hósdagur 30. oktober 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014
12
VIKUSKIFTI
Útisetar
Svøríki
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyska
landsstýrið er savnað í svenska høvuð
staðnum. Í hesum døgum er ársfundur
í Norðurlandaráðnum, og tí eru flest
allir leiðarar úr norðurlondum staddir
í Stockholm.
Flestu av fundunum eru við hini
norðurlendsku londini, men eina løtu
mikudagin savnaðu landstýrisfólkini
saman við Norrøna Felagnum føroy
ingar, ið búgva í Svøríki, til eina mót
tøku.
Føroyingar, sum hava búð so leingi
sum 60 ár uttanlands, komu til Sjøfarts
huset. Nógv komu úr øðrum pørtum av
Svøríki fyri at verða til staðar.
Móttøkan byrjaði sum so ofta, tá
føroyingar hittast, við, at spurt var,
hvaðani viðkomandi var, hvør familja
er, og hvussu nógv árini eru vorðin utt
an fyri Føroyar.
Teir politikararnir, sum høvdu annað
á skránni, komu á móttøkuna nakað
seinni, og eftir at verða avmyndaður á
nøkrum "selfies" bjóðaði løgmaður Kaj
Leo Johannesen øllum vælkomnum.
Hann innleiddi við at nevna, at eitt
av skipunum, "Teaterbåten", niðan fyri,
har vit sótu, var ein gamal føroyskur
trolari. Á henda hátt vísti hann á, at
Føroyar og Svøríki altíð hava havt nógv
við hvørt annað at gera, og soleiðis er
eisini nú.
Gjógv
Løgmaður hevði verið spákitúr í Stock
holm og var bergtikin av gamla býar
partinum Gamla Stan, har alt landstýrið
búleikast, nú tey eru til norðurlendskan
fund.
Brandur Enni, ið er ein av føroying
unum, sum býr í Stockholm, greiddi
frá, hvussu nær við tað var, at alt tað
gamla økið var niðurrivið, og hvussu
týdningarmikið tað er, at vit í Før
oyum eisini varðveita okkara gomlu
hús.
Borgmeistarin í Sunda kommunu,
Heðin Zachariasen, var til staðar, tí
Gjógv var tilnevnd til "Nordiska rådets
natur- og miljøpris". Hann greiddi frá,
at tey í Gjógv hava bygt nógv nýggj
summarhús, har atlit hevur verið tikið
til, at bygdin skal verða við í arbeiðinum,
og at summarhúsini ikki skulu skilja
seg burtur úr upprunahúsunum við
Gjógv.
Fleiri av føroyingunum, sum vóru
til staðar, hava verið við at skipa ferðir
til Føroyar og hava royndir við, hvussu
torført tað er at fáa innivist í eitt nú
Gjógv.
– Vit eru 20 fólk frá "Samfundet
Sverige-Færøarna", sum vilja koma til
Gjáar næsta summar, men longu nú
er ógjørligt at fáa pláss, segði Nanna
Hermansen, ið er ein av eldsálinum
aftanfyri Samfundet Sverige-Færøarna.
Eisini ferðaseðlaprísurin til Føroyar
var við í kjakinum, og løgmaður ásann
aði, at tað er dýrt at flúgva til Føroyar,
men at Atlantic Airways kemur við
tíðindum innan hetta økið um ikki so
langa tíð.
Flóttarfólk
Stigtakarin og varaløgmaður Annika
Olsen kom nærmast rennandi inn á
fundin. Hon hevði yvirtikið fleiri mál
frá íslendska samstarvsráðharranum, ið
var noydd at flúgva heim, tí hús henn
ara vóru brend í grund.
Annika Olsen helt einastu røðuna,
ið var á móttøkuni, og nevndi, hvussu
kveikjandi og áhugavert, hon heldur, at
tað norðurlendska samstarvið er.
Hon vísti eisini á, at vit í Norður
londum hava bestu samfeløg í heimin
í Svøríki hittu
landsstýrið
Mikudagin var Sjøfartshuset í Stockholm karmur um eina
móttøku millum føroyingar Svøríki og Føroya Landstýri.
Flóttafólkapolitikkur, føroyskt fyri útisetabørn og ferðavinna
í Føroyum vóru nøkur av evninum, sum vórðu umrødd
Pól Jóhan Poulsen, Maiken Poulsen Englund og Kára
Bjørn Bentzen hugna sær við einum kaffimunni.
Osva Olsen og Heri Eysturlíð