hósdagur 30. oktober 2014síða 40
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 124 · 31. oktober 2014
Í ranga
strúpan
Kári P
hoyma í Gøtu
Leygarkvødið verður væl umtókta tiltakið Hoyma
hildið í Gøtu. Privat fólk lata sína stovur til
framførslur hjá kendum føroyskum tónleikarum, og
í ár spæla eitt nú Kári P, Hanus G. Johansen, Marius
Ziska, Gretha Svabo Bech, Sámal
Ravnsfjall og Guðrið Hansdóttir.
Rógvi fortelur søgu
Í heyst fer Barnabókasavnið í Havn undir eitt nýtt
afturvendandi tiltak:
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði fer Rógvi Dam at siga
søgur fyri børnunum. Nógv børn kenna longu Rógva frá
ymiskum tiltøkum og stevnum kring landið, har hann
hevur gandað, og í 2005 og 2007 gjørdi Rógvi saman við
drekanum (Páll Danielsen) barnasendingarnar “Rógvi og
drekin”.
Rógvi fortelur fyrstu søgurnar leygardagin kl. 11.00.
Er Gud ein villleiðing?
Ateistisk vísindafólk og heimspekingar tvíhalda um, at trúgv
á Gud er tað sama sum at lata eyguni aftur fyri veruleikanum.
Børn verða indoktrinerað við tí, sum foreldrini trúgva á, og mong
hava tí ongantíð fingið latið eyguni upp fyri veruleikanum. Er hetta
satt? Ella finnast bæði vísindaligar og heimspekiligar ábendingar um,
at Gud er ein veruleiki og ikki nøkur villleiðing? John Lennox, professari á
Oxford University og heimsgitin kjakari og fyrilestrahaldari, hugleiðir um
evnið í Løkshøll í Runavík fríggjakvøldið kl. 19.30.
Tungmálmur
á Reinsarínum
Tungmálmsbólkurin Konqueror er útgávuaktuellur við fløguni “Embrace the Abyss”,
ið kom út í summar. Fríggjakvøldið verður útgávukonsert við bólkinum.
Tónleikastílurin hjá Konqueror er fjølbroyttur, men ferðast innan tungmálmsheimin.
Við sær hetta kvøldið hava Konqueror bjóða Suðuroyarbólkinum Asyllex.
Tungmálmskonsertin verður í Reinsarínum í Havn fríggjakvøldið kl. 22.00.vind og
Ferðin hjá Mosalisu. Framsýningin er søluframsýning og er at síggja í september og
oktober.
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Hetta er
27. árið,
at eg havi
spælt
fótbólt
í bestu deild í fýra
ymiskum londum, so
tað verður eitt tómrúm
– Tað er heilt ófatiligt,
at kvinnurnar ikki gera
meiri vart við seg
Fótbóltslegendan Jákup Mikkelsen eftir
sín seinasta fótbóltsdyst sum málmaður
Bjarni Djurholm
í løgtingskjaki um framferðina hjá IS í Miðeystri
– Tú skalt ikki
angra nakað
í lívinum –
bara læra!
Jennifer Aniston,
amerikanskur sjónleikur
Trongligt í tinginum!
Vindmyllurnar í Húsahaga í tingið
In.fo
So veit mann tað!
Google veit hvar tú ert
in.fo
Okay?
Brasil: Tey sum ivast eru tungan á vágskálini
Portal.fo
Javel!
Einans kr. 11.209 á konto hjá Fólkaflokkinum
Norðlýsið
Ruddið forsíðuna!
Hampuligt eplaár
Kvf.fo
Tað var tíðliga!
Jól við Norðskála
IVikublaðið