Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014 7 VIKUSKIFTI S einast høvdu vit sjúkur, fjølmiðladarlingin, uppi at venda her. Nú taka vit einasta heili­ vágin, sum bæði skjótt og væl lekir allar sjúkur eina ferð fyri allar. Hann eitur deyðin og krevur onga resept. Kill your darlings. Eingin húsafløvi, house­ warming, verður í køldu og slavna kjallara­íbúðini. Men opið hús verður eftir at flagið er lagt á og grav­arin farin til hús. Svart skemt er hvassasta skemtið, sigst. Gálgaskemt kallast svarta skemtið eisini. Gálgaskemt, rav­magns­stólsskemt er í so háspent, stavar, sum orðið bendir á, frá støðum í lívinum, sum eru vón­leysar, haðani eingin vegur er aftur. Til dømis kundi tann deyða­dømdi spyrja bøðilin, beint áðrenn hann skuldi í gálgan, um onkur knútamaður bant slipsa­ knút á lykkjuna, ella um ein skóti bant knútin. Um hongslini á lemm­inum eru smurd nýliga. Ella kann tann gálga­dømdi siga við bøðilin: vit síggjast. Bretar eru heimsmeistarar í svørtum skemti, ja, skemti yvir­høvur. »Always Look on the Brigtht Side of Life« syngja teir hangandi á krossinum. Tað ræður um at fáa tað besta burtur úr øllum, so sum frálíka útsýninum yvir Jerusalem nakrar metrar uppi á krossbjálkunum. Deyðin er so miskunnarleysur, náði­leysur, at besta vápnið móti honum hjá teimum, sum ikki vænta sær eitt annað lív eftir deyðan, er kolasvart skemt. Nógv siga okkurt skilagott, beint áðrenn tey sleppa endanum. Heilar bøkur eru við seinastu orð­unum hjá kendum fólkum. Løgið, at fólk fáa hugsavnað seg um at siga okkurt, sum er vert at goyma, beint áðrenn tey doyggja. Onkur gevur sær enntá stundir at yrkja, tá deyðin kemur og ikki ætlar sær at fara tóm­ hentur. Tann besti er Þórir Jökull Steinfinns­son, stríðsmaður, ribbaldur og skald í Íslandi í 13.øld. Hann varð tikin í bardaga á Norðurlandinum 21.august í 1238. Tá var borgarakríggj í Íslandi. Þórir varð avrættaður, háls­høgdur. Tað var so tað, men verri fyri hann var, at bróðir ein mann, sum Þórir drap í einum øðrum bardaga árið fyri, tann 28.apríl í 1237, slapp nú at drepa Þórir. Íslendinga­søgan hevur alt við, eisini dagfestingar og hvør drap hvønn. Teir, sum skrivaðu hana, vóru á staðnum sjálvir ella høvdu fólk á staðnum, sum sendu bein­leiðis. Men Þórir var ein rættiligt mann­fólk. Hann bað ikki sín egna bøðil um umbering fyri at hava dripið bróður hansara. Hann lovaði ikki ongantíð at drepa aftur. Hann bað ikki um loyvi at senda boð eftir advokati ella at roykja seinasta ballið. Nei, hann yrkti eina mergjaða yrking um seg sjálvan, áðrenn hann fekk bana­høggið. Hann yrkti síni egnu minningar­orð. Yrkingin er eittans ørindi, men kanska vóru fleiri á veg, tá deyða­dómurin, sum ikki kundi appelerast, varð framdur. Menn vóru nógv effektivari tá í tíðini. Teir vóru so effektivir, at onkur, sum stóð hjá bøðlinum, hevði av berari tilvild kálvsskinn við sær og gásafjøður, so hann steno­graferaði yrkingina við blóði og reinskrivaði hana seinni. Yrkingin er væl yrkt eftir øllum reglum og treytum, sum tá vóru, við vanligum rími og stav­ rími, so sum tey trý kini í fyrstu tveimum reglunum: Upp skal á kjöl klífa/köld er sjávar drífa. Okkara maður fekk ikki strongd av deyðanum. Seinastu orðini, hann yrkti, tá hann sá øksina ella svørðið nærkast hálsinum, vóru hesi: Ást hafðir þú meyja/eitt sinn skal hver deyja. Sera leysliga og óskaldsliga týtt: Kvinnur elskaðu teg, eina ferð skulu øll doyggja. Tá vóru menn menn. Uttan møsn og nakað -krati. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Hvast hálsprýði við knúti LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein LURTA! Annie Lennox tulkar amerikanskt Annie Lennox, sum var fødd í Aberdeen og hevur verið ein av kvinnuligu profilunum í altjóða popp­ tónleiki – ikki minst sum sangari í bólkinum Eurythmics – hevur givið nýggja fløgu út. Hon er fram­vegis ein frálíkur sangari og tulkari av sangum. Hesa­ferð hevur hon gravað eftir gulli í USA og hevur gjørt sína útgávu av gomlum sangum, sum eitt nú Billie Holliday og Nina Simone hava sungið. Útgávan kallast hóskandi Nostalgia. Batman 75 ár Superhetjan Batman kann í ár hátíðarhalda sín 75 ára føðingardag. Tað vóru Bob Kane og Bill Finger, sum í 1939, tá ið tað spruttaði undir lokinum í Europa, skaptu Batman. Tað fyrsta, sum sást til Batman, var í tekniseriuni Detective Comics. Síðani er Batman ein tann kendasta superhetjan, ið er skapt, og fleiri sjónleikarar hava spælt Batman í filmi – eitt nú Val Kilmar, Christian Bale og George Clooney. Seinasta verkið hjá Williami Laterna Magica var sein­asta verkið hjá Williami Heinesen, og nú er bókin týdd til før­oyskt. Søgurnar í bókini hava Havnina sum baksýni, men tær fara fram allastaðni, til alla tíðir og snúgva seg um mannalívið – um føðing og deyða, kærleika, longsul og vónir, hugmóð og kúgan og góðsku, álvara og skemt. Jonhard Mikkelsen hevur týtt bókina til føroyskt. iTunes missur sølu Tað gongur ikki serliga væl hjá iTunes, sum er heimsins størsti seljari av tónleiki. Síðan ársbyrjan er sølan hjá iTunes minkað við heili 13 prosenti, og tað er á einum talgiltum marknaði, sum annars bert hevur upplivað framgongd. Greinarar siga við Wall Street Journal, at tað eru tær mongu bíligu tænastunar við tónleikastreaming og niður­tøku, sum hava rakt søluna hjá Apple. Scorsese ger film um Greatful Dead Leikstjórin Martin Scorsese hevur gjørt kendar filmar um eitt nú The Band, Bob Dylan og Rolling Stones. Nú er Scorsese farin í holt við ein film um psykadeliska rockbólkin Greatful Dead. Hetta skrivar blaðið Variety. Oddamaður í Greatful Dead var Jerry Garcia, ið doyði í 1995. Filmurin um skal innihalda gamlar filmsupptøkur, samrøður og annað. Samkynd muslimsk kvinna Leikbólkurin InTime Theatre sýnir í hesum døgum einmansleikin »Einki orð« á Tjóðpalli Føroya. Sóley Danielsen er leikari, og íslendska Jenný Lára Arnórs­ dóttir er leikstjóri Einki orð snýr seg um lívið hjá einari muslimskari kvinnu, ið stríðist við at sameina sín muslimska sam­leika við sín samkyndleika. Hann snýr seg eisini um nógvu fordómarnar, ið valda um islam. UPPLIV! LES!