mánadagur 3. november 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fáa
m
Harutíðin er tíðin, nógvir
mans gleða seg til. Og tað er
nettupp í dag, at harutíðin
í ár byrjar og varar árið út.
Og hetta er sostatt eisini
tíðin, har ein kann vænta at
møta monnum við byrsu í
hond kring um í haganum.
Í dag er mánadagur, fólk
eru til arbeiðis og veðrið
er illfýsið, so tað er ikki
væntandi, at nógvir mans
eru í haganum við byrsu í
dag.
Øðrvísi var í fjør, tá
fall fyrsti harudagur á ein
leygardag við dýrdarveðri
og longu tann fyrsta dagin
vórðu 2.458 harur skotnar
í 122 hagapørtum kring
landið.
Eyðfinn
Magnussen,
lívfrøðingur á Fróðskapar
setrinum hevur gjørt eitt
stórt arbeiðið at skráseta
haruveiðina kring landið.
Hann sigur, at í fjør
vórðu einar 8.000 harur
skotnar kring landið og til
samans eru tað einir 1.000
mans sum skjóta harur.
Í Føroyum eru 472 haga
partar og kanningin, hann
hevur gjørt, umfatar 269
hagapartar.
Tann ídnasti harumað
urin skeyt einsamallur 74
harur á 10 harutúrum í fjør
og tann næst ídnasti skeyt
85 harur á einum 15 túrum
við byrsuni.
Eyðfinn Magnussen siga,
at verður helvtin av haru
stovninum skotin um árið,
er føroyski harustovnurin
einar 16.000 harur, kanska
eru 15.000 - 20.000 harur í
Føroyum.
Hann sigur, at ongin ná
greinilig stovnsmeting er
gjørd. Í onkrari lærubók
stendur, at einar 5000 harur
eru í Føroyum, men tað er
alt ov lágt sett, tá ið 8000
harur vórðu skotnar í fjør,
staðfestir hann.
Lívfrøðingurin heldur, at
tað hevði verið forsvarligt
at skotið haru í januar,
februar og kanska í mars
eisini.
– Nógv av tí, sum ikki
verður skotið, doyr kortini
í kulda ella av svongd, sigur
Eyðfinn Magnussen.
aki@sosialurin.fo
Í dag er loyvt at skjóta
haru 60 dagar í Føroyum, í
november og desember.
Men soleiðis hevur ikki
altíð verið, tí harutíðin er
ofta broytt upp ígjøgnum
tíðirnar.
Eyðfinn
Magnussen,
lívfrøðingur, sigur, at tað
eldsta vit vita um, er frá
1881 og tá var loyvt at skjóta
haru 136 dagar um árið, frá
1. oktober til 14, februar.
Í 1928 var harutíðin
broytt, so at tað var loyvt t
skjóta haru í 91 dagar frá 1.
november til 31. januar.
Og tað var í 1945, at
harutíðin var ásett til at
vera í tveir mánaðir frá 1.
november til 31. desember.
Aftur
í
1954
varð
harutíðin, broytt, tá var
harutíðin frá 3. november
til 31. desember, helst hevur
tað havt samband við, at
Alla halgannadagur er 1.
november.
Og í 1969 varð harutíðin
stytt av álvara til at vera frá
3. november til 3. desember,
men í 1970 varð hartíðin
aftur longd til at vera frá 3.
november til 20. desember.
Í 1972 varð harutíðin
aftur broytt til at vera
frá 3. november til 31.
desember og tað var í 1988,
at harutíðin varð ásett til
tað, sum er galdandi í dag,
nú tað er loyvt at skjóta
haru frá 2. november til 31.
desember.
aki@sosialurin.fo
Í dag er dagurin, einir 1000 mans
kring landið hava bíðað eftir
Nú fara 1000
mans í hagan
við byrsu
Nógvar broytingar
HARUVEIÐA
Hendan talvan vísir, hvussu nógvar harur eru skotnar í teimum 20
hagapørtunum, har mest varð skotið men tað valdaðist sjálvandi, hvussu
nógvir túrar vórðu gjørdir og, hvussu nógvir mans vóru við.
Hendan talvan vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar fyri hvørja byrsu um dagin í 10
hagum. Hendan talvan gevur sostatt eina góða ábending um, hvussu góðir haruhagarnir eru.
Norðara parti, skutu teir eis
ini 158 harur, men tað var á
10 túrum.
Vestmenningar eru eisini
á triðja plássi, tí í Dalhaga,
Eystanfyri Gjónna, skutu teir
118 harur á trimum túrum.
Tilsamans skutu vest
menningar 761 harur í fjør
og sørvingar skutu 473 harur
og sandavágsmenn skutu 443
harur.
Yvirhøvur er tað í Streym
oy, at nógv tær flestu harur
nar verða skotnar.
Í fjør vórði 3.505 harur
skotnar í Streymoy og tað
er nógv meir enn í Vágum
har næstflestar harur vórðu
skotnar, har vórðu 1.528 har
ur skotnar í fjør.
Í Eysturoy vórðu 925 har
ur skotnar í fjør og í Borðoy
var talið 621. Í Viðoy vórðu
skotnar 358 harur, í Suðuroy
310, í Kunoy 273 harur og
í Nólsoy vórðu 70 harur
skotnar í fjør.
Annars
vóru
fimm
bummtúrar í fjør, har teir
onga haru fingu.
Vildu ikki órógva
harurnar
Í hinum oyggjunum vórðu
færri enn 50 harur skotnar,
men hvørki í Mykinesi, ella í
Fugloy, var nøkur hara skot
in yvirhøvur.
Yvirhøvur er ikki nógv
haruveiða á smærru oyggj
unum. Í Svínoy vórðu 11 har
ur skotnar í fjør og í Hesti
vórðu 44 harur skotnar.
Hetta var aðru ferð, teir
skutu haru í Hesti. Fyrstu
ferð var í 2012, tá ið teir fingu
42 harur.
Í Nólsoy vórðu 70 harur
skotnar í fjør og í Skúvoy
vórðu 22 harur skotnar í fjør.
Eyðfinn Magnussen sig
ur, at í Fugloy hava teir sett
nakrar harur út fyri tveim
um árum síðani og teir vildu
ikki órógva tær.
Lívfrøðingurin sigur, at
trupulleikin á smærru oyggj
unum er, at hon klárar ikki
ringar kavavetrar.
Ein orsøk kann vera, at
har eru ógvuliga avmarkaðir
møguleikar at sleppa sær
undan veðrinum at kroka og
leita sær skjól fyri kava.
aki@sosialurin.fo