Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Landsstýrismálanevndin hevur verið fyri nógvum at­ finn­ingum seinastu tíðani. Hon verður ákærd fyri at vera ódugnalig, óbrúkilig og parta­politiskt litað. Hon tykist hava lítið álit, bæði millum fólk flest, millum serkøn og enntá millum politikk­arar. Ein kanning, sum Lóður nýliga hevur gjørt fyri Fróðskaparsetrið, vísir, at meirilutin av bæði løg­tings­monnum og løg­frøð­ ingum heldur, at nevndin ikki virkar sum hon skal. Jógvan Páll Lassen er samdur í nógvum av atf­ inning­unum móti lands­ stýris­málanevndini. – Høvuðstrupulleikin við nevndini er, at hon situr sum ein ákæru­myndug­leiki, uttan at uppfylla tey rættar­prin­ sipp, sum ákæru­myndug­ leikin annars byggir á. Hann nevnir fyrst og fremst part­ loysi og før­leika, sum tvey øki, har lands­stýris­mála­ nevndin svíkir. Fyrsta kravið til ein hvønn ákærumyndugleika er, at hann er partleysur. Hetta er enntá galdandi fyri løg­reglu­ákæran. Hóast løg­ reglu­ákærin ofta tykist vera ímóti tí ákærda, so tekur hon ein­ans hesa støðu, eftir at hon gjølla hevur kannað ákær­urnar móti viðkomandi, so partleyst sum møguligt. Sæst tað týðiliga, at hon ikki fer at megna at fáa ákærda dømda fyri nakað lógarbrot, so strikar hon sjálv ákæruna. Um málið longu er farið í rættin, og ákærin undir rættar­málinum skilir, at tað ikki fer at verða grundarlag fyri, at døma viðkomandi, kann ákærin enntá biðja um frí­døming av ákærda. Landsstýrismálanevndin fer altíð at hava trupulleikar við spurninginum um part­ loysi. Serliga er tað ákæran móti partapolitikki, sum er torfør móti hjá nevndini at verja seg ímóti. Landsstýrismálanevndin er politiskt vald. Hon er saman­sett av trimum løg­ tings­limum. Siðvenja er, at and­støðan fær formannin í Landsstýrismálanevndin Aksel V. Johannesen Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, heldur, at endamálið við landsstýrismálanevndini hevur verið gott frá byrjan av. Hann ásannar tó, at tað er ein trupulleiki, at politikkarar skulu viðgera løgfrøðilig mál. Hann vísir á, at landsstýrismálanevndin hevur løgfrøðiliga ráðgeving at stuðla sær at, men at politikkur ofta kemur í niðurstøðurnar. – Tað er næstan meginreglan, at um løgfrøði­ligu niðurstøðurnar eru atfinningarsamar, so ganga samgongu­limirnir ímóti løgfrøðingunum og verja samgonguna, sigur hann. Sirið Stenberg Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndini, er samd í, at lands­stýris­ málanevndin skal avtakast og hevur sjálv ført tað fram í tinginum, sigur hon. Hon sigur, at í nýggja uppskotinum til stýrisskipanarlóg, sum nú er havnað, var landsstýris­mála­ nevndin als ikki nevnd. – Ein stórur veikleiki við nevndini er, at hon ikki kann kalla onnur fólk inn enn tann, klagan snýr seg um. Vit hava ikki møguleika at kalla onnur vitni inn og tí er avmarkað, hvussu væl vit fáa lýst málið. Alfred Olsen Alfred Olsen ynskir ikki at gera nakrar broytingar viðvíkjandi landsstýrismálanevndini. – Hon er ein partur av tí stýrisskipan vit hava, og Sambandsflokkurin sær onga orsøk til at avtaka hana, sigur Alfred Olsen, formaður fyri tingmanning Sambandsfloksins. – Vit hava als ikki tosað um at avtaka landsstýrismálanevndina, men vilja varðveita hana sum hon er. Landsstýrismálanevndin er ikki partleys og hevur ikki neyðugu førleikarnar at meta um, hvørt ein landsstýrismaður hevur brotið lógina, heldur Jógvan Páll Lassen, advokatur Lands­ stýris­mála­ nevndin er óneyðug stýris­mála­ nevndin er Lands­ Landsstýrismálanevndin er ein trýmannanevnd, sett av løgtinginum. Landsstýrismálanevndin skal hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt. – Høvuðstrupulleikin við nevndini er, at hon situr sum ein ákæru­myndug­leiki, uttan at uppfylla tey rættar­prin­sipp, sum ákæru­myndug­leikin annars byggir á, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur