hósdagur 30. oktober 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014
11
VIKUSKIFTI
Tíbetur kom konan, sum eg møtti á
vegnum, at vísa mær, hvussu pylsurnar
skuldu fyllast. Hon vísti mær at tálg,
rosinur og blóð skuldu fyllast í skiftivís
og at pláss skuldi vera til blóðið at vaksa
í. Hevði hon ikki hjálpt mær, hevði eg
fyrst koyrt tálg í, síðani rosinurnar og
at enda hevði eg fylt heilt upp við blóði
og seymað vombina saman. Tað hevði
blivið ein verri ein, tá allar pylsurnar
høvdu brostið undir kókingini.
Tað er ikki bara sum at siga tað at
læra nýggjar matvanar at kenna.
– Onkur, sum hoyrdi hvussu nær eg
var við at dumma meg, royndi at ugga
meg. Hon segði mær frá um eina aðra
útlendska konu, sum eisini gjørdi blóð
pylsu fyri fyrstu ferð. Eingin hevði sagt
henni, at vombin skuldi klippast í fimm
pettir. Hon hevði vaskað vombina, alla
sum hon var, fylt og seymað hana pent
saman til eina stóra pylsu.
Nógv frukt
Monika Stauss Joensen hevur mangan
undrast, hví mamma hennara gjørdi so
nógvar dessertir við frukt, og hví tey
høvdu ymisk sløg av fruktgreyti til mál
tíðirnar hesa árstíðina.
– Nú skilji eg tað betri. Um heystið,
tá íð nógvar fruktir eru búnaðar, er
neyðugt at gera nakað við tær, so tær
ikki spillast. Perur, súrepli, ferskur,
aprikosur og blommur rigga væl til
greyt. Summar fruktir eru væl egnaðar
at goyma langt inn í veturin, aðrar eru
væl egnaðar til at súlta, og eisini ber til
at gera greyt, fruktsaft ella brúka frukt
ina á ymiskan hátt í matgerðini ella at
eta tær, sum tær eru, sigur Monika.
»Wáhe« er ein súreplaterta, sum
mamma Moniku ofta gjørdi, og upp
skriftina til hesa tertu hava vit prentað
her á síðunum í dag.
Myndir: privat
Wähe
Tú skalt brúka:
Keypt køkudeiggj (butterdeiggj)
4 ssk av malnum nøtum
(tú kanst eisini brúka rasp)
2 ssk av putursukri
5–6 súrepli
Omaná:
3 dl av mjólk ella róma
2 egg
Vaniljusukur
2-3 ssk av sukri
1⁄2 ssk av maizena
Flormelis til at síla útyvir
Soleiðis gert tú:
• Smyr ein køkuform við margarini og koyr køkudeiggið í.
Blanda nøtir (rasp) og putursukur og stoyt tað javnt yvir botnin
• Flys súrepli, sker tey í helvt og tak steinarnar út. Sker tey í bátar og legg tey oman á botnin,
so tey liggja eitt sindur oman yvir hvørt annað
• Blanda mjólk, egg, vaniljusukur, sukur og maizena væl saman og stoyt varisliga yvir súreplini
• Hita ovnin til 220 stig
• Baka frukttertuna á niðastu hill í ovninum í 220 stigum í 30 min.
• Lat tertuna kólna á rist og stroy við eini sílu flormelis útyvir
• Tað smakkar væl at hava pískaðan róma afturvið
Prei: Tað ber væl til at taka ymiskar fruktir eftir tí, tú eigur inni, ella sum tú fært hendur á.
mynd: Kristfríð Tyril, momo