Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014 14 VIKUSKIFTI Siðsøga við Óla Jacobsen Hjallurin sum fór til gongu Endiliga kundi Kristian búgva saman við síni familju. Og nú upplivdi synirnir nakað so óhoyrt sum WC. Tað vóru nógvir løgnir tilflytarar á Tvøroyri. Ein teirra var Krígshansen E ftir at hava bíðað so leingi, blivu húsini hjá okkum á Tvøroyri liðug í øllum góðum, og endiliga kundi vit flyta saman aftur sum familja. Vit takkaðu Várharra fyri, at hann hevði hjálpt okkum so væl hesi árini, vit ikki kundu búgva saman, og vit bóðu um signing yvir okkara nýggja heim. Dreingirnir vóru sum vera man sera spentir upp á alt hetta nýggja. WC var púra ókent hjá teimum. Í Havn hevði tað bara verið bukkan. Erling bleiv so bangin, tá ið skolað varð niður, at hann í fleiri dagar ikki tordi inn aftur. Vit høvdu tvær arbeiðsgentur. Onnur var Dagmar Mørk úr Sandvík. Hin var donsk bóndadóttir, kallað Tut. Tær báðar skiftust um tær uppgávur, sum vóru í húsinum. Tá vóru bara petroliumslampur, eisini á skrivstovuni. Bara tað at fáa tendra og sløkkja gav fitt av arbeiði. Tær skuldu eisini pussast regluliga. Tað kann ljóða ríkiligt, at vit høvdu tvær arbeiðsgentur. Men sum viðurskiftini vóru tá, var hetta als ikki ov mikið. Her vóru ofta gestir, tað kravdi sítt. Skrivstovu hevði eg eisini heima við hús, og her skuldu haldast reint. Tað var ikki sjáldan, at gestir komu úr Havn ella frá skipum, sum komu inn á Tvøroyri, sum t.d. frá verjuskipinum Beskytteren. Vit høvdu nógvar góðar samrøður við hesar yvir­ menn. Tut treivst heilt væl. Hon skuldi vera eitt ár hjá okkum, men henni dámdi so væl, at hon hevði ongan hug til at fara aftur til Danmarkar. Hetta skrivaði hon til foreldrini. Men tey hóttu við at gera hana arvaleysa, um hon ikki koma niður aftur til Danmarkar. Tá var einki annað at gera enn at fara. Mjólkin kom úr Havn Tá ið vit búðu á Hvítanesi á Tvøroyri vóru ikki trupulleikar at fáa mjólk, men annarleiðis var mitt á Tvøroyri, har vit nú búðu. Hetta varð nú greitt soleiðis, at pápi tvær ferðir um vikuna sendi okkum ein dunk av mjólk úr Havn við Smirli. Hetta kostaði okkum einki, men fyri pápa var hetta nógv stríð. Skipini kundu tá ikki leggja at. Pápi skuldi fáa mjólk­ ina umborð á Smiril. og hann gjørdi avtalu um hetta við fergumannin í Havn og stýri­ mannin við Smirli. Eisini hevði eg avtalu við Petur, fergumannin á Tvøroyri, at fáa mjólk­ina í land. Smiril kundi ikki leggja at á Tvøroyri heldur. Tær fyrstu ferðirnar vóru ov mikið av monnum, sum vildu hjálpa til at fáa mjólkina í land og bera dunkin niðan til okkara. Tað vísti seg, at teir hildu brennivín vera í dunkunum, og so kundi teir kanska fáa ein lítlan afturfyri. Dunkarnir vóru nevniliga merktir Christian Funder, sum tá var tann sum før­ oy­ingar keyptu mest brennivín frá. Men hóast áhugin fyri at bera okkum dunkarnar mink­aði, so vóru kortini altíð nóg mikið av fólki, sum vóru so vinarlig, at tey bóru okkum mjólk­ina til hús. Arging í Hvalba Tað vóru uppgávur av mongum slag. Í Hvalba vóru tað teir, sum dámdu væl at arga hvønn annan. Hetta endaði viðhvørt hjá sýslu­ mann­inum. Ein klaga frá einum manni var, at ung­dómurin gjørdi, at tað spøkti heima hjá honum. Hetta var gjørt á tann hátt, at teir ungu fýrarnir bundu ein tráð í hongslið í vindeyga­ karminum hjá hesum manni, og hin endin varð bundin í grannahúsið. Snórurin var so smurdur við harpiks ella onkrum líknandi. Tá ið so snórurin varð gníggjaður kom eitt ljóð fram, sum kundi ljóða hægri ella lægri alt sum snórurin var strammaðar ella slakkaður. Tá ið tann argaði hoyrdi hetta ljóð, skundaði hann sær at lata hurðina upp fyri at vita, hvør tað var. Men tá var sjálvsagt eingin at síggja. Hetta endurtók seg nógvar ferðir um kvøldið og út á náttina, so tey, sum vóru inni, vóru við at gerast púra ør. Men at finna »brotsmenninar« var ikki so lætt. Maðurin í húsinum hevði orð fyri at duga gand, tí kundi tað vera vandamikið, um hann sjálvur uppdagaði, hvørjir teir seku vóru. Konfirmantar fingu barn saman Ein aðru ferð kom ein maður úr eini bygd at tosa við meg um, at dóttir hansara, sum júst varð blivin konfirmerað, var við barn, og tann seki drongurin var úr sama konfirmatiónsliði. Pápin metti henda drongin sum eins brots­ mann og kravdi, at hann skuldu vísast av land­inum. Hann vildi í hvussu er hava hann úr bygd­ini, og hetta skuldi eg syrgja fyri. Hann metti eftir øllum at døma drongin at vera meira sekan enn gentuna. Nú hevði eg sjálvur verið við til kon­ firma­tiónina og kendi tey bæði. Sum ofta er í hesum aldrinum, sá gentan út til at vera mun­andi meira vaksin enn drongurin, so tað kundi vera so sum so hvør, ið hevði skuldina. Gentan fekk ein son, sum kom væl fyri. Hjallurin, sum fór til gongu Eg var vanur at fáast við jørð í Havn, tað hevði eg eisini hug at gera á Tvøroyri. Tað eydnaðist eisini at fáa eina trøð. Hon var eftir tveimum árum so mikið dyrkað, at vit kundu hava eina kúgv. Eg keypti frá læknanum ein hjall, sum í heilum líki skuldi flytast á trøðna. Tað var dagur í viku, tá ið hetta varð gjørt. Vit fingu hjálp frá 30-40 monnum, sum vórðu settir at bera. Teir vóru bæði inni í hjallinum og uttan­ fyri. Teir lyftu í felag hjallin upp frá og fóru so gang­andi gjøgnum bygdina. Hetta var ein sjáld­som sjón, og nógv komu at hyggja at. Tey hildu tað vera so stuttligt, at fleiri fingu hug til sjálvi at taka eina hond í. Byrjað var um 9 tíðina, eftir at børnini vóru farin í skúla, men tá ið tað frættist, at doktarahjallurin kom gangandi eftir vegnum, fóru øll børnini úr skúlanum fyri at síggja hesa sjáldsomu sjón. Ein sum hjálpti til var Poul Bech. Hansara uppgáva var at skeinkja ein lítlan, tá ið menninir máttu seta hjallin fyri at at rinda møðina. Margretha hjálpti eisini til á sín hátt. Allir, sum høvdu hjálpt til, blivu bodnir til kaffi og pannu­køkur. Men hon var skjótt í uppisetur við pannkøkunum, og tað máttu keypast 70 wienarbreyð. Nú skuldi eg avrokna menninar og væntaði, at hetta fór at gerast ein dýrur dagur. Men allir søgdu seg onga løn vilja hava. Kristian Djurhuus 31. partur Margretha og Kristian fingu ofta vitjan av yvirmonnum á Beskytteren