hósdagur 30. oktober 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014
10
VIKUSKIFTI
lívinum...
Samrøða
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Heystið er yvir okkum, og hendan árs
tíðin kann verða sera hugnalig og huga
lig, hóast tað er blivið myrkari, kaldari
og vátari.
Í bókini »Edelweiss og sólarkaffi«
skrivar Monika Stauss Joensen, sum er
ættað úr Sveis, hvussu náttúran í Sveis
á heysti tykist bjóða inn til eina sein
astu veitslu, áðrenn kuldin og kavin
lata hana fara til hvíldar.
– Um heystið koma allir sansirnir til
sín rætt. Mjørkin liggur um morgunin
sum eitt tungt teppi og lættir spakuliga,
tá ið sólin kemur fram. Nýggir luktir
eru í luftini, sólin missir sína styrki,
blómurnar byrja at følna, fruktirnar eru
hentaðar, trøini eru við at skifta lit, og
bløðini detta av. Eisini kornakurin er
sligin, og kornið komið til høldar; vín
drúvur eru hentaðar og pressaðar til
søta drúvusaft ella vín, greiðir Monika
frá.
Í bóndabygdunum verður nógv gjørt
burtur úr, tá ið alt er heystað, og veturin
er í durðinum.
– Bóndabygdir bjóða til »heystgildi«,
har tey prýða hús og gøtur við blómum
og seta alt fram – frukt, grønmeti og
mangt annað, sum tey hava bakað,
súltað og gjørt úr fruktum. Eisini kanst
tú smakka nýggjasta slagið av víni, sum
júst er pressað. Her er blásitónleikur,
sum bjóðar til dans, spælipláss til børn
ini er sett upp, og nógv leskiligt er at
fáa.
– Í kirkjum og samkomum verð
ur á hvørjum ári ein serlig guds
tænastu hildin. Hetta verður kallað
»Erntedankfest«, á enskum »Thanks
giving«. Tá verður eitt væl prýtt borð
sett upp, og borðið er á tremur við
alskyns fruktum, grønmeti og blómum.
Á henda hátt takka fólk fyri allar gávur,
sum náttúran gevur.
Blóðpylsan
Flettingin úti á bygd um heystið er
næstan at meta saman við hátíð, har
hýrurin á fólki er góður, og ymiskt
serligt verður gjørt burturúr.
– Fyrstu ferð, eg skuldi gera blóð
pylsu her í Føroyum, var tað ein heilt
nýggj uppliving. Í Sveis eru blóðpylsir
ikki søtar, men kryddaðar. Tú keypir
blóðið í pylsuformi, letur blóðið renna
í eina steikipannu og rørir tað á sama
hátt, sum tá ið tú gert røregg. Afturvið
hevur tú kókaðar súreplabitar og epla
bátar.
– Eg helt, at tað kundi ikki verða
nakar trupulleiki at gera blóðpylsir á
føroyskan hátt. Eg hugsaði, at eg dugdi
jú at vaska, tímdi altíð væl at gera
handarbeiði, at seyma og baka - hví
skuldi eg ikki klára, at vaska og seyma
eina vomb?
– Eg fór til verka, vaskaði vemburnar
um kvøldið og gjørdi tær klárar. Ætlaði
at fylla og seyma morgunin eftir. Meðan
eg stóð og gjørdi alt klárt, mintist eg
áminningina, sum eg hevði fingið:
»Koyr endiliga nógvar rosinir í.«
– So var ikki annað at gera enn at
renna til handils og spyrja meg fram.
Á vegnum til handils møtti eg einari
eldri konu, sum eg kundi spyrja, hvussu
nógv »nógvar rosinir« vóru. Um eg ikki
visti ráð um okkurt, plagdi eg altíð at
spyrja fleiri. So hevði eg okkurt at
ganga út frá. Tað, sum øll svaraðu líka,
vart tú noydd at gera. Tað, sum tú fekst
ymisk svør uppá, mátti tú finna fram til
mátan, tú sjálv vildi gera tingini uppá.
Heystið
styrkir
sansirnar
Monica Stauss Joensen hugleiðir um heystið, tá nýggir luktir
eru í luftini, blómurnar følna, fruktirnar eru hentaðar, og
trøini skifta lit. Hon greiðir millum annað frá, hvussu tað
var hjá henni at gera blóðpylsu í Føroyum fyrstu ferð
Monika Stauss Joensen er ættað úr Sveis og býr í
Leirvík, har hon er gift og eigur 4 børn. Hon starvast
dagliga á Føroya Musikkskúla. Í fjør gav hon
gjøgnum Bókadeild Føroya Lærarafelag út bókina
»Edelweiss og sólarkaffi – eitt sindur av hvørjum úr
Sveis og úr Føroyum«. Í hesi greinarøð taka vit nøkur
evni úr bókini, ið vit varpa meira ljós á.