Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014 6 VIKUSKIFTI mynd: Eydbii Myndir Tónleikur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Fyri sjey mánaðum síðani gjørdust Anthony Jasmin fyrsti bólkur, sum vann donsku X Factor tónleikakappingina, ið Danmarks Radio skipar fyri. Jasmin hevur føroysk ættarbond, og tí fylgdu føroyingar ivaleyst serliga væl við teimum báðum. Evnini vóru har, og tey riggaðu væl saman, men tey eru ikki komin serliga langt síðani X Factor, og nú hava tey boðað frá, tey steðga við musikalska sam­starvinum. Almenna grundgevingin er, at tey skulu gera útbúgvingar lidnar, og tí hava tey ikki stundir og orku at halda fram við samstarvinum, men ivaleyst eru eisini aðrar orsøkir til, at tey ikki verða tónleikapar í komandi tíðum. Fleiri orsøkir Danska blaðið MetroXpress hevur funnið nakrar óalmennar grund­gev­ ingar fyri, hví Anthony Jasmin ikki yvir­liva sum bólkur. Ein orsøk skal vera, at fólk kenna lítið og einki til tey. Tá ið X Factor er í hæddini, vita tey flestu, hvørjir lut­ tak­ararnir eru, men tað gongur skjótt niður á bakka eftir tað, og fólk gloyma skjótt, hvør vann X Factor. MetroXpress vísur eisini á, at Anthony Jasmin mangla eitt hitt. Vinnara­sangurin frá X Factor stóð seg hampiliga væl, men fólk kenna ikki aðrar sangir hjá teimum. Tað verður eisini nevnt, at Thomas Blachman, sum tók sær av teimum í kappingini, er ikki tann rætti til at skapa eitt nýtt popphitt. Tað eru næstan liðin 20 ár, síðani hann stílaði fyri einari veruligari hittútgávu. Í øllum førum er tað nú greitt, at sang­ararnir í fyrsta bólkinum, sum vann X Factor í Danmark, eru farnir hvør til sítt. Tey vóru fyrstu bólkur, ið vann donsku X Factor kappingina, men tey hildu ikki leingi og náddu ikki langt Jasmin farin frá Anthony Føroyska Jasmin Dahl var onnur helvtin av vinnandi X Factor bólkinum Anthony Jasmin Halleluja-Sofus verður ein av sangarunum, sum fara at heiðra Frændur í Klaksvík hálvan november Tá ið Frændur halda 30 ára dagin um eina viku, fara kendir sangarar at tulka sangskattin hjá bólkinum Um tvær vikur heldur tónleikabólkurin Frændur sín 30 ára dag, og tað verður gjørt við fram­førslu frá føðingardagsbarninum og nógvum kendum sangarum. Umframt framførslur, sum Frændur fara at hava hetta kvøldið, verður eisini ein serlig konsert við bólkinum Flammu og gestasangarum. Kendir føroyskir sangarar fara at syngja Frændursangir fyri at heiðra kanska best umtókta føroyska tónleikabólkin nakrantíð. Tær tríggjar songkvinnurnar í Flammu, Malan Eyðuns­dóttir, Laila Carlsen og Ann Chanett, fara at syngja hvør sín sang hjá Frændum, og afturat teimum fara eisini Halleluja-Sofus, Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Karl Martin Samuelsen, Kim Hansen, Pætur við Keldu, Tróndur Enni, Rókur Jákupsson og fleiri á pallin. Tey fara at tríva í eitt nú Friðarsangin, Hvítar Flykrur, Millum Mussarnar og aðrar kendar sangir hjá Frændum. Bæði KÍ-høllin og Badmintonhøllin verða brúktar til tiltakið, og skift verður millum pallarnar í báðum hallunum. Frændur hava serliga føðingardagskonsert tíð­liga á kvøldinum, og teir fara aftur á pallin móti endanum, tá ið teir spæla sína stóru hittkonsert. Saman við Frændum syngja eis­ ini Hanus G. Johansen og Terji Rasmussen, sum vóru partur av bólkinum fyrstu árini. 30 ára tiltakið hjá Frændum verður í Klaks­vík leygarkvøldið 15. november. Halleluja-Sofus syngur Frændur