hósdagur 30. oktober 2014síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014
9
VIKUSKIFTI
haldi, at vit hava meiri í felag, enn vit
veruliga vita av. Vit skilja bara hvønn
annan betur, og virðir og atburður yvir
høvur minna nógv um hvørt annað,
heldur Marin.
Hon er púra sannførd um, at tað er
gevandi fyri tey flestu at fara út um
landoddarnar í samband við lesnað ella
við arbeiði.
– Føroyar eru eitt rættiliga gott land
at liva í, og tí eru vit so heppin, at tú
oftast kemur aftur við kensluni av, at
Føroyar eru tað besta staðið á jørð,
sigur Marin.
Hon heldur tað vera sera umráðandi
at læra um, hvussu onnur fólk liva,
hvørji virði tey hava ella hava mist,
hvussu tey nýta natúruna, og hvussu
tey liva saman.
– At knýta vinabond um hav og lond
kann bara vera við til at byggja okkara
egna lív og okkara land til nakað enn
betur og sterkari, sigur Marin, sum við
gleði minnist aftur á náttúruna í Grøn
landi.
Grønland er viðkomandi
Marin hevur altíð havt stóran áhuga
í mentanarligum og samfelagsligum
viðurskiftum umframt, at hon hevur
stóran alsk til náttúruna. Tí var Grøn
land eitt sera áhugavert stað hjá Marini
at fara.
– Eg vildi læra meiri um teirra
mentanarligu og landafrøðiligu avbjóð
ingar, og hvussu hesi ávirka teirra
heilsu og lívsgóðsku. Eisini vildi eg
síggja, hvussu teirra heilsuverk virkar,
hvussu læknarnir arbeiða saman, og á
hvønn hátt Føroyar eru øðrvísi sigur
Marin.
Men náttúran var hon, ið veruliga
dró Marina til sín, og tí kendi hon seg
heldur innibyrgda, tá ið hon fann útav,
at høvuðsstaðurin í Grønlandi einans
er 9 km úr enda í annan.
– Eg veit ikki, hvat eg hevði væntað,
men eg bleiv bilsin, tá eg fann út av,
at eg eftir fyrsta vikuskiftið í roynd og
veru hevði gingið allastaðni í Nuuk.
Strekkið úr einum enda av býnum til
ytsta bygda økið liggur um 9 km, og
eg slapp ikki longur, um eg ikki fór
yvir fjøll ella firðir, sigur Marin, sum
nú skilur hví allir grønlendingar hava
bátar, eins og vit hava bilar.
Náttúruna ávirkaði eisini huglagið,
tí heima á Tvøroyri varð Marin von
við at hoyra eina ørgrynnu av ymsum
ljóðum úr náttúruni, men einasti fugla
sangurin í Nuuk kom frá ravni.
– Tey hava sera lítið av mold, og
tí sæst bert mosi á fjøllunum og ikki
ein einasti urtagarður, ið fyri meg sá so
sera bert út. Sum næstan tann einasti
fuglurin, tú sær, er ravnur allastaðni.
Uppvaksin í Trongisvági millum nógv
djóralív, er ravnurin nakað keðiligt, og
tí var eg leingi ávirkað av huglagnum,
ið ravnurin gav, men eg vandi meg tó
við ravnagorri, greiðir Marin frá.
Hóast náttúran var øðrvísi enn
væntað, so var hon stórsligin og fang
andi.
– Altso Norðlýsi, hvalar, ísflakar,
kavi og tann avbera góði maturin beint
frá natúruni, tað er veruliga fantastiskt,
sigur Marin, og minnist aftur á dagar
nar í náttúruni í Grønlandi.
– Altso Norðlýsi, hvalar, ísflakar, kavi og tann
avbera góði maturin beint frá natúruni, tað er
veruliga fantastiskt, sigur Marin, og minnist
aftur á dagarnar í náttúruni í Grønlandi
myndir: privat