hósdagur 30. oktober 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014
5
VIKUSKIFTI
myndir: Ulrik Jantzen / Das Büro
fingu tey aftur trúnna á Týskland, og
at tey saman kundu byggja landið upp
aftur.
Eichmann møtur konu síni um
hetta mundið, og skjótt verður hon ein
hollur stuðul, tá hann ferð eftir ferð fær
betur starv. Alt tykist so gott, at hvørki
Eichmann og enn minni kona hansara,
steðga sær á og hyggja rundan um seg
fyri at vita hvat tað er, sum hendir. Í
leikinum, kann Eichmann tykjast eitt
sindur býttur, tí hann ikki sær hvat tað
er sum hendir rundanum hann. Hann
fær uppgávur og loysir tær so væl, at
uppgávurnar hvørja ferð gerast fleiri
og alsamt týdningarmiklari.
– Leikurin er ikki ein søguligur
leikur sum so. Sannroyndirnar eru
sjálvandi í ordan, men tað sum Adam
Price hevur verið mest upptikin av, tað
er, hvat tað er, sum fær eitt menniskja
at gera tað, sum Eichmann gjørdi.
Og kunnu vit bara fordøma tað, ella
hvussu. Um hann lýsir eitt ódjór, ein
fana, so kunnu vit sum áskoðari bara
sita og siga, at handa mannin kunnu vit
ikki samanbera okkum við. Um tú har
afturímóti lýsir eitt menniskja, í hvussu
er sum Adam vil, so fær tað okkum
kanska at seta spurnartekin við okkum
sjálvi, nær siga vit frá í ymsum støðum,
og nær fara vit ov langt.
Einfaldi óndskapurin
Hannah Arendt lýsir einfalda ónd
skapin sum nakað, Eichmann ikki sjálv
ur stýrdi. Hann var hvørki sjúkur ella
jødahatari. Einasta skuldin hann bar,
var at røkta arbeiðið hjá sær.
– At byrja við trúgvi eg, at hann er
forførdur av tankanum aftanfyri nasi
smuni, og so blívur hann… altso hann
er naivur uppá nógvar mátar, hann sær
ikki tað politisku magtina, sum liggur
aftanfyri. Hjá honum snýr tað seg um
at verða fluttur fram og at koma hægri
upp í skipanina. Tað er ikki serliga um
hugsað. Hann ger sítt arbeiði, hann
dugir øgiliga væl at organisera, og tað
er líkasum tað, hann kastar seg útyvir,
sigur Olaf Johannessen.
– Í rættinum í Ísrael noktar hann seg
sekan. Hann sigur, at hann bara var eitt
lítið tannhjól í einari stórari maskinu,
so hann noktar at taka ábyrgd fyri alt.
Tó leggur hann at
enda aftrat, at um
jødarnir hava brúk
fyri at geva onkrum
skyldina, so er tað í
lagi, so kann hann
vera teirra sonoffur.
Hevur tú
samkenslu við
Eichmann?
– Altso eg haldi, at Eichmann er ein
brotsmaður, og hann hevur nakrar
ræðuligar brotsgerðir á sínari sam
vitsku, sum hann skal straffast fyri.
Eg havi samkenslu við honum sum
menniskja, altso skilt á tann hátt, at
vit kunnu øll blíva villleidd, og um vit
ikki kunnu síggja tað í eyguni, so verða
vit kanska nettupp villeidd. Uppá tann
mátan havi eg samkenslu við honum,
men annars ikki samkenslu sum so.
Í leikinum er kona Eichmann ein
ímynd av tí týska fólkinum, sum letur
seg villleiða av ideologiini. Tey halda,
at týska fólkið er nakað heilt serligt,
og at tey arbeiða fyri einari góðari sak.
Hóast tað eru fleiri, sum settu seg upp
ímóti nasismuni, enn mann heldur, so
varð fólkið forført og logið fyri. Eitt
nú heldur kona Eichmann, at maður
hennara syrgir fyri, at jødarnir koma
gott avstað úr Týsklandi til tað betra
staðið, sum teimum er ætlað.
Sunnudagin 9.november er síðsta
sýning av Samtale før døden, og Olaf
Johannessen er longu farin undir
venjingarnar til næsta leikin, sum
verður frumframsýndur 29.november.
Aftur verður leikurin sýndur á Betty
Nansen Teater, og hann verður verandi
í Nasitýsklandi.
– Leikurin eitur Mefisto og snýr
seg um ein av teimum størstu sjónleik
arunum í Týsklandi, Gustav Gründgens.
Hann var sjónleikari áðrenn Týskland
varð yvirtikið av nasistunum og
var bara verandi. Hann kom undir
veingirnar á Hermann Göring, næst
kommanderandi hjá Hitler, sum
var mentamálaráðharri. Hetta fekk
luft undir veingirnar á Gründgens,
og hann fekk eina stóra karrieru og
bleiv leikhússtjóri í Berlin, sigur Olaf
Johannessen.
– Vit kunnu øll blíva villleidd, og um vit ikki kunnu síggja tað í eyguni, so verða vit kanska nettupp villeidd, sigur Olaf Johannessen