólk at
gera slíkar gerðir. Síðani noyðist man
at miðsavna seg um eitt menniskja,
sum kemur inn í eina skipan, sum tann
nasistiska. Tá noyðist man at hugsa um,
hvussu tann politiska søgan var tá í
Evropa. Týskland var jú fullkomiliga
niðurundirkomið aftaná fyrsta heims
bardaga, so tá ið nasisman byrjaði, tá
byrjaði hon sum ein vón, sum nakað
nýbrot.
Í leikinum minnist Eichmann aftur
á fyrstu tíðina, tá hann og onnur
bjartskygd ung meldaðu seg í ung
mannaflokkin hjá høgravenda Front
kämpfervereinigung. Hesi ungu vóru
merkt av krígnum, og at Týskland hevði
endað sum tapandi landið. Hetta var
ein vøkur tíð fyri tey ungu, tí brádliga
Vit kunnu øll
Í 1963 varð Adolf Eichmann dømdur til deyða av statinum Ísrael fyri
brotsgerðirnar, hann stóð fyri undir Nasitýsklandi. Hann segði hann
seg vera ósekan, hóast hann hevði samskipað øll tokini, sum førdu
jødarnar beint í eldin. Villeiddur av vónini, sum nasisman bar við sær,
visti hann ikki, hvat hann gjørdi. Í Samtale før døden spælir føroyski
Olaf Johannessen Adolf Eichmann, arkitekturin handan Holocaust