Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014 13 VIKUSKIFTI um, og hvussu týdningarmikið tað er, at vit samstarva. Eftir røðuna fekk hon nakrar spurn­ ing­ar um flóttafólkapolitikk í Føroyum. Í Svøríki er flóttafólkapolitikkur eitt heitt polittiskt evni, meðan tað í Før­ oy­um ikki verður so nógv tosað ella gjørt við evnið. Allir politikarar, sum úttalaðu seg, vóru jaligir um at fáa flóttarfólk til Føroya, men fleiri nevndu eisini, at samfelagið ikki hevur neyðuga til­búgv­ ing at taka ímóti flóttarfólki. – Men sjálvandi er tað okkara skylda at taka ímóti fólki, sum veruliga eru í neyð, legði løgmaður aftrat. Føroyskt mál Móttøkan endaði við kjaki um, hvussu børn hjá útisetum í Svøríki kunnu fáa málundirvísing í føroyskum á sama hátt, sum øll onnur børn við út­lendsk­ ari bakgrund fáa í Svøríki. Nú er lóg­ gáv­an soleiðis, at tað mugu verða fimm børn í somu kommunu, og av tí at kommunurnar oftani eru lítlar, er tor­ ført at finna fimm føroysk børn í somu kommunu. Fleiri útisetar í Svøríki hava roynt at fingið børnini at ganga til før­ oyskt, men so leingi, sum reglurnar eru, sum tær eru, er torført at fáa stuðul til tess. Bæði útisetarnir til staðar, Norrøna fe­lag­ið og landstýrisfólkini vóru samd um, at tað var áhugavert og stuttligt hitt­ast. Landstýrisfólkini og umsitingin skund­aðu sær víðari til Stadshuset í Stock­holm, har norðurlendsku heiðurs­ løn­ir­nar vóru handaðar. Varðaløgmaður Annika Olsen helt røðu um virðið av norðurlendska samstarvinum. Bjørt Samuelsen heilsar uppá umboð fyri Samfundet Sverige-Færøarna Rúna í Baianstovu, Heri Eysturlíð, Brandur Enni, Silja Lamhauge, Oddvør Lamhauge, Anna Westfahl og Tindra Westfahl vóru nøkur av føroyingunum, sum vóru til móttøkuna hjá Føroya Landstýri og Norrøna Felagnum.