Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-10-30, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. oktober 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014 15 VIKUSKIFTI Hetta hevði verið ein stuttleiki hjá teimum, og Margretha hevði verið so blíð, at tað var so iva­leyst. Hetta vísti ein frálíkan vælvilja, sum stavaði frá tí gamla siðinum, at menn vildu altíð hjálpa til ókeypis, tá ið eini hús vórðu bygd. Ikki vóru øll væl fyri Tað var tó ein maður, sum aftaná kom til mín og segði, at hann tordi ikki at koma heim til konuna og siga henni, at hann hevði arbeitt fyri einki. Men hetta við konuni mundi vera nakað, hann sjálvur fann uppá. Hesin var ikki nakar innløgumaður, men hann hevði eina konu, sum royndi at fáa endarnar at røkka saman hóast tað ofta stóð á. Her kundi hvør dagløn gera mun. Maðurin fekk sjálvsagt tað, sum hann átti. Umstøðurnar vóru truplar hjá mongum tá í tíðini. Ein uppgáva hjá mær var eisini at panta fyri kommunuskatt. Ofta vóru tað tey somu, sum máttu pantast hvørja ferð. Men oftast var einki at panta. Sjálvt hjá fólki í slíkari støðu vóru umstøðurnar ymiskar. Hjá summum var hóast fátækradømið reint og nossligt inni, meðan tað var annarleiðis hjá øðrum. Krígshansen Tað vóru fleiri danskir lærarar við skúlan á Tvøroyri. Ein teirra var Ernst Hansen frá Odense, sum var lærari frá 1924 til 1947. Hann og konu hansara Betty komu vit nakað saman við. Viður­skiftini millum hann og hin danska læraran, Bennedsen, vóru so sum so. Eg haldi, at Bennedsen, sum hevði verið í herinum og hevði havt eina yvirmannaútbúgving innan herin, helt lítið um ta hertænastu, sum Ernst Hansen hevði havt. Hesin gjørdi seg annars til at vera hernaðarserfrøðing, og hann hevði ymisk vápn hangandi á vegginum í harra­ verils­inum. Tí fekk hann skjótt eyknevnið Krígs­hansen, og hetta var hann als ikki harm­ ur um, heldur var tað hinvegin. Eina ferð var eitt hernaðarskip á vitjan á Tvøroyri. Tá møtti hann upp hjá mær í hernaðar­búna og helt, at hann skuldi fylgja mær umborð. Hetta lat seg sjálvandi ikki gera. Hansen plagdi at reypa av, hvussu hann í 1920-unum hevði verið við til at berja verk­ falsfólk niður í Danmark. Tað kundi ofta vera nokk so ógvusligt. Hansen fekk eftir seinna heimsbardaga orð fyri at vera týskaravinarligur. Men tá eg vitjaði hann í 1964 var hann íðin eftir at siga mær, at hetta var bara eitt skálkaskjól fyri at hava arbeitt ímóti týskarum. Kanska var hann ikki so galin, hóast hann í skúlanum kundu siga okkurt niðursetandi um føroyingar. Einaferð segði hann, at føroyingar dugdu ikki at velta eplir. Hann skuldi vísa, hvussu hetta skuldi gerast. Hetta slapp hann eisini at royna. Hann gravaði nøkur hol í jørðina og legði eitt epli í hvørt hol. Men tá ið eplini skuldu takast upp aftur, vóru eingi epli! Einaferð fór eg saman við Hansen og Bennedsen at skjóta harur. Eg og Bennedsen høvdu høglbyrsur við, men Hansen hevði eina salongriflu, sum hann helt vera meiri egnaða til haruveiðu hjá einum skarpskjútta sum honum. Hvussu var og ikki. Bennedsen segði aftaná, at Hansen var við at taka lívið av sær, tá ið ein kúla hjá skarpskjúttanum kom beint fram við høvdið á honum. Hansen rakti onga haru, meðan eg og Bennedsen fingu eina ella tvær í part. Ein sunnudag, Bennedsen var farin ein túr, kom aftur ein kúla framvið tinningin á honum. Tá var tað aftur Hansen, sum skeyt úr einum takvindeyga. Bennedsen helt, at Hansen var bæði sinnis­ sjúkur og vandamikil. Tað helt eg kortini ikki. Hansen var bert ørur eftir at skjóta, men hann hevði neyvan ætlan um at skaða nakran. Okkurt mátti hann gera, tí hann fekk ikki orðið fyri seg heima við hús. Konan Betty tosaði út í eitt alla tíðina, og eingin fekk eitt orð inn í orðafloymin. Hetta var nóg strævið fyri okkum onnur, hetta skuldi Hansen hoyra hvønn dag. Men hon var ein dugnalig húsmóður, sum dugdi væl at húsast, hóast lønin hjá mann­ inum ikki var so stór. Hansen plagdi eisini at fara á flot við Johan hjá Petur. Men teir máttu altíð fara til lands aftur, tí Hansen fekk sjóverk. Johan plagdi at siga, at »Krígshansen er so grammur eftir at sleppa á flot, men fanin fær so illa sjó­verk, at eg má fara til lands við honum, áðrenn tíðin er komin.« Tað var ikki ofta, at tað var eldur í á Tvøroyri. Men hendi tað var Krígshansen altíð tann fyrsti á staðnum. Hann var tá við til at fáa til vega pumpur og annað at sløkkja við. Eina ferð var eldur í klubbanum, og tá var Hansen eisini fyrstur á staðnum. Eg sá á hann við­hvørt undir sløkkingini. Eina ferð sá eg hann sótaðan í andlitinum. Hann segði seg at hava verið inni í húsinum á staðnum, har eldurin kyknaði. Seinni kravdi hann at fáa endur­gjald fyri síni oyðiløgdu klæði. Men Bennedsen helt, at hetta vóru lótir. Hann hevði ikki verið nærindis eldinum. Hann hevði sótað síni gomlu klæði sum páskot fyri at fáa nýggj. Men hann fekk kortini nakað av endur­gjaldi. Tað var ikki bert Hansen, sum var krígs­ galin. Meðan Johan og Hassadi vóru skótar kom ein danskur sveinur á snikkaraverkstaðið í Trongisvági. Hesin gjørdist skótaleiðari, og marsjeraði við skótunum sum ein annar generalur. Hann plagdi at marsjera fram við hús­unum hjá okkum við kommandorópum sum í einum heri. Men hann steðgaði ikki leingi á Tvøroyri. Eg haldi, at okkara samfelag er ov lítið til ein slíkan general. Komandi partur: Tvøroyar skúli umleið 1930 Fyrsti skúlin á Tvøroyri Jørgen Bennedsen var fyrstilærari á Tvøroyri 1922-37 Í komandi parti greiðir Kristian frá vanlukkuni í Dímun í 1924, sum eins væl kundi verið hansara bani. Ernst Hansen, Krígshansen, var ein løgin snigil