Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014 8 VIKUSKIFTI marin Starvsvenjing Barbara Holm barbara@sosialurin.fo 25 ára gamla tvørakvinnan Marin í Dali hevur lisið til lækna í Keyp­ manna­havn seinastu trý árini. Og kanska ikki óvæntað skulu læknarnir í starvs­venjing í ymsum tíðarskeiðum undir útbúgvingini, tí tað skal hjálpa teim­um at læra meira um veruliga lívið innan læknaheimin. Tá ið Marin skuldi velja sær eitt sjúkrahús at fara í starvsvenjing í, so leitaðu tankarnir til Grønlands. – Eg valdi Grønland, tí eg ynskti at uppliva eitt annað norðurland, ið kann samanberast við Føroyar, greiðir Marin frá. Marin var í starvsvenjing í seks vikur á skurðdeplinum í Nuuk, sum um­fatar tríggjar deildir – gynækologi og obstetrik, ortopædi og parenkym, og allar skurðviðgerirnar fara fram á somu skurðgongd. – Eg havi fyri tað mesta verið hjálpar­fólk til skurðviðgerðir, men eg havi eisini verið í ambulatoriunum, føði­ganginum, skaðastovuni og lækna­ klinikkin, so eg havi veruliga verið nógv ymisk støð og upplivað sera nógv spenn­andi, sigur Marin. Sum einasti lesandi á skurðdeplinum slapp Marin veruliga at royna seg, og orsaka av, at hetta var fyrstu ferð hon var í starvsvenjing, var hvør dagur spenn­andi. – At bora sítt fyrsta hol og seta tær fyrstu skrúvurnar í mannabein fyri at rætta tað upp eftir brot, tað er altso nakað heilt serligt. At vera við á eini neyðflyting til Aasiaat, har vit til­ samans vóru 6 fólk í einum flúgvara, var eisini ein stór uppliving, sigur Marin. Henni dámdi sera væl fólk í Nuuk, og kendi seg skjótt heima har. Í veru­ leik­anum kendi Marin seg meira heima eftir 6 vikur í Nuuk enn eftir trý ár í Keyp­mannahavn. – Eg havi fingið góðar vinir, og eg starvsvenjing í Nuuk – Sum einasti læknalesandi í starvsvenjing í Dronning Ingrids Hospital í Nuuk í seks vikur hevur Marin í Dali av álvara fingið roynt seg sum lækni. – Tað var ótrúliga spennandi, og eg fari uttan iva aftur til Grønlands, sigur Marin